Føroyingar eiga at keypa beinleiðis úr Bretlandi

-Eingin ivi er um, at handils- og vinnuliga samvinnan millum Føroyar og Bretland kann mennast nógv. Har føroyingar kunnu keypa vørur beinleiðis úr Bretland uttan um onnur lond og millummenn eigur hetta at verða roynt heldur Robert Cobley á bretsku sendistovuni í Keypmannahavn.

Jan Müller


-Tá marknaósemjan millum Føroyar og Bretland er loyst, og tað vóni og rokni eg við, at hon verður skjótt, fer samhandilin og samstarvið millum Føroyar og Bretland uttan iva at mennast enn meira.

Hetta sigur leiðarin av handilsdeildini á bretsku sendistovuni í Keypmannahavn, Robert Graham Cobley. Hann er á vitjan í Føroyum í hesum døgum við tí fyri eygað nettup at menna samhandilin millum londini.

Robert Cobley er kendur í Føroyum og hevur eisini nógvar kenningar her. Hetta er 9. ferðin, at hann vitjar oyggjarnar í ørindum fyri bretsku sendistovuna.

Sjálvur hevur hann starvast á bretsku sendistovuni í Keypmannahavn í 28 ár. Hóast hann hevur verið her rættiliga oftani, heldur hann kortini, at uppaftur meira kundi verið gjørt fyri at menna samhandilin. Hann dylur heldur ikki fyri, at tær mongu vitjaninar í seinastuni av fólki frá sendistovuni nettup eru eitt tekin um, at man frá bretskari síðu vil økja um samvinnuna. Bert innan fyri eitt ár hava bretski sendiharrin, leiðarin fyri mentanardeildina og politiski skrivarin á sendistovuni vitjað í Føroyum. Og nú er so leiðarin av handilsdeildini her eisini.

Um marknatrætan, sum Colby eins og aðrir bretskir embætismenn heldur velja at kalla eina ósemju, hevur verið ein forðing fyri menning av samhandlinum sigur Robert Cobley, at tað neyvan er so, men tað er altíð best fyri tvey grannalond, sum vilja menna samhandilin, at slíkar ósemjur verða loystar.

-Eg havi ikki kunnleika til smálutir í samráðingunum, men soleiðis sum eg havi skilt støðuna frá fjølmiðlum, so átti tað at borið til at fingið eina loysn um ikki so langa tíð.

Robert Cobley sær eisini góðar møguleikar fyri samvinnu á oljuøkinum millum Bretland og Føroyar. Ikki minst tí at Bretland hevur ein so stóran oljuídnað, ið eisini kundi latið vørur og tænastur til eina komandi føroyska oljuvinnu, har føroyingar sjálvir ikki megna at nøkta eftirspurninginum. Tann sannroynd, at Føroyar og Bretland eru næstu grannar, og at økið millum londini møguliga goymir stórar nøgdir av olju, er ein so sjálvsøgd orsøk til nettup at byggja upp eina samvinnu á oljuøkinum.


Sera góð og skjót tænasta

Nú Robert Cobley er á vitjan aftur í Føroyum, so er tað fyri at hitta umboð fyri handils- og vinnulív serstakliga. -Bretska uttanríkismálaráðið hevur júst bygt upp eina einastandandi tænastu á internetinum, har tað ber til hjá eitt nú handilsmonnum og vinnufólki í Føroyum eftir ongari tíð at finna fram til flest allar framleiðarar í Bretlandi.

Talan er um ikki færri enn 52.000 fyritøkur og feløg. Undir vitjanini í Føroyum greiðir Cobley frá nýggju møguleikunum at koma beinleiðis í sambandi við bretskar fyritøkur.

Hann heldur sjálvur, at føroyingar kunnu keypa nógv beinleiðis úr Bretlandi, heldur enn at skula fara umvegis gjøgnum Danmark og onnur lond og gjøgnum millumhandlarar. Tað kann dýrka vøruna nógv.

-Men hetta sigi eg ikki fyri at seta fót fyri donskum áhugamálum, tí tað er náttúrligt av tykkum at fáa nógvar av vørunum úr Danmark, tá hugsað verður um tað góða sambandið tann vegin. Men í teimum førum, har føroyingar kunnu fáa bíligari vørur og tænastur við at keypa beinleiðis frá bretskum fyritøkum, eiga tit sjálvandi at gera tað.

Robert Cobley sigur, at tað var stórt spell, at rutan millum Føroyar og Aberdeen datt niðurfyri, tí við henni hevði borið uppaftur betur til at ment samhandilin millum londini. Her hugsar hann so sanniliga ikki bara um, at bretskar fyritøkur skulu kunnu selja føroyingum vørur, men eisini at føroyingar kunnu selja bretum vørur. Her ikki minst innan fiskivinnuna. Hann hugsar bæði um fisk og reiðskap og vísir til framkomin føroysk virki sum Oilwind, Teymavirkið, Vónin ol.

Robert Cobley vónar, at eitt samband sum tað millum Føroyar og Aberdeen, tá Smyril sigldi, kann gerast veruleiki aftur í framtíðini. Annars er hann sera fegin um, at Atlantsflog fór at flúgva uppá Skotland og vónar hann, at hetta fer at halda fram næsta ár.

-Eg fari nú at leggja til rættis eina vitjan í Føroyum fyri vinnulívsfólk í Skotlandi. Ætlanin er, at ein slík sendinevnd skal fara til Føroya næsta ár og brúka beinleiðis flogsambandið.


Føroyar sum ferðamannaland

Robert Cobley ivast onga løtu í, at tað ber til at fáa fleiri bretar at vitja Føroyar. Hann hugsar her um ferðafólk av tí slagnum, sum leggja seg eftir at síggja og uppliva eina serstaka náttúru. Ja fólki sum eisini dámar vind og regn. Fólki, sum dámar at vera fyri seg sjálvan, tvs. at tað her er ikki talan um vanlig ferðafólk, sum tey, ið vilja hava sól og summar.

Best hevði verið við beinleiðis sjóvegis sambandi millum Havnina og Aberdeen. Men flogrutan hevur eisini alstóran týdning í so máta. So Cobley roknar við, at nógv bretar og skotar fara at vitja Føroyar komandi árini, nú til ber at koma til Føroya beinleiðis úr Bretlandi.

Eitt er so vinnu- og handilsligt samstarv. Annað er at menna samvinnuna á mentanarøkinum. Hóast tað ikki er hansara borð, so heldur Robert Cobley tí, at mentanarliga samvinnan millum Føroyar og Bretland átti at verið økt, eitt nú við at tónleikarar og onnur listafólk vitjaðu hjá hvør øðrum. Hetta gevur nýggja rutan hjá Atlantsflog møguleika fyri.