Fáur ivast í, at B68 er stóri favoritturin, tá landskappingin í aðru deild í
fótbólti fer ígongd, og nú hava toftamenn enn einaferð styrkt um liðið.
Albert Sævarsson, sum eisini áður hevur vart B68-málið, kemur nú aftur til
felagið. Albert varð í 2003 kosin sum besti málverji í landinum, men í fjør
noyddist hann heim til Íslands av privatum ávum. Hann hevur hetta seinasta
árið spælt við Grindavík í bestu íslendsku deildini.