Evropiski miðbankin lækkar aftur rentuna

Rentulækkingarnar halda fram, og hetta kemur húsaeigarum til góðar.

Evropiski miðbankin, ECB, hevur í dag boðað frá, at rentan lækkar. Leiðandi rentan lækkar nevniliga úr 2,75 niður í 2,50 prosent. Væntandi fer Danski Tjóðbankin eisini at koma við eini fráboðan í framhaldi av hesum seinni í dag. 

Hetta er sættu ferð á rað, at ECB lækkar rentuna síðani juni í fjør, og sambært búskaparfrøðingum eru tað góð tíðindi fyri húsaeigarar í Evropa, at rentan framhaldandi lækkar.

Sambært TV 2, so hevur rentulækkingin verið væntandi millum búskaparfrøðingar, og saman við væntandi framhaldandi rentulækking upp á 0,25 prosentstig seinni í vár, kann hetta føra til bíligari húsalán til túsundtals danskar húsaeigarar við stuttum lánum.

Tjóðbankin fer væntandi at fylgja við og eisini lækka rentuna við 0,25 prosentstigum í rentufráboðan seinni í dag klokkan 16.

Eftir rentulækkingina í dag væntar bústaðarbúskaparfrøðingurin hjá Nordea, Lise Nytoft Bergmann, at langtíðarútlit eru fyri støðugari rentu á fastrentuveðhaldum, samstundis sum stuttfreistað fleksibul lán kunnu minka nakað.