Alararnir:Eingin kreppa

Hóast laksaprísurin er í botni í løtuni, eru alararnir framvegis rættiliga róligir. Størru alararnir í Føroyum siga seg hava upplivað verri støðu enn hesa áður. Teir siga seg kunna klára núverandi prísirnar í eitt ár fram

 

Aling

Kring allan heim er prísurin á laksi farin heilt niður í botn. Tá laksurin er nógv tann størsti parturin av útflutninginum hjá føroysku alarunum, so merkja teir tað sjálvandi eisini. Alifyritøkurnar eru so við og við vorðnar ein risastórur partur av føroyska vinnulívinum, og árið í fjør var veruliga eitt framúr fyri at kalla alla alivinnuna. Nógv hevur eisini verið skrivað og tosað um, at norðmenn eiga ein fittan part av føroysku alivinnuni, men meirilutin er í øllum førum á føroyskum hondum.

Prísurin á laksi er í skrivandi stund sera lágur, hóast hann í seinastu hevur gjørt eitt lítið lop uppeftir, men eygleiðarar seta spurnartekin við, um prísurin framhaldandi fer at fara uppeftir. Tað eru sum heild eitt sindur ymsar meiningar um, hvussu gongdin innan alilingina fer at hátta seg í framtíðini. Onkur heldur, at gongdin við lágu prísunum fer at halda fram í hálvt ár afturat, meðan onnur halda fyri, at gongdin líka so væl verður soleiðis í eitt heilt ár fram.


Verri áður

Millum størstu alararnar í Føroyum er ein rættiliga stór optimisma at hóma. Formaðurin í Havbúnaðarfelagnum, Hans Jocobsen, vil ikki kalla núverandi støðuna fyri eina kreppu. Eisini stjórin fyri Vestlax, Fríðmund Hansen, sigur, at teir hava upplivað verri tíðir enn teir gera nú, og teir eru komnir undan aftur tá, og tað eru teir væntandi eisini hesaferð.

Hans Jacobsen vísir á, at tað í veruleikanum ikki eru nøkur smáfeløg í føroysku alivinnuni.

-Øll feløgini eru rættiliga sterk fíggjarliga, og tey klára væntandi eisini eina tíð við lágum prísum og lítlum eftirspurningi. Sum støðan er í løtuni, so missa flestu virkini einar tvær krónur av hvørjum seldum kilo í mun til framleiðslukostnaðin, men hetta eiga flestu virkini at kunna tola, sigur Hans Jacobsen, formaður fyri Havbúnaðarfelagið.

Jón Purkhús, stjóri fyri Faroe Salmon, sigur, at alingin í løtuni koyrir ógvuliga tungt, men hann metir, at teir eru førir fyri at klára núverandi støðuna í eitt ár fram. Faroe Salmon var tað føroyska alifyritøkan, sum kundi vísa á besta úrslitið í fjør. Hann sigur eisini, at teir hava havt eitt brúkiligt ár higartil, og teir í løtuni ikki vinna pening upp á laksin, men heldur ikki fáa nakað stórvegis undirskot. Fríðmund Hansen hjá Vestlax sigur við Sosialin, at teir í løtuni missa einar tvær krónur fyri hvørt kilo, teir selja.

Felags fyri allar alararnar, sum Sosialurin hevur tosað við er, at teir alla vænta, at gongdin fer at venda aftur til tað betra.


Skerja í felag

Fríðmund Hansen á Vestlax vísir á, at trupulleikin í løtuni er, at tað er ein alt ov lítil eftirspurningur eftir laksi í løtuni. Hann vísir á, at um ein matstova áður hevði fýra laksarættir á matarlepanum, so er kanska ein nú.

Alararnir tykist samdir um, at tað í løtuni ikki er tað nógva, sum teir sjálvir kunnu gera. Eingin hevur nakrar ítøkiligar ætlanir um at lækka um framleiðsluna, av teimum, sum Sosialurin hevur tosað við. Fríðmund Hansen, Vestlax, vísir á, at teir støðugt ætla at økja um framleiðsluna í tráð við gongdina á marknaðinum. Eisini tí, at teir ynskja ikki ein alt ov høgan prís á laksi.

-Tað vildi verið ynskiligt, at prísurin lá á umleið 24-25 kr./kg., har hann áður hevur ligið nógv hægri, men í løtuni er umleið 16 kr./kg, sigur Fríðmund Hansen.

Jón Purkhús sær bert ein møguleika í at skerja um framleiðsluna, um allir alarar, og ikki bert í Føroyum, skerdu framleiðsluna. Hann leggur afturat, at hann væntar ikki, at tær fyritøkur við hægstu framleiðslukostnaðunum fara at yvirliga longur enn eitt hálvt ár, um gongdin higartil heldur fram.