Øvugtur familjupolitikkur

“Blokkstuðulin fær alsamt minni týdning í Føroyska bú­skapinum”, stendur í eini blaðlýsing, sum Mið­flokk­urin hevði í Sosial­i­num tann 11. mai. Undir yv­ir­skriftini “Tøl ið tala”, verð­ur víst á, at blokk­stuð­ul­in var 27% av samlaðu inn­t­økum landskassans í 2001, 16% í 2005 og 14% á fíggjarlógini fyri 2007.

Helgi Abrahamsen

 

Tað sum Miðflokkurin við hesum roynir at siga, er at blokkstuðulin og rík­is­fel­ags­skap­urin hava ongan nevn­i­verdan týdning long­ur. Hetta skal so brúkast sum undanførsla fyri, at flokk­urin hevur lagt seg ytst út á loysingarveingin.

Men her er vert at hava í huga, at um vit taka blokk­stuð­ul­in burtur av inn­tøku­síð­uni hjá landskassanum hetta nevnda tíðarskeiðið, so sær úrslitið hjá lands­kass­a­num soleiðis út:

Tilsaman hevur und­ir­skot­ið hesi árini verið 4.043 mió. krónur, um vit ikki telja blokkstuðulin við.

Um vit skuldu fíggjað alt hetta undirskotið við økt­um skatti, so skuldi hvør ein­asti føroyingur goldið 11.946 krónur meira í skatti um árið (tá eru bæði børn og pensjónistar írokn­að).

Siga vit at 5 fólk eru í ein­um meðal føroyskum húski, so skuldi hvørt húski goldið umleið 60.000 krónur meira í skatti um árið. (5.000 krón­ur um mánaðin).

Ein annar møguleiki hevði verið, at skatturin ikki hækkaði so nógv, men at almenna tænastustøðið eis­ini lækkaði. Til dømis kundi skattarokningin hækk­að við helvtini av 60.000 krónum, og so kundi ein verri tænasta klár­að restina. Í øllum førum hevði talan verið um okk­urt slag av “øvugtum fam­ilj­u­pol­i­tikki”.

So avtakið tit bara blokk­stuð­ul­in. Úrslitið verður ein nógv hægri skattur og ein munandi verri almenn tæn­asta. Tað stendur rimm­ar fast.