Útvapið visti at siga nú ein dagin, at føroyingar keypa fleiri eydnubollar, og at nýtslan er alsamt vaksandi, men at samlaða nýtslan tó er væl minni enn í grannalondunum. Vóru tíðindini keðilig ella gleðilig ella bæði? Og hvat var keðiligt og hvat var gleðiligt?
Yvirskrivtina mugu tit halda mær til góðar. Men tað var hetta knortluta navnið »eydnubollar«. Ein óheppin umseting av tí danska, men eisini óhepna og populistiska navninum »lykkepiller«. Talan er um heilivág fyri tunglyndi, tablettir ella pillarar. Hví júst hetta slagið, saman við gitnaðarfyribyrging, skal kallast bollar, er mær ein gáta. Bollar eru nakað, sum ein bakar ella keypir frá bakaranum. Rosinubollar og hesa ársins tíð jólabollar. Og so øll hini sløgini av bollum. Kjøtbollar og mjølbollar finnast eisini. Norðan fyri hava tey eisini bollarennur, men tað er so aftur nakað heilt annað. Men eydnubollar?.?
Navnið er bæði fjákut og misvísandi. Talan er um heilivág, sum skal nýtast til álvarsliga sjúku, sum gevur mongum trega og eisini kann vera lívshættislig.
Eingin grund er at halda áfram við at brúka eina óhepna umseting úr donskum, men tílíkar máliskur munnu nokk verða torførar at lúka burtur, tíverri.
Gleðilig tíðindi?
Tað var útvarpið, sum visti at siga tíðindini um vøksturin í nýtsluni av heilivági móti tunglyndi. Talað varð um »risa vøkstur« og at hesir pillarar »verða seldir, sum ongantíð áður«. Men tó so, at endað varð við at siga »at hóast vit í Føroyum nýta alsamt meiri heilivág móti tunglyndi, so er nýtslan væl minni enn í grannalondunum«. Ljóðaði sum um, at tað var so í øllum førum nakað vit kundu ugga okkum við. Men tað veldst kanska um tað oyra, sum skal hoyra? Ljóðaði fyri mær, sum um tað fyrra var keðilig, men at vit kundu ugga okkum við einum gleðiligum enda. Men er tað nú soleiðis, ella kundi tað kanska verið so, at tað gleðiliga var keðiligt og tað keðiliga gleðiligt?
Vaksandi nýtsla
Heilivágur móti tunglyndi hevur verið á marknaðinum síðani seint í fimtiárunum og hevur eisini verið brúktur her í mong ár. Eins og á øðrum økjum vóru alla tíðina gjørdir batar á heilivágin, serliga at minka um hjáárin, men eisini at bøta um árin. Í áttatiárunum kom nýtt slag av heilivagi móti tunglyndi á marknaðin. Eyðkenni fyri hendan var, at árinið var á leið líka so gott sum við gamla slagnum, á summum økjum kanska betri, men serliga at hjáárinini vóru munandi færri og linari. Sostatt bar eisini til at viðgera fólk, sum fyrr máttu gevast at taka heilivág vegna hjáárin. Samstundis var ikki neyðugt at vera so afturhaldin í at skriva út til fólk, sum høvdu hildið seg aftur, tí hjáárinini vóru so nógv. Hesin heilivágur var eisini munandi minni eitrandi, soleiðis at skilja, at gamla slagið ofta gav hjartatrupulleikar, og í summum førum varð nýtt til at taka lívið av sær. Fyrr var meiri vanligt at halda upp at við viðgerðini rættuliga skjótt aftaná at tunglyndi lætti, við vanda fyri, at tunglyndi kom aftur. Afturfall er sera vanligt tað fyrsta árið. Nú er meiri vanligt at halda áfram við viðgerðini í munandi longri tíð, sum fyribyrgjan móti afturfalli.
Tað hevur víst seg, at tað eisinieru aðrar sjúkur, sum kunnu viðgerast við hesum nýggja heilivágnum móti tunglyndi. Her verður hugsað um angist og onkrar fobiskar sjúkur. Tvingsilshugsanir og -atburður verða eisini viðgjørdar við hesum. Tvingsilsgrátur, sum vit síggja hjá dementum og fólkið, ið hava havt heilabløðing ella blóðtøpp í heilanum, kunnu oftani eisini viðgerast á hendan hátt. Eisini verður hesin heilivágur nýttur til at minka um trongdina hjá alkoholikarum og í ávísum førum eisini sum partur av viðgerðini fyri skizofreni.
Gleðiligur vøkstur?
