Turið Debes Hentze, løgfrøðingur, sigur, at hóast onki rættarmál hesum viðvíkjandi hevur koyrt í Føroyum, so eru fleiri dómar í Danmark um hetta.
Nógvar kunnu orsøkirnar vera til uppsøgn, men lógin sigur, at tá tað kemur til barnsburð, er tað arbeiðsgevarin, sum skal prógva, at tað ikki er orsakað av barnsburði og ikki øvugt.
? Lógin er nakað leys í tí, men hatta er so í øllum førum púra greitt í henni, sigur løgfrøðingurin.
? Tað er altíð ein risiko við at vera burtur frá sínum starvi í einum tíðarskeiði, tí tá er møguleikin góður fyri at fáa hugskot til broytingar og annað, sum kann setast í verk, meðan tú ert uttanfyri, sigur Turið Debes Hentze.
Hon kennir til dømið, sum javnstøðunevndin hevur á síni heimasíðu, men ikki nóg væl til at kunna úttala seg um tað. Hon sigur tó, at útfrá tí, sum hon hevur lisið, so er her ikki talan um eina klára sak.
Turið sigur, at arbeiðsgevarar hava funnið útav, hvussu skipanin virkar, tá tað kemur til barnsburð, og tí eru teir sera varnir tí viðvíkjandi.
Onki tílíkt mál hevur sum sagt verið fyri í rættinum í Føroyum, men tað heldur Turið kann koma av, at fólk vita ikki, hvat tey hava rætt til.
? Tá tú fert heim í barnsburðarfarloyvi, er tað púra greitt, at tú hevur krav uppá, at ongar broytingar verða framdar, meðan tú ert burtur, tað kostar ikki arbeiðsgevaranum hjá tær eitt oyra í dag, at tú fert heim og tú hevur somuleiðis krav uppá at koma aftur í sama starv, sigur Turið Debes Hentze.