vinningurin kann næstan metast sum ein góð føðingardagsgáva. Spurdur um tann vinnandi V4-seðilin var ein av tí gamla slagnum ella ein snarseðil, svarar »Yddi«. ? Seðilin var ein snarseðil. Eg eri farin at keypa [...] geva familjuni ein bita burturav peningaupphæddini. Altíð keypt V4 ? Eg havi hvørja viku í mong ár keypt mær ein V4-seðil, og einaferð fyrr hevur tað eydnast mær at vunnið. Tá vann eg ein eykavinning á [...] vunnið, tá trúði eg als ikki uppá tað. Tað var ikki fyrr enn ein onnur av døtrum mínum eisini kom at kanna seðilin, at eg veruliga fataði, at eg hevði vunnið. Hetta segði tann næstan 83 ára gamli runavíkingurin
tveimum árum síðani koyrdi Thomas Arabo frá, var justitsmorð framt móti táverandi stjóranum á Strandferðsluni. Hetta er niðurstøðan hjá Thomas Arabo, ið var rikin úr stjórasessinum Yviri við Strond í Havnini [...] óhugnaliga upplivilsi, sigur ein avkláraður Thomas Arabo, ið longu hevur fingið endurgjaldið frá landsstýrinum. Upprunaliga vildi Arabo hava tænastumannasak, men hetta ynski var ikki gingið honum á møti. [...] blivu inntøkuførdar. ? Hetta brúkti Sámal Petur heilt bevíst fyri at fáa myndina av mær og SL at síggja so ræðuliga út sum gjørligt. Tíðin hevur víst, at haldgott grundarlag var ikki hjá Sámal Peturi í
sigur tú. Altso, hvat fyri ein føroying? Ein føroying, sum tú sært hann ? Tín føroying. ? Eg hevði ið hvussu er ikki teknað hann sum ein lítlan nissumann. Tá eg tekni ein føroying í mínum tekningum, so [...] byrjaði at tekna? ? Eg byrjaði sum øll onnur, tá eg var lítil drongur. Sum við øllum øðrum dreingjum, so vóru tað skip, vit teknaðu. Munurin á hinum og mær var bara, at tá teir góvust, helt eg fram. Eitt tað [...] skúling innan tekning? ? Nei. Altso tað vil siga, eg var veturin í 1956/57 í Danmark á reklamuteknaraskúla. Men eg fann skjótt út av, at tað var ikki hetta, mín hugur stóð til ? at sita og tekna okkurt, sum
sínum fastleika, fingið ein hóp av føroyingum at skilja, at eitt yvirfíggjað- og útspekulerað vinnulív eingin grundvøllur er undir tjóðini, soleiðis sum ein stórur partur av fólkinum var farið at halda, eftir [...] so kendu skonnartina »Sannu«. Hetta var í 1933 og hann hevði tá verið skipari í eini 17 ár, í tí frægara endanum. Eftir at verða sneiddur av í Føroya Banka gloymdi hann hetta ongantíð aftur. Á veg oman í [...] øllum umstøðum havi eg altíð mett, at Jørn Astrup Hansen var eitt frávik frá hesi regluni. Dugnaliga hevur hann bankað tveir sperdar bankar upp til ein mastodont í føroyska fíggjarheiminum. Eisini hevur hann
óreinur Pauli Ellefsen, fyrrv. løgmaður: -Tað er altíð ein fragd at lesa og hyggja at tí, sum Óli kemur við. Tað var eisini ein fragd tann tíð tað var at standa fyri skotum, og sjálvt tá hann viðgjørdi mínar [...] ikki bara tað. Tá eg var løgmaður, gjørdi hann rættiliga nógv gjøldur burtur úr javnaðarflokkinum, sum var í andstøðu. Javnaðarmenn lógu og svóvu og bóðu fólk vekja seg, tá val var aftur. So eg trúgvi ikki [...] har Óli var langt framman fyri sína tíð. Eitt nú tá vit høvdu samgongusamráðingar t.d. so minnist eg onkuntíð, at eg mátti fara í einrúm at flenna, tá Sosialurin var komin út. So beinrakin var Óli. Langt
halda blaðið FØRINGIN, sum kom út millum útisetar í Danmark í hálvt annað ár. Trygvi helt, at tað var ikki ein av uppgávunum hjá Viðskiftastovuni at stuðla einum slíkum blaði. Well, Denn. Tað stendur sjálvandi [...] sjálvandi einum og hvørjum frítt at halda ella ikki halda eitt tilvildarligt blað. Kortini dámar mær betur grundgevingina hjá Føroya Sparikassa, tá vit spurdu um Sparikassin kanska hevði áhuga at seta seg [...] Sparikassin hevði ikki pengar tøkar í 1997 at gjalda 191 kr. í haldaragjaldi. Tað er erligt snakk. Hetta kom eg bara at hugsa um.
