Tað var stórur áhugi, tá granskarar við University of California í Los Angeles herfyri royndu ein nýggjan og evarska lítlan robott, sum hevur skap av eini hond við fýra fingrum Robotturin hevur eitt tvørmát, sum er einans 1 millimetur, tá ?hondin? er afturlatin. Royndir vórðu gjørdar at taka eitt egg úr einum fiski. Hetta gekk væl, og eggið fekk ongan skaða undir tøkuni.
Ætlanin er at brúka robottin í mikro-kirurgi, og mett verður, at hann verður væl egnaður. Evarska smáu fingrarnir flyta seg ikki við el, men við lufttrýsti.
Á hondini eru fýra ?fingrar?, og granskarar vænta, at robotturin verður væl egnaður at seta inn í mannakroppin, tá neyðugt er at ?umvæla? gøgn, ið ikki virka, sum tey skulu.
Tað er Fiskaren, sum ber hesi tíðindi úr Illustrert Vitenskap, sum norðmenn kalla blaðið.










