Tað hevur ongan praktiskan týdning. Men kortini er tað spennandi at fylgja við, hvussu Føroyar verða mettar á altjóða styrkislistanum, sum altjóða fótbóltssamgongan, FIFA, kunnger eina ferð um mánaðin. Mikudagin varð listin fyri september gjørdur almennur. 3-2 sigurin hjá Føroyum í vinardystinum á Svangaskarði ímóti Malta er taldur við í uppgerðini, men hann tykist ikki hava havt serliga stóran týdning. Hvørki hjá Malta ella Føroyum. Malta er flutt eitt pláss fram og verður nú mett at eiga tað fótbóltslandsliðið, sum er nummar 130. Føroyar verða mettar at eiga tað landsliðið, sum er nummar 137. Hetta er sama støða sum fyri einum mánað síðani.
Einki er at ivast í, at nýggi listin, sum boðar frá, at Malta framvegis eigur eitt betri landslið, enn føroyingar eiga, og at tað gongur rætta vegin hjá Malta, meðan Føroyar standa í stað, fer at bera spurningar við sær um, hvussu listin verður til, og um tað er nakað sum helst skil í honum. Á vøllinum er tað fyri stuttum staðfest, at føroyska landsliðið er eitt vet betri enn maltesiska landsliðið.
Sambært metingunum hjá FIFA, so er føroyska landsliðið ellivu pláss niðari á styrkislistanum nú, enn tað var í desember í fjør, meðan Malta er eitt pláss niðari, enn tað var undan ársskiftinum.
Mannagongdin
Á heimasíðuni hjá FIFA verður nágreiniliga greitt frá, hvussu styrkismetingin verður gjørd. Tey, sum ynskja at vita meiri um hetta, kunnu lesa meiri á heimasíðuni. Her skal bara heilt stutt verða greitt frá, hvussu styrkislistin verður til.
FIFA vigar avrikini hjá øllum landsliðunum. Fyrst telja sigrar og javnleikir, so mál fyri og ímóti, um dystirnir eru spældir á heimavølli ella á útivølli, og hvat slag av dysti talan hevur verið um - eitt nú undankappingardystir og vinardystir. Úrslitið ber við sær, at kvotienturin verður faldaður við ávísum tali, og so ávirkar hetta endaligu plaseringina.
At Føroyar vunnu 3-2 á Malta verður bara faldað við eitt, og tað er avmarkað, hvussu stór tyngdin í tí úrslitinum er. Styrkistalið verður roknað út frá úrslitunum sjey tey seinastu árini. Tá ið ein nýggjur mánaði verður tikin við, dettur tann elsti út, og soleiðis rullar skipanin. Nýggjasta úrslitið vigar mest, og elsta úrslitið vigar minst.
Telduskipanin gevur stig fyri allar dystirnar, og eftir nógvar millumrokningar spýr hon endaliga styrkislistan við fleiri enn tvey hundrað fótbóltstjóðum út.
At Malta á FIFA listanum eru omanfyri Føroyar kemst av, at teir sjey tey seinastu árini sum heild hava staðið seg betri enn føroyska liðið. Sum Føroyar hava teir tapt flestu dystirnar. Men í síðstu HM undankappingini megnaðu teir málleysan javnleik á heimavølli ímóti Kekkia, og í síðstu EM undankappingini megnaðu teir 2-2 á útivølli ímóti Ísrael. Í 2002 vunnu teir 5-2 á Estlandi og spældu málleysan javnleik ímóti Moldova í einari vetrarkapping á Malta, og í einari aðrari vunnu teir 2-1 á Jordan og spældu 1-1 ímóti Litava. Hesi úrslitini munnu vera orsøk til, at Malta framvegis er ovari enn Føroyar. Hóast teir hava tapt nógv í síðstuni, so hava úrslitini verið betri, enn tey vóru fyri sjey árum síðani, og sum nú verða tikin burtur úr grundarlagnum fyri útrokningunum.
Líkist sær sjálvum
Nýggi FIFA styrkislistin, sum varð almennur mikudagin, líkist nógv tí frá august mánaði. Í hvussu so er, tá ið tað snýr seg um ovasta partin. Tíggju tey ovastu londini eru tey somu, sum tey vóru fyri einum mánað síðani. Frakland, sum fer at vitja í Føroyum næsta mikudag, verður framvegis mett at eiga næstbesta fótbóltslandsliðið í heiminum. Tað er bara Brasilia, sum verður roknað at vera stinnari enn Frakland.
Turkaland er farið frá 10. og til 13. plássið, og nú eru bæði Portugal og Týskland á 11. plássinum. Týskland er flutt tvey pláss fram, og Portugal er flutt eitt pláss fram.
Danmark er framvegis á 15. plássinum og hægst metta Norðurlandið. Svøríki er nummar 22(var á 20. plássinum), Noreg er framvegis nummar 38, Finnland er dottið fýra pláss aftur og er nú nummar 53, og Ísland er dottið eitt pláss aftur og er nú nummar 80.
Sveis, sum Føroyar skulu spæla ímóti á útivølli leygardagin, er nummar 49 (var 47), Írland hevur varðveitt 16. plássið, og Ísrael og Kypros eru ávikavíst nummar 69 og 101. Síðsta mánað var Kypros nummar 104, og Ísrael var nummar 62. Føroyar skulu seinni í heyst og næsta ár spæla HM undankappingardystir ímóti teimum í hesum brotinum nevndu tjóðunum.