búskaparfrøðingur, hevði í fjør eina greinarøð, har hann lýsti sína fatan av teimum búskaparligu avleiðingunum av teimum ætlanum, sum henda landsstýrissamgongan hevur í hyggju at fremja. Tá vóru merkiliga [...] greiðar grundgevingar, sum fólk hava møguleikar fyri at fylgja við í. Og tá ið so Útvarp Føroya á middegi í dag fær okkara landsstýrismann í fíggjarmálum til fyri opnari mikrofon at gera sínar viðmerkingar [...] hetta fer at eydnast honum, kann tað vera, at hann vinnur onkra sál afturat fyri sínum fullveldisætlanum, men sum er og við teimum nevndu grundgevingunum, eigur álitið á henda mann sum ein oddafisk at vera
sum ferðavinnan brúkar. Nakað oman fyri 200 milliónir, verður mett í kanningini, sum var almannakunngjørd mikudagin. Bornholms Forskningscenter hevur gjørt kanningina fyri Ferðaráð Føroya. Úrslitið er frágreiðing [...] vitja okkum 47,2 ár. 45% av teimum vitjandi eru millum 45 og 65 ára gomul. Men tað eru fólk, sum vita, hvat tey vilja, letur til. Tí ikki færri enn tveir triðingar av teimum vitjandi hava eina hægri útbúgving [...] hevur vinnan framman undan ein rímiliga góðan varhuga av tí, sum frágreiðingin staðfestir. Hvat tað er fyri fólkaslag, sum kemur hendanveg, hvussu leingi tey eru her, hvar og hvussu tey búgva og so framvegis
avrikini hjá teimum luttakandi í Ársins Songrødd, og teir skulu hvørja ferð finna tveir finaluluttakarar. ? Vit fara at hava dómarar, sum hava góðar fortreytir fyri at meta um avrikini hjá teimum sum luttaka [...] hildin annaðhvørt ár, tí grundarlag var ikki fyri at hava kappingina oftari, men tað halda núverandi fyrireikararnir er broytt. ? Tað tykist sum áhugin fyri kappingini hevur verið vaksandi seinnu árini [...] streyma inn, nú fyrireikararnir hava lýst við, at kappingin byrjar um góðar tríggjar vikur. ? Áhugin fyri kappingini er sera stórur, og longu nú byrjar tað at fyllast í onkrum innleiðandi umfari. Vit kunnu
hugi til sjógvin. Har er álmanakki fyri næsta ár og ein minni fyri 2001, har eru streymkort, sum vit hava sæð tey í øðrum álmanakkum, men har eru eisini streymtalvur fyri ár 2000. Gamal dreymur Í fororðunum [...] eisini málsetningurin hjá teimum báðum, og tað hongur serliga saman við, at nógvar av upplýsingunum í bókini eru av slíkum slag, at tær mugu dagførast eina ferð um árið. Fyri at lætta um hjá sær sjálvum [...] Talan er um eitt vala verk, sum hesir báðir hava greitt úr hondum. Umframt at flest allar myndir av teimum gott og væl 200 skipunum, bátunum, boritornunum, ferjunum og vaktarskipunum eru í litum, so inniheldur
spældi í garðinum uttan fyri barnagarðin á Oyrarbakka. Tað hevði verið nógvur kavi, og nú regnaði. Børnini spældu í kavanum, og brádliga hvarv Fríði. Annað barn segði einum av teimum vaksnu frá, at Fríði [...] royndi hann fyri triðju ferð og tá sá hann, at lív kom í vørrina og so royndi Fríði at flyta høvdið. – So læt hann eyguni upp og fyrsta orðið hann segði, var »Marsali«. Hetta var tað bera volapyk fyri læknarnar [...] greiddi eg teimum frá, at tað var skipið, eg var við, og tá rættu læknarnir tumlarnar upp í loft, tí so vistu teir, at hann var klárur. – Tað var ein rættiligur russjibanatúrur. Dagin fyri høvdu vit øll
