Tað vóru góð tíðindi hjá kassameistarunum í B36, HB, Víkingi og NSÍ, tá felagsskapurin hjá europiskum fótbóltsfeløgum – ECA – hevði fund fyrr í vikuni.
Tey fýra feløgini vóru í ár føroysku umboðini í europisku kappingunum, og hetta í sjálvum sær kastar heilt fitt av peningi av sær.
Umframt luttøkugjaldið fyri altjóða dystirnar, hava feløgini nú fingið at vita, at UEFA á sama hátt sum í fjør útlutar peningin, sum er komin inn umvegis bøtur fyri brot á Financial Fair Play-reglurnar.
Fleiri europisk feløg hava fingið bøtur fyri brot á reglurnar, og peningurin fyri hesar bøtur verður býttur millum hini feløgini, sum hava tikið lut í kappingunum.
Fyri tey trý feløgini, sum tóku lut í Euro-League veður eyka kekkurin á leið €30.000 – svarandi til 223.000 kr. Hjá meistarunum úr B36 veður upphæddin nakað størri. Høvuðsstaðarfelagið fær nevnliga á leið €35.000 – svarandi til 260.000 kr. – í part afturat stóra kekkinum, sum longu er tryggjaður við meistaraheitinum.