So í grundini eru nógvar orsakir til, at nýtslan hevur verið vaksandi. Fyrst og fremst, at stórur partur av teimum, sum fyrr fingu gamla slagið, nú fáa hetta nýggja (og so skuldi nýtslan av gamla slagnum verið munandi minni í dag enn fyri tíggju árum síðani). At angist eisini kann viðgerast við hesum skuldi eisini havt við sær, at nýtslan av sissandi vági til hesi minkar. At onnur sjúkutekin, sum fyrr var trupult at viðgera, nú kunnu viðgerast við hesum, hevur eisini verið við til at økja um nýtsluna. At viðgjørt verður í munandi longri tíð, veksur eisini um nýtsluna. Men kanska (og tað vita vit ikki við vissu) eru tað nógv fleiri fólk, sum fyrr máttu býta tunglyndi í seg og líða í mánaðir, sum nú kunnu fáa viðgerð fyri sína sjúku.
So í grundini er tað, at nýtslan er vaksin seinastu árini ikki nakað at gremja seg um. Tað er (allarhelst) gleðiligt.
Samanberingar við grannalond
Tað at fólk í grannalondunum brúka meiri heilivág av hesum slagnum enn vit, merkir ikki avgjørt, at tað eru hini sum brúka ov nógv. Kanska eru tað vit sum brúka av lítið? Og so er tað keðiligt. Tí so eru tað allarhelst nógv fólk, sum ganga við trega og sjúku, sum ikki eru sett í eina viðgerð, sum teimum tørvar.
At vit, eftir hagtølunum at døma, liggja nógv lægri í nýtsluni, bendir tann vegin, men er ikki nakað prógv. Kanningar fyri einum 20 árum síðani vístu, at títtleikin av sálarsjúkum í Føroyum er á leið tað sama sum í Danmark, eisini hvat tunglyndi viðvíkur. Um vit taka serliga vetrartunglyndi við, átti títtleikin her allarhelst at verið nakað hægri, tí hesin veksur longur norðuri á hálvkúluni ein livir. Í Danmark verður fyri hvønn íbúgva brúkt næstan dupult so nógv sum her av hesum nýggja slagnum av heilivági - og í Íslandi meira enn tríggjar ferðir so nógv. Júst hví so er, er ikki heilt greitt.
Dult tunglyndi
Vanliga verður sagt aðrastaðni, at á leið ein fjórðingur av øllum vitjanum hjá kommunulæknunum snúgva seg um trupulleikar av sálarligum slagi. Fyri nøkrum árum síðani varð gjørd ein uppgerð hjá kommunulæknunum her, og vísti hendan, at tað bara vóru á leið 10 % av vitjanum, sum snúðu seg um sálarligar trupulleikar. Hetta kann sjálvandi undra, tá aðrar kanningar, sum nevnt, hava víst, at títtleikin her er á leið tann sami sum aðrastaðni. Orsakirnar kunnu vera fleiri. Tað kann vera, at fólk aftra seg at fara til lækna við slíkum trupulleikum her, tí tað ikki hevur verið so vanligt at tosa um slíkt. Tað kann eisini vera, at kommunulæknarnir ikki í nóg stóran mun fáa eyga á hesar trupulleikarnar, Ella bæði tvey? At kommunulæknarnir eru ovbyrjaðir ger, at minni tíð er til hvønn sjúkling, og at summi aftra seg við at brúka kostbaru tíðina hjá læknunum. Ella kanska onkur heilt onnur orsøk er.
Aðrastaðni hevur eisini verið frammi ótti fyri, at nýtslan av hesum heilivági er vaksin so nógv, men ikki hevur borið til at víst á einstakar orsakir til hetta. Tað er tó nógv sum bendir á, at eitt av positivu árinunum í fleiri londum í vesturheiminum hevur verið, at títtleikin av sjálvmorði hevur verið støðugt fallandi meðan nýtslan av hesum heilivági hevur verið vaksandi. Beinleiðis samanhang er torført at vísa, men tað er væl kent, at ein stórur partur av teimum, sum taka lívið av sær, hava tunglyndi um tað mundi.
Hagtøl kunnu sjálvandi bendast og tugast ymsar vegir, og tað skal ein vera varin við. Men tað at vit í Føroyum brúka so mikið minni av hesum slagnum av heilivági, enn gjørt verður í grannalondunum, sam-stundis sum vit vita, at aðrir viðgerðarmøguleikar (psykoterapi o.t.) eru sera avmarkaðir her á landi, mugu vit allarhelst taka sum tekin um, at tað eru nógv fólk við tunglyndi og øðrum sálarligum trupulleikum, sum ikki fáa ta viðgerð teimum tørvar. Tað er keðiligt.
Summa sumarum má so verða, at tíðindini, sum eg hoyrdi tey, eiga at vendast við. At tað letur til, um vit sambera okkum við grannalondini, at alt ov fá fólk fáa viðgerð fyri tunglyndi og líkandi sjúkur, men ugga okkum við, at alsamt fleiri fáa viðgerð.
???????????????????????????
Tormóður Stórá, lækni
- ávegis at gerast serlækni í sálarsjúkum










