nøgdin av laksi at økjast upp í stívliga 1000 tons um árið. Sølustjórin í Swiss Lachs, Ronald Herculeijns, sigur, at nýggja alistøðin væntandi kemur í gongd um eini tvey ár ella so. [...] nethandilin. Í fjør upplýsti alifyritøkan, at tey stílaðu eftir einari sølu á 600 tons av laksi um árið, og tá er hetta laksur, sum liggur millum 3,5 og 4 kilo. Eini 80 prosent av laksinum verður seldur
hevur nakrar ítøkiligar ætlanir um at lækka um framleiðsluna, av teimum, sum Sosialurin hevur tosað við. Fríðmund Hansen, Vestlax, vísir á, at teir støðugt ætla at økja um framleiðsluna í tráð við gongdina [...] risastórur partur av føroyska vinnulívinum, og árið í fjør var veruliga eitt framúr fyri at kalla alla alivinnuna. Nógv hevur eisini verið skrivað og tosað um, at norðmenn eiga ein fittan part av føroysku [...] lop uppeftir, men eygleiðarar seta spurnartekin við, um prísurin framhaldandi fer at fara uppeftir. Tað eru sum heild eitt sindur ymsar meiningar um, hvussu gongdin innan alilingina fer at hátta seg í
landsskattainntøkurnar um 310 mió. kr. fleiri bara higartil í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør. Tá árið verður liðugt er veruligi kostnaðurin av flatskattalættanum væntandi um 340 mió. kr. Hetta er alt [...] føroyingar, og okkara privatu nýtslu, ið er søguliga lág (nýta bert um 83% av inntøku til nýtslu). Um vit bert kendu okkum trygg um framtíðarútlitini, og farið varð undir at nýta sama part av inntøkuni [...] fyrihalda seg til, at peningurin kemur at mangla seinni. Um 210 mió. kr. í framskundaðum pensjónsskatti verða brúktar bert í 2012. Talan er samstundis um minst 100 mió. kr. minni enn mistu landsskattainntøkurnar
in, tá landskappingin í aðru deild í fótbólti fer ígongd, og nú hava toftamenn enn einaferð styrkt um liðið. Albert Sævarsson, sum eisini áður hevur vart B68-málið, kemur nú aftur til felagið. Albert varð [...] í landinum, men í fjør noyddist hann heim til Íslands av privatum ávum. Hann hevur hetta seinasta árið spælt við Grindavík í bestu íslendsku deildini.
i miðvallarin Jónas Stenberg var ovurfegin um, at tað endiliga hevði eydnast honum og liðfeløgunum at vinna: – Hóast vit ikki høvdu vunnið seinastu sjey umførini, so hava vit alla tíðina trúð uppá [...] Meðan teir í AB stórfegnaðust um sigurin og avrikið hjá Sorin Anghel, so ásannar ÍF venjarin, at hansara lið er alt ov illa mannað at vera við í kappingini um fremstu plássini. Tað vóru flongdir heimamenn [...] beinanvegin at geva ÍF, til 3-1. Í øllum førunum stýrdi Sorin, sum hesa ferð var ytstur á miðvøllinum í vinstru, bóltin í málið við høvdinum, og í tveimum førum var tað, eftir at Jákup Mikkelsen í fyrsta
fingu boðini. Sjálvandi hava vit kannað nakað og havt samband við onkran venjara. Men um tað verður heilt skjótt, ella um tað fer at taka nakað av tíð, áðrenn hetta er avklárað, dugi eg ikki at siga enn, sigur [...] hesum spurninginum avkláraðum, kundi longu tíðliga heyst farast undir restina av fyrireikingunum til árið. Nú er tó broyting komin í. Sum flestir aðrir av føroysku venjarunum, so hevur Albert Ellefsen eisini [...] boðað okkum frá, at hann ikki hevur umstøður at vera venjari hjá okkum komandi ár. Tað harmast vit um, tað er klárt, at hetta hevur givið okkum ein trupulleika, sigur Árni Jacobsen, formaður í FS Vágum
inn. Hetta er Jakku við Stein. Hann kemur at tosa við meg. So spyr hann, um eg hevði fingið nakað at eta. Nei, eingin hevði talað um tað. Tað skuldi hann orðna. Tað var eisini skjótt, at teir komu við einum [...] eg so aftur lagdur í eina song við hús. Hetta tók eina langa tíð, tá eg eisini gekk við høkjum. Alt hetta árið fór sum tað var. Aftur var eingin sosialhjálp av nøkrum slag. Eg hevði lán í húsinum í spa [...] vóru ofta uppá kamp um, hvussu nógv sement skuldi blandast í sandin. Ringar tíðir 30-árini vóru ring alla staðni og ikki minst í Havn. Skipini komu heim og sluppu ikki av við fiskin. Um tað var farið út á
dámdi væl at vera á sjónum. Tá kemur ein Hull trolari á Havnina og vil hava átta flekjarar umborð. Eg fór við. Hann kom bert tann eina túrin. So kom ein Grimsbytrolari árið eftir, hetta var í 1924. [...] Í 1919 var eg aftur við Marshall. Hannus hjá Demmusi førdi hana. Um heystið fóru vit niður til Leith við fiskinum. Vit vóru sjey sum fóru niður við. Johannes í Funningsstovu kom sjálvur við sum kendur [...] eitt feigdarár. Ikki færri enn 60 fiskimenn mistu lívið á sjónum. Dias á Heyggi, sum var fiskikongur um hesa tíðina, hevði selt sítt skip Kristina til Kjølbro. Hon bleiv burtur við allari manningini. Onnur
hennara hevur greitt henni. Hon situr mitt í skúlastovuni í millum øll hini, sum lata til at vera fegin um, at hon nú er komin afturat. Hon greiðir spent frá, at ætlanin hjá skúlanum er at fara ein túr til [...] Hon hevur ferðast nógv við skúlabørnunum runt í Føroyum, men í ár er so sum sagt ætlanin at fara út um landoddarnar. Hini, sum ganga í Haraldssunds skúla, ganga í triðja til og við seynda flokki. Millum [...] hjá Albertu, Rasmus, sum gongur í sjeynda flokki. Tað merkir so samstundis, at hetta er tað seinasta árið hjá honum í skúlanum í bygdini. Komandi ár skal hann til Klaksvíkar at ganga í skúla. Og tað heldur
Einaferð um árið verður mammudagurin hildin. Ikki tí, mammurnar eru alt annað – og nógv meira – enn dagur um árið, men sunnudagin er aftur mammudagur – soleiðis alment onkursvegna. Traditiónin at halda [...] stig til dagin. Upprunaliga skuldi dagurin markera frið, men Anna Jarvis royndi at breiða dagin út um landið fyri at minnast sína egnu mammu, og við tíðini gjørdist dagurin ein mammudagur. Í USA hevur