Føroyskur amerikanari sýndur fram í Roskilde

Tá Kemm Poulsen so beskeðin setti vakra Rambler Classicín hjá sær á parkeringsplássið uttan fyri »Viking Run« framsýningina av amerikonskum bilum í Roskilde í summar, vóru fyrireikararnir skjótir eftir honum. Ramblarin hjá Kemm fekk eitt nummar og varð settur í framsýningina millum hinar amerikanarabilarnar. Ramblerbilurin, sum var so vanligur í Føroyum, var ikki eins kendur í Danmark

Amerika er av sonnum bilanna land, og var tað eisini í Amerika, at bilurin á fyrsta sinni sá dagsins ljós.

Tað eyðkenda við amerikanska bilinum er, at hann er nógv størri enn tann evropiski ella tann asiatiski - og útgerðin, eisini í teimum klassisku amerikanarabilunum, hugtekur mangan bilaáhugaðan.

Í øðrum londum er vanligt at halda »biltreff«, t. e. at fólk við ávísum bilmerkjum ella bilatypum hittast at sýna bilarnar fram.


Føroyskur amerikanir á biltreffi í Danmark

Í summar vóru nakrir føroyingar á einum slíkum treffi fyri amerikanskar bilar í Danmark. Hetta treffið kallaðist Viking Run, og hittust amerikonsku bilarnir á Roskilde Dyrskueplads.

Ein av føroyingunum, sum farin var at forvitnast á hesum treffi, var Kemm Poulsen í Havn, sum hevur ein sera vakran Rambler Classic frá 1966. Hann var í Danmark í summarfrí við bilinum.

? Vit fóru bara at forvitnast, og tað var als ikki meiningin, at bilurin hjá mær skuldi sýnast fram, sigur Kem.

Men tá fyrireikararnir sóu vakra bil hansara standa á parkeringsplássinum uttanfyri var einki at gera. Hann skuldi sýnast fram, sigur Kemm.

? Bilurin varð so settur inn á framsýningina, og fekk eitt nummar, eins og allir hinir bilarnir.


Kendu ikki Rambler

Rambler bilarnir vóru sera væl kendir í Føroyum í 60?unum og í 70?unum. Men soleiðis hevur eftir øllum at døma ikki verið í Danmark. Kemm greiðir frá, at nógv fólk, sum komu at hyggja at bilinum undraðust á merkið, sum tey ikki høvdu hoyrt um.

Kemm Poulsen sigur annars, at tað var sera nógv fyri bilaáhugaðar at síggja á hesum treffi.

? Har vóru sera nógvir sera vakrir bilar, men umframt tað, so var eisini tað teir kalla stumpamarknaður - marknaður, har eykalutir verða seldir.


Corvette 45 ár

Í ár eru liðin 45 ár síðani, at General Motors fór undir at framleiða sera vælumtókta Corvette bilin, og hevði Corvette tí fingið serligt heiðurspláss á hesum treffi, sum annars var fyri allar amerikanskar bilar.

Í Føroyum man best kendi Corvette bilurin vera tann reyði hjá Sofus Hansen, sum fyrr í ár varð seldur av landinum.

Kem sigur, at hann kendi nógvar bilar aftur - bilar, sum koyrdu í Havnargøtum í 60?unum. Eitt nú Ford Fairline, ið sæst á myndini niðanfyri.

? Eg minnist væl, at Petur Jacobsen, brandmaður, hevði ein slíkan bil, sigur Kemm og leggur skemtandi afturat: ? Eg kundi ikki lata vera við at taka eina mynd av hasum Ford Fairlinebilinum tá eg sá brandhjálmin í bakvindeygnum - tá fór eg at hugsa um Petur Jacobsen.

Fyri tann, ið vil lesa meira um klassiskar bilar, kunnu vit upplýsa, at fleiri bløð eru at fáa í sølubúðunum. Eitt gott stað eita leita fram upplýsingar er blaðið Klassisk Bil & MC , sum m. a. fæst í Kiosk Activ í Havn.

Annars eru nógvar upplýsingar at fáa á internetinum - og tá er bara at brúka onkra av teim mongu leitiskipanunum - so finnur tú tann bilin, tú vilt hava!