Haraldssund:
? Eg havi glett meg so longi til at sleppa í skúla, sigur seks ára gamla Alberta, sum er ein avbera fitt og skilagóð genta.
Serstakt við henni í mun til onnur, sum eisini eru farin í fyrsta flokk er, at hon hevur ongar javnaldrandi floksfelagar. Men tað letur ikki til at gera nakað fyri hana.
? Tað bilar onki, sigur hon avgjørd á málinum og hyggur upp við stórum og smílandi eygum.
Útlitini framyvir fyri skúlabørnum í Haraldssundi eru ikki so góð longur. Tað ganga 11 børn í skúlanum í dag, og komandi ár kemur eitt afturat, og so kemur onki í tvey ár, og síðani er tað aftur, sum nú er, bert tað eina barnið, sum fer í fyrsta flokk.
Alberta er so fín í morgun í nýggjum klæðum, sum hon hevur fingið til at ganga í skúla í og við fittum rottuhalum, sum hon sigur, at mamma hennara hevur greitt henni. Hon situr mitt í skúlastovuni í millum øll hini, sum lata til at vera fegin um, at hon nú er komin afturat.
Hon greiðir spent frá, at ætlanin hjá skúlanum er at fara ein túr til Hetlands.
Lærari í Haraldssundi er Magna Thomassen. Hon hevur verið har síðani 1998. Magna hevur verið lærari í nógv ár, og hon sigur, at henni dámar sera væl at vera á bygdaskúla. Hon býr í Klaksvík og koyrir so hvønn dag teinin til Haraldssund, sum bert tekur einar 10-15 minuttir. Hon hevur ferðast nógv við skúlabørnunum runt í Føroyum, men í ár er so sum sagt ætlanin at fara út um landoddarnar.
Hini, sum ganga í Haraldssunds skúla, ganga í triðja til og við seynda flokki. Millum onnur er beiggin hjá Albertu, Rasmus, sum gongur í sjeynda flokki. Tað merkir so samstundis, at hetta er tað seinasta árið hjá honum í skúlanum í bygdini. Komandi ár skal hann til Klaksvíkar at ganga í skúla. Og tað heldur hann ikki vera so galið. Teir eru tveir í sjeynda flokki, og báðir fara at fáa eina lítla smakkiroynd uppá, hvussu tað verður í áttanda flokki í ár. Tí teir skulu inn til Klaksvíkar at hava alis- og evnafrøði, tí skúlin í bygdini hevur ikki ta neyðugu útgerðina til allar royndirnar og annað, sum gjørt verður í hesum lærugreinunum.
Alberta sigur, at beiggi hennara hevur sagt henni frá ymsum, sum tey plaga at gera í skúlanum, so hon er sera spent upp á at koma rættuliga í gongd.
Truplar umstøður
Skúlastovan í Haraldssundi er lítil, men hugnalig. Men tað er ikki bara sum at siga tað at undirvísa hesum 11 børnunum eftir krøvunum hjá fólkaskúlalógini. Skúlin hevur sum vera man onga serstovu, so allar lærugreinarnar eru í einari og somu stovu. Eisini handaverk og list. Til tíðir ber illa til hjá teimum, serliga tá tey hava smíð og køk. Men Magna er ikki ráðaleys. Hon hevur onkuntíð tikið børnini heim við til sín at gera arbeiðið liðugt og at gera mat, sum ikki ber til í stovuni í skúlanum.
Skúlin hevur tvær teldur, sum eru til stóra gleði hjá næmingunum. Ítrótt fara tey til Klaksvíkar at hava. Men hvønn dag í viku tað er, er ikki endaliga staðfest enn, og tískil hava næmingarnir í Haraldssundi ikki fingið ta endaligu tímatalvuna enn. Men fyri tað verður ikki ligið á tí latu síðuni. Hendan morgunin Sosialurin vitjar, hava tey føroyskt og tosa um torvhús.
Magna sigur, at tað ber slettis ikki til at samanbera ein stóran skúla við ein bygdaskúla, sum tann í Haraldssundi.
? Eg havi verið lærari í so mong ár nú á stórum skúlum. Nógvir lærarar halda, at hetta er onki, men ein og hvør átti at roynt tað. Tí tað er ein stór avbjóðing at hava so nógvar árgangir í eini og somu stovu í senn, sigur hon. Og hon leggur afturat, at krøvini til læraran eru nøkur heilt onnur, tí tá skal hann undirvísa í øllum lærugreinum.
? Her nyttar onki at siga, at ein ikki dugir nakað í evning ella smíð. Ella at ein ikki dugir at syngja. Tey skulu hava lærugreinarar og undirvísing í teimum, tað er onki at gera við, sigur Magna, sum nú er farin í fast starv í Haraldssundi.
Børnini í Haraldssunds skúla eru ikki øðrvísi enn onnur. Nøkur eru glað, nú skúlin er byrjaður aftur, meðan onnur eru um at sálast. Men tað er helst ein, sum er meira spent og glaðari enn hini. Og tað man vera lítla Alberta, sum er farin í holt við at læra seg stavirnar og tølini.