Fótbóltur
Jákup Mørk/Álvur Haraldsen ? Isle of Man
Tað var ein skelkandi byrjan, sum føroysku kvinnurnar fingu, tá tær fríggjamorgunin spældu finaludyst á Oyggjaleikum.
Fram til finaluna hevði bólturin ongan tíð verið í føroysku meskunum, men tað tók bert Marinu Mörn tveir minuttir at oyðileggja vøkru hagtølini. Dysturin var ikki meira enn byrjaður, tá ein long sending varð løgd inn um føroysku verjuna, og har kundi Marina renna seg púra leysa og smekka bóltin í føroysku meskarnar.
Løtu seinni kundi og áttu Føroyar helst at javna, men álendski málverjin bjargaði skotinum frá Eyðvør.
Mistak kostaði aftur
Tað eydnaðist tó okkara at javna leiðsluna fáar minuttir seinni. Eftir at hava móttikið bóltin frá Oddvá Kristinsdóttir, setti Sólva´Joensen fer á frá miðvøllinum, áðrenn hon slepti til Helgu, sum einsamøll við málverjanum kundi leggja bóltin til rættis í meskunum.
Ein skuldi hildið, at føroysku genturnar vóru ávaraðar eftir álendska leiðslumálið, men løtuna eftir útjavningina góvu tær aftur mótstøðuliðnum eina gávu. bólturin varð ikki ruddaður nóg væl burtur, men endaði ístaðin hjá Ing-Mari Holmberg. Úr 16 metrum smekkaði hon til, og í einum bleytm boga sigldi bólturin yvir á handaru stong, haðani hann datt inn um strikuna.
Beint eftir hetta mundi gingið heilt galið, tá okkara aftur sløsaðu afturi í verjuni. Vandamikla Marina Mörn vann sær bóltin, og slapp eisini inn um Anniku í málinum, men lukkutíð heilkiksaði hon, tá hon skuldi senda bóltin í málið.
Trýstið gav úrslit
Restina av hálvleikinum royndu føroysku kvinnurnar at trýsta, men verjan hjá Álandi helt, soleiðis at talan ongan tíð gjørdist um teir heilt stóru møguleikarnar.
Sama gongdin helt fram í seinna hálvleiki. Einar tvær ferðir bjargaði álendski málverjin sera væl, tá okkara royndu seg.
Í royndunum at javna fluttu okkara seg alt longur niðan á mótstøðuhálvuni, og so hendi tað, sum ikki má henda, men sum so ofta hendir í slíkum førum. Áland skoraði.
Málið var kanska heldur tilvildarligt, og kanska var hond á, tá eitt føroysk spark úr verjuni varð blokkað. Úrslitið varð undir øllum umstøðum, at Ing-Mari Holmberg enn eina ferð gjørdist leys, og tá Annika var komin dekan ov langt úr málinum, varð bólturin enn eina ferð sendir upp um hana.
Nú var bert eitt at gera hjá okkara, og tað var at satsa alt seinastu hálva hálvleikin. Tað gjørdu tær eisini, og tjúgu minuttir fyri leiklok, gav hetta endiliga úrslit. Rannvá fekk fatur á leysum bólti uttan fyri brotsteigin, og eftir at hava snarað ein mótstøðuleikara av sær, smekkaði hon til uttan møguleika hjá málverjanum. Nakað seinni hevði Rannva´stóran møguleika at javna, men hesa ferð varð skotið beint upp um málið.
Hetta tók tó ikki mótið frá henni, og løtu seinni sendi hon inn fyri úr vinstru, har Eyðvør púra leys kundi skalla eina uppiborna útjavnan heim.
Hondbóltsspæl
Hondbóltsspælið hjá álendingum helt tó fram, og málið til 4-3 var meinlíkt tí, sum tær komu á 3-1 við. Bólturin varð blokkaður við hondini, tá Ragna sparkaði burtur, og so kundi Marina Mörn skora til 4-3.
Føroyuingar góvu tó ikki upp, og í næst seinasta minuttinum kundi Helga skora til 4-4 eftir frísparksinnlegg, sum hon at enda taklaði inn í málið. Dramatikkurin var tó ikki liðugur. Í seinasa mkinuttinum klossaði Annika, tá hon fór út eftir eini langari álendskari sending. Úrslitið varð, at Marina Mörn gjørdist leys, og tá Ragna mátti nýta hondina at verja við, var reytt kort og brotsspark. Hetta sendi Ing-Mari Holmberg tó á stólpan, so avgerðin varð útsett til longda leiktíð.
Við tíggju gentum á vøllinum eydnaðist tað kortini føroysku gentunum at vinna, og endin av dystinum var virðigur at vera partur av eini stórari finalu. Helga sendi innfyri úr vinstru, har Malena var fyrst á, og í tveimum royndum fekk hon skumpað bóltin inn um málverjan.
Dysturin var ikki lokin, men hóast tað stóð nógv á móti endanum, so eydnaðist tað kortini at halda tætt, og soleiðis varð tíggjunda føroyska heiðursmerkið á oyggjaleikunum tryggjað.
Føroyar-Áland
0-1: Marina Mörn 2.
1-1: Helga Ellingsgaard 9.
1-2: Ing-Mari Holmberg 12.
1-3: Ing-Mari Holmberg 61.
2-3: Rannvá Andreasen 70.
3-3: Eyðvør úr Dímun 77.
3-4: Marina Mörn 79.