kann staðfestast, at kommunur um alt landið eru farin at kýta seg av lívsins kreftum fyri at bøta um korini hjá teimum gomlu. Ein týðandi partur av eldrapolitikkinum, hevur verið at byggja ellis- og røktarheim [...] væntandi fara onkrar umsóknir at koma afturat teimum 13, sum longu eru komnar. Talan er í høvuðsheitum um umsóknir um stuðul til at byggja røktarheim fyri. Ongar umsóknir eru viðgjørdar og enn minni avgreiddar [...] umsóknir, sum eru komnar inn, eru sendar til heimarøktina til ummælis fyri eisini at fáa eina fakliga meting av, hvussu tørvurin er í teimum ymsu økjunum. Og Kristian Árnason metir, at tá ið umsóknirnar eru
menniskja. Um vit bara gera pláss fyri teimum, sum masjera í takt við tann stóra hópin, verður okkara samfelag ómetaliga trist og litleyst. Vit skulu gera pláss fyri teimum, sum hava mist takfasta ”normala” [...] ikki so lítið av teimum, sum eru við í filminum. Tey skulu bæði duga at spæla sjónleik, samstundis sum tey skulu megna at hugleiða um sítt egna lív og so at siga standa til svars fyri teirra atburði, greiðir [...] menniskju á gøtuni í Olso, hann hevur arbeitt við í út við 30 ár. Nú Njál Djurhuus skjótt fer frá fyri aldur, fegnast hann um at kunna leggja ein slíkan film eftir seg. Filmurin er nevniliga ein heiður
alment innlit og fyrisitingingarlógin lata upp fyri, at tær eisini kunnu galda fyri almenn partafeløg. Eisini ber til, at landið snøgt sagt setur í viðtøkurnar fyri almennu partafeløgini, at tær somu starvs [...] sum gevur teimum almennu starvsfólkunum serliga verju t.d. í uppsagnarmálum, verður eisini suspenderað. Rættarliga eru almennu partafeløgini privat. Tað einasta, sum er alment við teimum, er, at eigarin [...] Starvsfólkini rinda høgan prís Fyri starvsfólkini er tað eitt stórt afturstig, tá ið arbeiðsplássið verður umskipað til eitt P/F og rikið eftir privatrættarligum reglum. Prísurin fyri tað fríu kappingina er
til tað, fólk høvdu væntað av teimum, men eingin ivi er um, at gøtumenn fara at vera millum liðini, sum stríðast fyri heiðursmerkjum, hóast teir ikki liggja heilt so væl fyri í løtuni. NSÍ vann tveir teir [...] eru tey flestu av teimum givin fyri ónollur heldur enn »verulig« fríspørk. Trý reyð kort vórðu givin í 1. deild hetta vikuskiftið, og tey vóru øll beinleiðis reyð: Eitt í Havn fyri at sparka mótstøðumann [...] tað sama seg galdandi her. Um onkrir av teimum týdningarmiklu monnunum ikki kunnu vera við, er úrvalið at seta í staðin ikki so stórt. Hvussu væl HB veruliga er fyri, og um GÍ veruliga ætlar sær at vera við
yvirliva, so kann alt koma fyri. Við sigrinum á grannunum syrgdi HB fyri, at teir framvegis spæla fyri at fáa europeisk atgongumerki, og vil tað heilt væl til hjá teimum, so kunnu teir røkka næstfremsta plássinum [...] ikki ráð at tapa í Gøtu, og sjálvandi er tað eisini neyðugt hjá teimum at fáa fult móti KÍ. Tað eru klaksvíkingar, sum nú liggja best fyri at vinna fyrsta meistaraskapin síðani 1991. Tað hevur líka sum [...] stríðist fyri lívinum, og avrikini móti HB og GÍ hava víst, at tað er nógv í liðnum, sum hevur so ilt við at koma av botnplássinum, og um ÍF í síðsta umfarinum skal hava okkurt burturúr fyri at yvirliva