robotturin verður væl egnaður at seta inn í mannakroppin, tá neyðugt er at ?umvæla? gøgn, ið ikki virka, sum tey skulu. Tað er Fiskaren, sum ber hesi tíðindi úr Illustrert Vitenskap, sum norðmenn kalla [...] Tað var stórur áhugi, tá granskarar við University of California í Los Angeles herfyri royndu ein nýggjan og evarska lítlan robott, sum hevur skap av eini hond við fýra fingrum Robotturin hevur eitt tvørmát [...] úr einum fiski. Hetta gekk væl, og eggið fekk ongan skaða undir tøkuni. Ætlanin er at brúka robottin í mikro-kirurgi, og mett verður, at hann verður væl egnaður. Evarska smáu fingrarnir flyta seg ikki við
skrivar í "Teir sigldu úti", at hann undan krígnum var ovasti hjá amerikanska herflotanum í New York harbour. Meðan hann var í Íslandi, hevði hann heitið admiralur. Villi var við í innrásini í Frankaríki [...] næstelstur, var føddur í 1909. Tískil hevur hann helst búð í Hull, tá ið hann var við Konge Inge og Trygve. Í Hull fær Christian sær ein stóran flota av trolarum og línubátum, skrásettir í Føroyum. Lutvíst átti [...] januar 1943 var hann skipari á einum torpedobáti í Opereation Childhood á einum álopi í Tripoli í Libya í Norðurafrika, sum tá var hersett av týskarum. Men hetta endaði við, at 23. januar kundi Montgomery
yvirgang í størsta álvara eftir atsóknina í París fríggjakvøldið. Úr øllum Evropa hoyrast tíðindi um, at myndugleikarnir eru á varðhaldi og taka allan illgruna um yvirgang í størsta álvara. Í gjárkvøldið [...] tað mesta av sosialum lívi í Hannover avbrotið. Ætlaði fótbóltsdysturin millum Týskland og Holland bleiv avlýstur, meðan ein konsert, sum skuldi vera í býnum, varð útsett. Í dag eru fleiri fráboðanir komnar [...] úr støðum, tí vandi hevur verið á ferð. Terminal 3 í Kastrup varð stongdur fyrrapartin, eftir at ein illgrunaverd taska varð funnin í terminalinum, og í París vórðu fólk eisini rikin úr stóru tokstøðini
svimjing sæst millum annað í, at teir báðir eiga føroysk met í øllum teimum greinum, teir taka lut í. Teirra suverena støða í føroyskari svimjing var somuleiðis staðfest í FM í svimjing í mai, har ryggsvimjarin [...] gina í svimjing fyri juniorar, sum fer fram í í Beograd frá mikudegnum til sunnudagin í næstu viku. Tveir av fremstu, føroysku svimjarunum eru við, Pál Joensen og Kári á Høvdanum, og báðir eru í toppform [...] millum allar svimjarar í kappingini, bæði í 800 m frí og í 1500 m frí. Tí fer Pál Joensen natúrliga eftir heiðursmerkjum í serbiska høvuðsstaðnum. Pál Joensen kom eftir góðu úrslitini í Danish Open upp á 902
Í dag vitja fýra evropeiskir ríkisleiðarar í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv. Leiðararnir eru nýggi týski kanslarin, Friedrich Merz, franski forsetin, Emmanuel Macron og bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer [...] Starmer. Teir eru komnir í toki úr Póllandi í morgun, og seinni skulu teir eisini hitta ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj. Sagt verður, at pólski forsætisráðharrin, Donald Tusk, eisini er við á ferðini [...] rættvísan frið millum Russland og Ukraina. Tað er norska kringvarpið - NRK - sum ber hesi tíðindi úr Ukraina í morgun.
