Jógvan Arge: Bendu og boygdu reglur fyri at fremja kirkjubygging 

“Best fyri allar partar at halda fingrarnar burtur frá fríøkinum við Sandá. Gera vit ikki tað, kunna vit vænta óbótaligan skaða bæði har og aðra staðni í kommununi – og tað haldi eg, at eitt Guðs hús er ov gott at verða brúkt til.” 

“Tað stóð á gomlum nøglum í býráðssalinum í Havn í kvøld. Áhoyrarasessirnir vóru á tremur, og býráðið hevði eina rættiliga drúgva viðgerð av málinum um serstaka byggisamtykt við Sandá til tess at loyva kirkjubygging.”  

 

Soleiðis byrjar Jógvan Arge, táverandi býráðslimur, frásøgnina frá tí minniliga býráðsfundinum í 2011, tá ein tepur meiriluti samtykti at avreiða frílendið við Sandá til kirkjubygging. 

 

Jógvan er ikki sparin í orðum og leggur beinleiðis kommununa at gera nýggjar reglur fyri at rudda slóð fyri eini kirkjubygging. 

 

“Eg haldi, at kommunan, sum skal ansa eftir at reglur verða hildnar, hevur verið heldur frammarlaga í skónum í hesum málinum. Hon hevur fyri ein part agerað sum katalysator fyri at benda og boyggja og gera nýggjar reglur, so eitt byggiloyvi kann útvegast á einum øki, har tað í grundini ikki ber til.” 

 

##med2##

 

Gjørdumun á jarðeigara og kirkju 

 

Býráðslimurin fyri Tjóðveldi vísir m.a. á, at kommunan hevur hildið fast um, at tað skal ikki bygjast nærri Sandá enn 50 metrar, og at stóru áirnar skulu fáa frið. 

 

“Kortini hevur í hesum máli verið mælt til at geva loyvi til bygging bert 20 metrar frá sjálvari Sandá. Tað er at ganga ov nær. Hartil kemur, at Tórshavnar kommuna fyri ikki so langari tíð síðani samtykti at halda fast við, at ein jarðareigari fram við Sandá skuldi missa tað loyvi, sum hann á sinni hevði fingið frá Argja kommunu til at gera eina útstykking. Høvuðsargumentið var, at byggingin fór at koma ov nær ánni og fór at ørkymla umhvørvið fram við henni. Tá kommunan hevur hildið so fast í einum máli, um ikki at loyva bygging fram við Sandá, haldi eg ikki, at hon brádliga kann sleppa tamarhaldinum í einum øðrum máli, sum snýr seg um tað sama í sama umhvørvi”, segði Jógvan í røðu síni. 

 

##med3##

 

Lurtaðieftirmótmælum 

 

Ein meiriluti í byggi- og býarskipanarnevndini tók - eftir at málið hevði verið til hoyringar - ikki undir við at uppskotinum at broyta byggisamtyktina, so ein kirkja kann byggjast. Um hesa tilgongdina segði varaborgarstjórin: 

 

“Í besta fólkaræðisliga anda hevur kommunan lagt uppskot sítt um at gera serstaka byggisamtykt fyri økið millum vegin og Sandá út til hoyringar hjá almenninginum. Hendan hoyringin hevði við sær, at eini 250 fólk mótmæltu, at bygt verður á tí staðnum, sum kosið er til kirkjubyggingina. Hesi mótmæli hava fleiri býráðslimir tikið til eftirtektar, og meirilutin í byggi- og býarskipanarnevndini hevur samtykt ikki at taka undir við at gera ta ætlaðu serstøku byggisamtyktina. Tað merkir, at hesin meiriluti tekur ikki undir við, at kirkja verður bygd dygst við Sandá.” 

 

Men meirilutin í býráðnum tók ikki undir við Byggi- og býarskipanarnevndini. 

 

##med4##

 

Guðshús er ovgott til at geraóbótaliganskaða 

 

Jógvan Arge endaði røðuna við hesum orðunum:  

 

“Eg ivist ikki í, at tað er best fyri allar partar at halda fingrarnar burtur frá fríøkinum við Sandá. 

 

Gera vit ikki tað, kunna vit vænta óbótaligan skaða bæði har og aðra staðni í kommununi – og tað haldi eg, at eitt Guðs hús er ov gott at verða brúkt til.” 

 

Býarskipanarnevndlandsinsímótibyggisamtyktini 

 

Jógvan Arge nevnir ikki, at ein meiriluti í býarskipanarnevnd Landsins heldur ikki tók undir við at broyta byggisamtyktina fyri fríøkið við Sandá. 

 

Tað fekk - sambært innlitinum Áhugabólkurin hevur fingið - tekniska stjóran og býararkitektin hjá TK at skriva Innlendismálaráðnum drúgvt bræv, har teir mæla frá at taka støðuna hjá býarskipanarnevndini til eftirtektar. 

 

##med5##

 

Máliðosar av vánaligarimálsviðgerð 

 

Alt málið um fríøkið við Sandá og kirkjubyggingina osar:  

 

Viðgerðin var ikki fullfíggjað. Fyrisitingarrætturin varð ikki hildin. Ein privatrættarlig avtala varð brotin. Mismunur verður gjørdur. Heldur ikki varð nøkur árinsmeting - umhvørviskanning - gjørd. Og sum Jógvan Arge vísir á, so verða reglur bendar og boygdar fyri at fremja eina kirkjubygging og oyða náttúru. 

 

Ber ikki til hjá býráðslimum framhaldandi at sita hendur í favn og siga, at “alt hatta varð gjørt fyri mína tíð”?  

 

Endurgivið við loyvi frá Jógvani Arge. Øll røðan kann lesast á bólkinum “Varðveirið fríøkið við Sandá” á Facebook.  

 

 

 

Jóhann Mortensen