Hann hevur lært seg at liva við ongari telefon.
Eisini hevur hann lært seg onki at siga við fremmandafólk.
Tí er hann nógv heima. Sum oftast einsamallur.
Nógv fólk sum stama eru somikið ávirkað av talibrekinum, at tað forðar teimum at liva tað lívið, sum tey kundu hugsað sær.
Niðurlendingurin Jan Tinge er serfrøðingur í staming. Hann hevur ein Ph D. innan talupedagogikk og starvast á vitanardeplinum CHK, Center for Hjælpemidler og Kommunikation í Suðurjýtlandi í Danmark.
Seinastu dagarnar hevur hann hildið skeið fyri starvsfólkum á Sernámsdeplinum, har føroyingar við talutrupulleikum verða vístir til.
Altíð stamari
Jan Tinge hevur ta grundhugsjón, at ein stamari altíð verður stamari. Men hann kann læra at minka somikið um stamingina, at hon næstan ikki hoyrist.
Hann greiðir frá, at tað finnast tveir høvuðsrætningar innan stami-viðgerð. Sjálvur hoyrir hann til tann vongin, sum fer inn og arbeiðir miðvíst við at minka um stamingina hjá fólki. Hin hátturin er hann, sum nógvir føroyingar hava roynt til dømis í Noregi. Har hava tey eftir fáum vikum lært nakrar teknikkir, sum gera, at tey aftur fáa tosað.
- Har fáa fólk eitt nýtt og eftirgjørt mál, sum hvørki er flótandi ella teirra egna. Og tað haldi eg vera ein trupulleiki í mun til tann samleikagevandi týdningin, málið hevur fyri fólk, sigur Jan Tinge.
Í staðin vísir hann á, at tað hevur týdning at varðveita persónliga málið, og harvið eisini spontanitetin hjá fólki. Tí fer hann inn og arbeiðir við at minka um sjálva stamingina, so fólk verða trygg og frí.
- Eg kann stama harðliga ella lætt – men framvegis við mínum egna máli, sigur Jan Tange.
Fram í ljósið
Men hvussu ger hann tað, er spurningurin. Jú, við at fáa stamingina fram í ljósið og at koma sjálvum óttanum fyri at stama til lívs. Og síðani at byggja taluna upp aftur við talupedagogiskum amboðum.
Hann greiðir frá, at viðgerðin er í tveimum. Í fyrsta umfari skal stamarin hava hjálp til at lata upp fyri øllum tí, sum hevur tarnað henni ella honum higartil. Ofta er høvuðstrupulleikin, at viðkomandi hevur fingið eitt so forkrampað forhold til stamingina, at hon ella hann ikki torir at tosa frítt.
So fyrsta stigið er at ”flysa” øll løgini av ótta av stamingini. At vera erlig og at góðkenna hana sum ein part av samleikanum.
- Tað kann tykjast rættiliga komiskt hjá tí, sum brádliga skal ”stama ígjøgnum”. Tí arbeiða vit eisini í bólki, tá fólk skulu læra at stama ordiliga aftur, sigur Jan Tinge.
Venja upp aftur
Næsta stigið í viðgerðini er at byggja málið uppaftur. At fara niður í smálutir og eyðmerkja hvørji stamibrek viðkomandi hevur. Hetta verður millum annað gjørt við at hyggja í spegil, at banda ella filma, meðan viðkomandi tosar.
Síðani verður hond tikin um ítøkiligu brekini við talupedagogiskum amboðum.
Um viðkomandi eitt nú brúkar nógvar knappligar rørslur, ber til at minka um tær við venjing. Ella, um viðkomandi altíð steðgar við sama ljóð ella orð. So er tað her venjingin fer fram.
Prestur og sangari
Men hvussu ber tað til, at vit ofta hoyra um fólk, sum onkuntíð stama og aðra tíðir ikki. Til dømis prestar, røðarar, sjónleikarar ella sangarar?
Jan Tinge greiðir frá, at staming ofta er tengt at kommunikativa karminum, ella leiklutinum, sum stamarin er í.
- Staming er eitt lítið neorologiskt brek í heilanum. Heilin sendir eitt slag av impulsum út, tá tú skalt tosa, og eitt annað slag út, tá tú skalt prædika, syngja ella spæla sjónleik, sigur Jan Tinge.
Tí eru ymisk støð í heilanum virkin, tá tú ávikavist tosar við onnur fólk, og tá tú samskiftir á annan hátt.
Hann vísir í hesum sambandi á, at kommunikatión er so nógv. Tað er eisini at skriva, at brúka kroppin ella andlitsbrá. Og tá stama vit ikki.
Staming er aloftast tengt at spontanari samrøðu við ein annan part. Hetta merkir eisini, at ein stamari ikki nýtist at stama, tá hann ella hon tosar við djór, smábørn ella seg sjálva. Løgið!
Sum sagt hevur Jan Tinge hildið skeið fyri talulærarum á Sernámsdeplinum. Har arbeiða tey bæði við børnum og vaksnum við talubreki av ymsum slag. Men tað er ikki altíð so lætt at fáa fatur á teimum vaksnu, tí tey hava lært at liva eitt lív, har tey krógva stamingina á ymsan hátt.
Jan Tinge heitir tí inniliga á fólk um at søkja sær hjálp á Sernámsdeplinum, tí har hava tey førleika at hjálpa.
Í øllum førum skal tað ikki vera neyðugt at drekka te restina av lívinum, tí tú ikki fært biðið um kaffi.
- Kann eg fáa ein kopp av k k k k k….. te!