Øvundin er bara so stór

Ólavur í Beiti
rithøvundur
??????
Havi fylgt eitt sindur við í blaðskrivingini sum verið hevur seinnu tíðina, og eisini ómaka mær at spyrja onkran, hvat bagir Øssuri Mohr, hvat ólukkan hevur hann gjørt? - Hann selur so væl, verður sagt, bæði her í Føroyum og ikki minst uttanlands!

Eg má siga beinanvegin, at eg skilji ikki hví listamaðurin Øssur Mohr skal dragast inn í hetta kjaki um Listaskálan, at hansara list skal standa sum mát fyri um ein persónur er egnaður sum leiðari av hesum stovni ella ikki. Hetta fær ikki verið rætt, har má liggja okkurt annað aftanfyri, sum enn ikki hevur sæð dagsins ljós.
Og nú kom so eisini Tróndur Paturson og brúkti listamannin Øssur Mohr í síni argumentatión fyri øllum millum himmal og jørð - bæði starvsetanini, listarligari dygd, plagiering, sølu ja har var alt. Øssur Mohr er nú vorðin mátistokkur í fleiri førum - starvsetan, dygd og sølu! Hann situr í eini lyklastøðu, vinurin Øssur Mohr, og eg unni honum tað eisini, tí tað hevur hann sanniliga uppiborið! Øssur Mohr er ein hugkveikandi og dugnaligur og spennandi listamálari, og eg má siga at eg eri eisini farin at plagiera hansara sera vakra og spennandi ljósspæl.

Limaskapur
Nógv av tí sum listamálarin Tróndur Paturson skrivar um, skilji eg sera væl, eitt nú tá hann dregur fram tað skeiva í at hvør Hanus og Klávus kunnu koma sum limur í hesi ymsu feløgini uttan at hava nakað sum helst við hesi feløg at gera. Har sita læknar og stjórar og Gud viti í hesum ymisku listafeløgunum sum nevndarlimir og skulu umboðað okkara list herheima og í øðrum londum sum um vit listafólk ikki kláraðu hesa uppgávu sjálvi. Sjálvur havi eg skrivað um hetta í sambandi við Rithøvundafelagið har tú kanst fáa limaskap um tú hevur skrivað EITT lesarabræv. Tað er akkurát sama mekanisma sum ger seg galdandi - men vit hava ikki sama trupulleika í dag sum áður, tá bert fá listafólk og rithøvundar vóru og feløgini vildu hava limir, og "gáttin var lág" sum Tróndur Paturson skrivar. Tann tíðin er farin!
So vit eru samdir báðir, at fyri at tú kanst fáa limaskap í felagi so skulu treytir setast. T.d. tvær útkomnar bøkur - sum tú sjálvur hevur skrivað - fyri limaskap í Rithøvundafelagnum - nakrar framsýningar á viðurkendum gallaríum, ella so og so nógvir seldir málningar ella hvat listafólkini einast um - fyri limaskap í myndlistafelagi. Treytirnar skulu ikki vera at tú ert lækni ella stjóri ella vinnulívsmaður, men treytirnar skulu vera at tú ert skapandi, creativur - listamálari, rithøvundur, yrkjari - so sleppa vit undan at hava limir í feløgunum sum bara eru í hesum feløgum fyri at snobba, og snobba uppeftir, sum onkur hevur sagt!
Læknafelagið hevur treytir, Lærarafelagið hevur treytir, Blaðmannafelagið hevur treytir - bert fyri at nevna nøkur - og ávísar treytir eisini - lækni, lærari, blaðfólk!
Tað má reinsast út so røttu limirnir fáa røttu ávirkan!

Nyttar einki
Men Tróndur Paturson og eg eru ikki samdir, tá hann sigur at list sum selur nyttar einki! Eg veit ikki hvaðani hann hevur hesa orðing, men kanska hevur hann smíðað hana sjálvur á verkstaðnum hjá sær í Kirkjubø. Tað vil siga, at tónleikur sum selur nyttar einki? At bøkur sum selja nytta einki?
Eg hevði ikki dyttað mær at komið við eini so skirvisligari og fátækari og ússaligari útmelding sum hesi, at list sum selur nyttar einki, tí alt skapandi er treytað av sølu! Nú tosi eg sjálvandi ikki um tey listafólkini sum tøma allar almennu grunnarnar - hjá teimum er líkamikið! Men um tey skapandi listafólkini sum liva av síni list - sum t.d. Øssur Mohr, vinurin, ger! Og hann selur - bæði her og í útheiminum, og tað er nóg mikið hjá mær at vita og fegnast um! Ja, hann selur meiri í útheiminum enn her, sum sigur mær alt!
Og so koma vit til henda forrætt og hetta vælsignilsi at hesin frálíki listamaðurin verður boðin at hava árligu framsýningina í Listaskálanum, sum Kinna Poulsen blásti upp fyrst og so morlaði Øssur Mohr sundur og skuldsetti hann fyri bæði eitt og annað! Eg skilti ongantíð hesa skuldseting og geri tað ikki enn - og eg kenni bæði Øssur Mohr og Zakaris Heinesen sum tveir nærlagdir og ærligir listamenn sum liva av og við listini, at her er okkurt uttanfyri aftanfyri, tá Kinna Poulsen kemur við sovorðnum svassi! Hvaðani kemur henda øvund og hatska illteinking frá? Hvørki frá Øssuri ella Zakarisi, tað veit eg!

Plagiering
Tað er so vandamikið og skaðandi og tápuligt at koma við sovorðnum pástandum sum Kinna Poulsen kom við, tí vit plagiera øll allan dagin! Og onkur hevur skrivað, at sjálvt lívið er eitt plagiat! Hvar eru vit nú, og hvat náa vit?
Eisini kritikarar sum Kinna Poulsen plagiera!
Og eisini eg plagieri Øssur Mohr!