Øvundin forkemur Skálafjarðartunlinum Sandoyartunnilin tí settur á síðurás

Jógvan við Keldu

-------

 

Skal viðsjónsætlanin 2015 gerast veruleiki, er altavgerandi, at givið verður loyvið at vinna pening hjá framtakshugaðum fólki.

 

Tann, sum hevur fingist við eitt sindur av hvørjum í politikki, skilur væl støðuna hjá Gerhardi Lognberg, sum hóast støðugt trýst hevur staðið sum ein maður.

Hevði ikki ætlað mær út í hetta kjakið, men eg haldi tað vera ovboðið, tá formaður í tingbólki Javnaðarfloksins gevur Gerhardi skuldina, um Sandoyartunnilin ikki kemur.

Sosialistiska samgongan hevði ikki meira enn tikið við, tá øvundin gav seg til kennar. Teir ræddust, at onkur vann pening við nýhugsan, egnum framtøkum og visjónsríku Skálafjarðarætlanini. – Meiri umráðandi var at køva eina menning í góðari tíð.

Hvørki Vágatunnilin ella Norðoyatunnilin komu av visiónsríkum landspolitikarum, men av teirri orsøk, at “neyðin lærdi nakna kvinnu at spinna”. Skuldu Vágoyggin og Norðoyggjar mennast, var neyðugt við føstum sambandi. Tað sá fólkið í økjunum.

 

Sólskinssøgur

Mótstøðan, sum var tá, er tagnað, ja, mótstøðufólkini tá, halda seg ídag enntá hava verið fyri, eru aftur at finna millum provinsiellu og visiónsleysu politikararnir, sum liva í dreymum. Hóast nýtt ættarlið stingur seg upp, er søgan tann sama.

Tá vit so hoyra formannin í tingbólkinum hjá Javnarðarflokkinum siga, og onkur annar samgongupolitikari við honum, at “gongur Gerhard ikki undir tað, sum tunnilsbókurin er komin til, so er tað tí, at hann vil forkoma tunlinum”!

Synd er at siga, at hann yvirmetir føroyingin! Sjálvur trúgvi eg, at eina valdømið og sentralisman við hesum, fær alt meiri ávirkan, so kunnu serkønir siga tað mótsatta.

At Vágatunnilin og Norðoyatunnilin eru sólskinssøgur, hevur gjørt, at sjálvt mótstøðufólkini nú fagna hesum, og tað er gott! Sandoyartunnilin verður sama sólskinssøgan og er tvingandi neyðugur. Kemur hann ikki nú, kemur hann ikki!

Gevið Gerhard og harvið ikki bert Sandoynni men føroyska samfelagnum samfelagshond!

 

Vinnumálaráðharrin og løgmaður

Ein áheitan á vinnumálaráðharran, ið átti at hugsað vinnuligt, og tí latið okkara fólk fingið frið til at vunnið nógvan pening: lat m. a. visjónsfólkið í skálafjarðarbólkinum hava frið at loysa hesa týdningarmiklu verkætlan úr lagdi, teir eru byjraðir, og tak tær av Sandoyartunlinum. Halt uppat at køva framtakshugin hjá okkara landsmonnum.

Hyggja vit at “visjónsætlanini 2015”, sum løgmaður var spentur uppá, so fer hon bert út í sandin, um køvandi hendurnar verða lagdar á hvørt átak, sum gevur meiri pening til tann virkisfúsna, enn løgmaður og hansara samhugsandi kundu hugsa sær.

So leingi sum føroyingur hevur hesa primitivu og provinsiellu hugsan, koma vit ikki úr stað!