Øvund ímóti fótbóltinum hjálpir ikki hinum ítróttagreinunum!

Tá ið latið verður inn TIPS-13, TIPS-12 og ODDSET-veddingarseðlar undrar tað ikki ein føroyskan veddara, at bogaskjóting og maratonrenning ikki er á veddingarseðlunum ella á veddingarskránni.

Sagt kalt og kyniskt, tað er fótbólturin, sum hevur áhugan ímillum veddarnar, og soleiðis áskoðarnar, og soleiðis ímillum sjónvarpshyggjarnar, og soleiðis ímillum sponsorarnar. Umsetningurin hevði doyð út eftir tveimum vikum um vit skuldu vedda útfalli av renningini hjá 26 maratonrennarum ella 26 bogaskjúttum, t.e. 13 dystir.


Áskoðaratalið

og stuðlatalið

er avgerandi!

Tað er alla æru vert, at summi fólk íðka ítróttir Robin Hoods og forna Grikkalands, men tey kunnu ikki noyða okkum áskoðarar/stuðlar/ítróttarveddarar/sjónvarpshyggjarar at venda fótbóltinum bakið, tí vit hava størsta áhugan í fótbólti!

Absalon Hansen skal hava alla æru og tøkk fyri heiðursmerkini hann hevur vunnið Føroyum í maraton og bogaskjóting, umframt teir góðu myndakalendararnar hann hevur givið okkum.

Men Absalon Hansen má læra at skilja, at vit áskoðarar/stuðlar/ítróttarveddarar/sjónvarpshyggjarar halla okkum at tí vit hava áhuga fyri. Vit hava alla virðing fyri bogaskjóting og maraton, men tíverri vit hava ongan áhuga, sorry.

Tí nyttar ikki at illneitast og øvunda fótbóltinum, fótbólturin hevur flest íðkandi fólk, tí tað samsvarar proportionalt við áhugan í føroyska fólkinum. Og fólk mega hava loyvi at stuðla tí, sum hjarta teirra slær fyri.

Her í 90-unum hevur verið roynt at geva út bæði fótbóltsárbók og ítróttaárbók (minus fótbólt), men tíverri fyri Absalon Hansen og annað gott fólk, bar ítróttabókin seg ikki, og soleiðis hava vit »bara« eina fótbóltsárbók, sum kemur út á hvørjum ári. Hin bókin kom bara út tvær reisur, sad but true.


Fótbólts-PR í útlondum

Havi búð nógv uttanlanda her í 90-unum, og hevur tað hjálpt mær væl í frásøgnum um Føroya land, at vit hava eitt fótbóltslandslið. Eg var á málskúla í Bournemouth í suður-Onglandi á vári í 1990, Føroyar vóru júst tá meldaðar til sína fyrstu EM-kapping. Eg møtti mongum fólkum úr nógvum londum, sum góvu til kennar: »Oh the Faroe Islands, they?ve just joined the european championship in football!«.

Havi eisini búð í Svøríki og Noregi, og meginparturin av teimum, sum vistu bara eitt sindur um Føroyar, vistu tað frá fótbólti. Møtti enntá svium, sum hvødu verið til minnilga dystin í Landskrona: »Jeg kommer ihåg målvakten med møssan!«.

Oyggjaleikir og norðurlandakappingar eru framúrskarandi og mennandi tiltøk fyri føroyingar, og eiga vit at halda áfram at luttaka í hesum kappingum. Men tíverri um vit so gjarna vildu, so vera hesar kappingar aldrin umtalaðar í Eurosport. Tað vera Regin Vágadal og fótbóltslandsliðið títt og ofta.

Hetta kemst av, at Regin og okkara »kosnu 11« luttaka í Heimsumfatandi kappingum, og forrestin Regin Vágadal dámar væl fótbólt.


Heri Simonsen


P. S. Man Dansk Tipstjeneste vita av, at oyggjaleikirnir vera á Gotlandi í ár, livst so spyrst.


N. B. Hevði B68 luttikið í Europa Cup fyri meistaralið í 85? og 86?, so hevði onkur verið positivari.