flokkarnir í Føroyum eru alt ov bangnir fyri, at tey, sum gera íløgur í Føroyum vinna ov nógvan pening. Tað heldur Jógvan við Keldu, fyrrverandi landsstýrismaður, løgtingsmaður og borgarstjóri í Klaksvík. Í [...] grein, hann hevur sent Sosialinum sigur hann, at øvundin, sum er náðileysur gestur, hevur alt ov ofta verið boðin vælkomin, og við sínum fastatøkum, hevur hon eisini gjørt um seg í harmiligan hátt. - Ofta er [...] kanska fyri at gera øðrvísi íløgur og fingið peningin fyri sínar íløgur, hvussu miskunnarleyst hevur verið farið eftir teimum bæði frá politiskari síðu og frá fjølmiðlunum. Tí hetta siga tey vera órættur,
mennast, var neyðugt við føstum sambandi. Tað sá fólkið í økjunum. Sólskinssøgur Mótstøðan, sum var tá, er tagnað, ja, mótstøðufólkini tá, halda seg ídag enntá hava verið fyri, eru aftur at finna millum provinsiellu [...] og onkur annar samgongupolitikari við honum, at “gongur Gerhard ikki undir tað, sum tunnilsbókurin er komin til, so er tað tí, at hann vil forkoma tunlinum”! Synd er at siga, at hann yvirmetir føroyingin [...] meiri ávirkan, so kunnu serkønir siga tað mótsatta. At Vágatunnilin og Norðoyatunnilin eru sólskinssøgur, hevur gjørt, at sjálvt mótstøðufólkini nú fagna hesum, og tað er gott! Sandoyartunnilin verður sama
starvsetan, dygd og sølu! Hann situr í eini lyklastøðu, vinurin Øssur Mohr, og eg unni honum tað eisini, tí tað hevur hann sanniliga uppiborið! Øssur Mohr er ein hugkveikandi og dugnaligur og spennandi [...] Hvaðani kemur henda øvund og hatska illteinking frá? Hvørki frá Øssuri ella Zakarisi, tað veit eg! Plagiering Tað er so vandamikið og skaðandi og tápuligt at koma við sovorðnum pástandum sum Kinna Poulsen [...] Ólavur í Beiti rithøvundur ?????? Havi fylgt eitt sindur við í blaðskrivingini sum verið hevur seinnu tíðina, og eisini ómaka mær at spyrja onkran, hvat bagir Øssuri Mohr, hvat ólukkan hevur hann gjørt
hevur flest íðkandi fólk, tí tað samsvarar proportionalt við áhugan í føroyska fólkinum. Og fólk mega hava loyvi at stuðla tí, sum hjarta teirra slær fyri. Her í 90-unum hevur verið roynt at geva út bæði f [...] og meginparturin av teimum, sum vistu bara eitt sindur um Føroyar, vistu tað frá fótbólti. Møtti enntá svium, sum hvødu verið til minnilga dystin í Landskrona: »Jeg kommer ihåg målvakten med møssan!« [...] Sagt kalt og kyniskt, tað er fótbólturin, sum hevur áhugan ímillum veddarnar, og soleiðis áskoðarnar, og soleiðis ímillum sjónvarpshyggjarnar, og soleiðis ímillum sponsorarnar. Umsetningurin hevði doyð
arbeiða í dag 700 fólk. Tað eru tí nógvar familjur, sum eru heftar at hesum inntøkum. Og tær kunnu gerast fleiri, um umstøður eru til at vaksa um hesi arbeiðspláss. – Tað er tað sum Tórshavnar býráð arbeiðir [...] Tórshavnar havn hevur ongantíð verið mett at kosta eina milliard krónur, sum Jákup Mikkelsen førir fram, men 450 mió kr. Gamalt var, at fáur lýgur meira enn helvtina.... Tað er ikki Heðin Mortensen, sum [...] sum einsamallur hevur sett á skrá hesa verkætlan, og tað er ikki gjørt fyri at niðurpína – hvørki Skálafjørðin ella Klaksvík. Tað var hinvegin eitt samt býráð, sum gjørdi av at bøta um møguleikarnar hjá
