Aldargamal mammudagur

Blómuhandlar hava góðar dagar, tá ið mammudagurin verður hildin. Sunnudagin er aftur mammudagur

Einaferð um árið verður mammudagurin hildin. Ikki tí, mammurnar eru alt annað – og nógv meira – enn dagur um árið, men sunnudagin er aftur mammudagur – soleiðis alment onkursvegna.

Traditiónin at halda mammudag er aldargomul. Dagurin, sum hann nú verður hildin, varð uppfunnin í USA í 1872, tá ið amerikanski rithøvundin Julia Ward Howe tók stig til dagin. Upprunaliga skuldi dagurin markera frið, men Anna Jarvis royndi at breiða dagin út um landið fyri at minnast sína egnu mammu, og við tíðini gjørdist dagurin ein mammudagur. Í USA hevur dagurin verið ein almennur heiligdagur síðani 1914.


Blómur og gávur

Mammudagurin er eisini komin hendan vegin – sum aðrir líkandi dagar, og her á okkara leiðum verður dagurin hildin annan sunnudag í mai.

Tá senda synir og døtur mammu sínari ein tanka – stundum sum eina lítla gávu – og serliga hava blómuhandlarnir góðar dagar mammudagin.

Onkur porselensverksmiðja hevur eisini gjørt serliga plattar, sum verða gjørdir til árliga mammudagin.