Russland ásamt um eina heildarveiðu, men ES ásetti sær sjálvum eina sildakvotu. ? Í desember 1996 varð ein 5-landa avtala gjørd millum strandalondini Føroyar, Ísland, Noreg, Russland og ES um fyrisiting av [...] ? Avtalan frá 7. oktober 1998 ásetir fyriskipanir um fiskiskapin eftir norðhavssild í 1999. Semja var um somu heildarveiðu sum fyri 1998 við somu sínámillum avtalum sum í 1998, verður sagt í viðmerkingunum [...] hædd við kvotuna, sum, ICES hevur mælt til, ikki skal fara upp. ? Henda avtala verður mett at vera góð fyri stovnin, tí hon m.a. tryggjar, at fiskiskapurin fer fram undir eftirliti og skynsamari stovnsrøkt
r bilar í Danmark. Hetta treffið kallaðist Viking Run, og hittust amerikonsku bilarnir á Roskilde Dyrskueplads. Ein av føroyingunum, sum farin var at forvitnast á hesum treffi, var Kemm Poulsen í Havn [...] Havn, sum hevur ein sera vakran Rambler Classic frá 1966. Hann var í Danmark í summarfrí við bilinum. ? Vit fóru bara at forvitnast, og tað var als ikki meiningin, at bilurin hjá mær skuldi sýnast fram, sigur [...] standa á parkeringsplássinum uttanfyri var einki at gera. Hann skuldi sýnast fram, sigur Kemm. ? Bilurin varð so settur inn á framsýningina, og fekk eitt nummar, eins og allir hinir bilarnir. Kendu ikki Rambler
uppsøgnina, hon var í lagi. Tað, sum spurnartekin er sett við, er tíðin. Hvat skal ein tænastumaður hava og hvat skal ein starvsmaður hava í endurgjaldi. Og hvat av hesum var hann, so hetta er ein fyrisitingarligur [...] uppsøgnin var politisk. - Tað sum hendi var, at stovnurin koyrdi við undirskoti og tá ein knappliga varnaðist hetta, eftir at hava ringt fleiri ferðir og fingið at vita, at væl stóð til, so stóð ein knappliga [...] vandi er og ein rykkir fleiri ferð eftir tølunum, hetta hava vit skrivliga, tí ein hevði varhugan av, at pengar væntaðu. So fæst knappliga at vita, at pengar vænta í og so spyr ein jú, hvussu hetta skal rættast
av handilsdeildini her eisini. Um marknatrætan, sum Colby eins og aðrir bretskir embætismenn heldur velja at kalla eina ósemju, hevur verið ein forðing fyri menning av samhandlinum sigur Robert Cobley, [...] økið millum londini møguliga goymir stórar nøgdir av olju, er ein so sjálvsøgd orsøk til nettup at byggja upp eina samvinnu á oljuøkinum. Sera góð og skjót tænasta Nú Robert Cobley er á vitjan aftur í Føroyum [...] uppá Skotland og vónar hann, at hetta fer at halda fram næsta ár. -Eg fari nú at leggja til rættis eina vitjan í Føroyum fyri vinnulívsfólk í Skotlandi. Ætlanin er, at ein slík sendinevnd skal fara til Føroya