Øtast um málburðin

Annlis Bjarkhamar heldur lítið um málburðin hjá Jenisi av Rana

Annlis Bjarkhamar, nevndarlimur í LGBT Føroyum, heldur lítið um orðalagið hjá Jenisi av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum, nú hann í gjár segði fyri Miðlahúsinum, at samgongan fór ikki at gera broytingar, ið skulu betra um umstøðurnar hjá samkyndum foreldrum.

– Hatta er tað, sum Jenis av Rana altíð ger. Hann hevur síðani einaferð í 90'unum livað av at hava forfylgt og niðurgjørt LGBT'arar. So vit vænta okkum ikki so nógv meira harfrá, sigur Annlis Bjarkahamar.

– Sjálvt um mann kanska hevði vónað, at nú tá hann kom í ein landsstýrissess, har hann skal sigast at umboða okkum øll í Føroyum og arbeiða fyri okkum øll, at hann kanska tók tað í eitt sindur størri álvara.

Annlis Bjarkhamar vísir á, at í vikuni var framløga í Norðurlandahúsinum, har norskur granskari vísti á, at tá politikkarar og onnur fólk á evstu rókum í samfelagnum tosa niðrandi um minnilutabólkar, so hevur tað avleiðingar fyri, hvussu minnilutabólkar verða viðfarnir í samfelagnum. Annlis Bjarkhamar heldur, at júst tí skuldi Jenis av Rana verið meira tilvitaður um, hvørja ávirkan hann hevur sum landsstýrismaður.

– Men hann blívur við og kallar tað ónatúrligt, sigur Annlis Bjarkhamar og greiðir frá, at hon veit um fólk, sum eru noydd at sløkkja fyri útvarpstíðindunum, so børnini ikki hoyra tað, ið verður sagt um samkynd.

– Tað, sum eg vóni, nú hendan barsilslóggávan kemur, er, at onkur í samgonguni vísir, at tey ynskja ikki at liva í tí samfelag, sum Jenis av Rana ynskir. Tey ynskja eitt annað samfelag. So aftur hesaferð, tá hetta lógaruppskotið kemur, kemur tað at handla um, hvat fyri samfelag, vit ynskja okkum, hvat menniskjasýn, vit hava, og hvussu vit fara við hvørjum øðrum, sigur Annlis Bjarkhamar, nevndarlimur í LGBT Føroyar.