hevði talan verið um okkurt slag av “øvugtum familjupolitikki”. So avtakið tit bara blokkstuðulin. Úrslitið verður ein nógv hægri skattur og ein munandi verri almenn tænasta. Tað stendur rimmar [...] Helgi Abrahamsen Tað sum Miðflokkurin við hesum roynir at siga, er at blokkstuðulin og ríkisfelagsskapurin hava ongan nevniverdan týdning longur. Hetta skal so brúkast sum undanførsla fyri, at [...] tíðarskeiðið, so sær úrslitið hjá landskassanum soleiðis út: Tilsaman hevur undirskotið hesi árini verið 4.043 mió. krónur, um vit ikki telja blokkstuðulin við. Um vit skuldu fíggjað alt hetta undirskotið
Nógvar kunnu orsøkirnar vera til uppsøgn, men lógin sigur, at tá tað kemur til barnsburð, er tað arbeiðsgevarin, sum skal prógva, at tað ikki er orsakað av barnsburði og ikki øvugt. ? Lógin er nakað leys [...] tílíkt mál hevur sum sagt verið fyri í rættinum í Føroyum, men tað heldur Turið kann koma av, at fólk vita ikki, hvat tey hava rætt til. ? Tá tú fert heim í barnsburðarfarloyvi, er tað púra greitt, at tú hevur [...] úttala seg um tað. Hon sigur tó, at útfrá tí, sum hon hevur lisið, so er her ikki talan um eina klára sak. Turið sigur, at arbeiðsgevarar hava funnið útav, hvussu skipanin virkar, tá tað kemur til barnsburð
Helgi, Eyðgun, Sjúrður og Torbjørn. Tað sigst, at framtíðarálit sambandsins er pennasjaførur. Hvat er galdandi nú? Sum nú er, er kaos á økinum. Og hví er tað tað? Jú, tað er tí at Landsverk og játtandi m [...] við líka tað tilhoyrandi hegni. Um hetta ikki verður hildið - ja so hevur kríatúreigarin endurgjaldsskyldu! Verður hetta samtykt so verður helst allur seyður tikin av har vegir og bústaðir eru. Tað einasta [...] ferðsluni sum Hoyvík. Í tríati ár hevur, uttan úrslit, verið togast við LV um hegn framvið Kalbaksvegnum. Í hesi tráti ár eru umleið 900 seyðir farnir. Tað er ein ótrúliga stór gonga. Stórur missur hjá bónda
ganga á henda skúlan og halda, at tey fáa fullfíggjaða útbúgving, og so vísir tað seg, tá ið samanum kemur, at tað er tað ikki, sigur Oda Andreasen um útbúgvingina hjá Øivindi og Vestegnens Terapiskole [...] dregur hann samanum. »Men tað stutta av tí langa er, at tann útbúgvingin er for vánalig?« Oda Andreasen virkar í dag sum sonuviðgeri í Havn, og hon var gestur í sendingini. ? Og tað er virkiliga synd fyri [...] Sosialin. Hann fer tí at stevna Odu Andreasen og Óla Jákupi Rólantson fyri ærumeiðing. Hann hevur verið hjá sakførara og viðgjørt málið. Sakførarin heldur, at hann hevur góðar møguleikar at vinna, greiðir
kallar tað ónatúrligt, sigur Annlis Bjarkhamar og greiðir frá, at hon veit um fólk, sum eru noydd at sløkkja fyri útvarpstíðindunum, so børnini ikki hoyra tað, ið verður sagt um samkynd. – Tað, sum eg [...] niðrandi um minnilutabólkar, so hevur tað avleiðingar fyri, hvussu minnilutabólkar verða viðfarnir í samfelagnum. Annlis Bjarkhamar heldur, at júst tí skuldi Jenis av Rana verið meira tilvitaður um, hvørja ávirkan [...] samgongan fór ikki at gera broytingar, ið skulu betra um umstøðurnar hjá samkyndum foreldrum. – Hatta er tað, sum Jenis av Rana altíð ger. Hann hevur síðani einaferð í 90'unum livað av at hava forfylgt og niðurgjørt