hevur í dag boðað frá, at rentan lækkar. Leiðandi rentan lækkar nevniliga úr 2,75 niður í 2,50 prosent. Væntandi fer Danski Tjóðbankin eisini at koma við eini fráboðan í framhaldi av hesum seinni í dag. [...] Hetta er sættu ferð á rað, at ECB lækkar rentuna síðani juni í fjør, og sambært búskaparfrøðingum eru tað góð tíðindi fyri húsaeigarar í Evropa, at rentan framhaldandi lækkar. Sambært TV 2, so hevur [...] seinni í vár, kann hetta føra til bíligari húsalán til túsundtals danskar húsaeigarar við stuttum lánum. Tjóðbankin fer væntandi at fylgja við og eisini lækka rentuna við 0,25 prosentstigum í rentufráboðan
áðrenn 1. januar í ár, og sum ætla at skifta felag í summar, skulu fáa hetta avgreitt innan mikudagin 12. juli 2023 klokkan 16:00, skrivar Fótbóltssambandið. Eftir at hava verið opið í skjótt ein mánað [...] dreingir, ið vóru fylt 15 ár áðrenn 1. januar 2023, og sum ætla at skifta felag í summar, skulu fáa hetta avgreitt, áðrenn flytingarvindeygað letur aftur mikudagin í komandi viku. Men hví hava vit eitt “fly [...] freist at flyta millum feløg í hesum umfarinum er tískil mikudagin 12. juli 2023 klokkan 16:00, og er hetta galdandi fyri øll, ið vóru fylt 15 ár áðrenn 1. januar í ár. ##med2##
endað varð við at siga »at hóast vit í Føroyum nýta alsamt meiri heilivág móti tunglyndi, so er nýtslan væl minni enn í grannalondunum«. Ljóðaði sum um, at tað var so í øllum førum nakað vit kundu ugga okkum [...] síðani seint í fimtiárunum og hevur eisini verið brúktur her í mong ár. Eins og á øðrum økjum vóru alla tíðina gjørdir batar á heilivágin, serliga at minka um hjáárin, men eisini at bøta um árin. Í áttatiárunum [...] At viðgjørt verður í munandi longri tíð, veksur eisini um nýtsluna. Men kanska (og tað vita vit ikki við vissu) eru tað nógv fleiri fólk, sum fyrr máttu býta tunglyndi í seg og líða í mánaðir, sum nú kunnu
eitur Eygamálið. Orðið klumma finst ikki í Móðurmálsorðabókini – sum heldur ikki eitur soleiðis, men Føroysk orðabók. Leitar tú eftir orðinum klumma, rennur tú teg í lýsingarorð sum klumprutur, klumsin ella [...] ferð aftur er komið á Norðurlandahúsið, sum bæði sendir faldarar út í hvørt hús, samstarvar við Kringvarpið og bjóðar alskyns tiltøk fram í hesum døgum. Um hetta hevur nakað við nýggj fólk á staðnum skal [...] at júst í Norðurlandahúsinum grør um gangandi fót fyri tíðina. Og tøkk skulu tey hava fyri tað. Tí tað er sum Churchill, gamli tók til, tá onkur heldur klumsut ætlaði at skerja mentanarpartin í Bretlandi
vóru góð tíðindi hjá kassameistarunum í B36, HB, Víkingi og NSÍ, tá felagsskapurin hjá europiskum fótbóltsfeløgum – ECA – hevði fund fyrr í vikuni. Tey fýra feløgini vóru í ár føroysku umboðini í europisku [...] kappingunum, og hetta í sjálvum sær kastar heilt fitt av peningi av sær. Umframt luttøkugjaldið fyri altjóða dystirnar, hava feløgini nú fingið at vita, at UEFA á sama hátt sum í fjør útlutar peningin [...] peningurin fyri hesar bøtur verður býttur millum hini feløgini, sum hava tikið lut í kappingunum. Fyri tey trý feløgini, sum tóku lut í Euro-League veður eyka kekkurin á leið €30.000 – svarandi til 223.000 kr.