Ein sveisiskur alari - Swiss Lachs, sum alir laks í hyljum uppi á landi - fer at gera íløgur á 284 miljónir norskar krónur í eitt nýtt alibrúk, og endamálið við íløguni er at tvífalda framleiðsluna.
iLaks skrivar, at alifyritøkan, sum virkar laks við ein fjallatind í Lostallo, beint við markið til Italia, nú fer at byggja upp sína næstu alistøð.
- Eftirspurningurin eftir burðardyggum laksi úr Sveits er nógv øktur, sigur sølustjórin í Swiss Lachs, Ronald Herculeijns.
Tá korona-kreppan rakti umsetningin hjá lítla sveisiska roykjarínum, fór fyritøkan at gera meira við nethandilin.
Í fjør upplýsti alifyritøkan, at tey stílaðu eftir einari sølu á 600 tons av laksi um árið, og tá er hetta laksur, sum liggur millum 3,5 og 4 kilo.
Eini 80 prosent av laksinum verður seldur feskur, og restin - ella tey umleið 20 prosentini - verða seld sum royktur laksur, royktur á egnum roykjaríi.
Nú vil so Swiss Lachs gera eina íløgu á 284 miljónir norskar krónur í eina nýggja alistøð. iLaks veit at siga, at við útbyggingini fer nøgdin av laksi at økjast upp í stívliga 1000 tons um árið.
Sølustjórin í Swiss Lachs, Ronald Herculeijns, sigur, at nýggja alistøðin væntandi kemur í gongd um eini tvey ár ella so.











