- Eg vil vísa, at tá saman um kemur, er ongin munur á einum ”bumsi” á gøtuni og einum millióningi í fínum klædningi. Í síðsta enda eru vit øll bara menniskju.
Soleiðis sigur eldsálin Njál Djurhuus um nýggja filmin ”Gatas Gynt”, sum lýsir tey menniskju á gøtuni í Olso, hann hevur arbeitt við í út við 30 ár.
Nú Njál Djurhuus skjótt fer frá fyri aldur, fegnast hann um at kunna leggja ein slíkan film eftir seg. Filmurin er nevniliga ein heiður til hansara børn á gøtuni, sum hann kallar misnýtararnar og tey heimleysu, sum altíð hava havt eitt serligt pláss í hjartanum hjá Njál Djurhuus.
Minni og heiður
Sjálvur hevur Njál Djurhuus ein lítlan leiklut í filminum sum prestur. Annars hevur hansara uppgáva verið, at fáa tey heimleysu og misnýtararnar klár til upptøkurnar.
- Tað var ikki altíð so lætt. Onkuntíð leitaði eg á gøtunum til langt út á náttina eftir teimum. So var bara at fáa tey í bað sum skjótast, so tey kundu vera klár til dagin eftir. Tann eini hevur hundin hjá sær við í filminum, so onkuntíð mátti hundurin eisini ein túr í baðikarið, flennir Njál Djurhuus hjartaliga.
Eftir næstan 30 ár millum misnýtarar og heimleys á gøtuni í Oslo er tað lítið, sum kann skaka Njál Djurhuus longur. Hann dylir tó ikki yvir, at tað neit fast, tá tveir av leikararnum doyðu, stutt áðrenn tey fóru í gongd við upptøkurnar í fjør.
- Teir hildu tíverri ikki til harða lívið á gøtuni í longdini og bukkaðu undir. ”Gatas Gynt” er ikki minst eitt minni um teir báðar, sum skuldu havt verið við í filminum, sigur Njál Djurhuus.
Hann fegnast tó um, at filmurin samstundis er ein heiður til tey 13 heimleysu leikararnar, sum framvegis halda fast í lívinum.
Í filminum síggja vit, at aftanfyri rusutu útsjóndina eru gøtubørnini menniskju, sum øll onnur við dreymum og vónum um framtíðina. Eitt nú fáa vit at vita, at heimleysi maðurin, sum hevur høvuðsleiklutin, er útbúgvin maskinmeistari og annars hevur stóran áhuga fyri jazz og listamáling. Og soleiðis er tað allan vegin ígjøgnum. Tí sum Njál Djurhuus sigur
- Ongin velur at blíva misnýtari. Men onkustaðni á leiðini megnaðu hesi menniskjuni ikki at ganga í takt longur við restina av samfelagnum, sum tí vendi teimum bakið.
Lívslygnin
Í so máta er filmurin eisini ein áminning til øll, sum billa sær inn, at tey onkursvegna eru betri menniskju, enn gøtubørnini. ”Gatas Gynt” byggir nevniliga á 5. akt í leikinum ”Peer Gynt” eftir kenda skaldið Henrik Ibsen. Í hesum partinum av leikinum møtir Peer Gynt síni lívslygn og stendur púra einsmallur. Hesin keisarin yvir sær sjálvum, sum skuldi ráða yvir øllum heiminum, verður úrlatin og má hyggja inn í seg sjálvan, áðrenn hann til endan finnur náðina og kærleikan.
Sum tað einastaðni verður sagt í filminum við einum sitati frá Peer Gynt har knappastoparin minnir hann á, at:
”Tú vart kosin at verða skínandi knappurin í heimsvestinum, men stroppurin slitnaði, og tí skalt tú í kassan við vrakgóðsi ...”
Men boðskapurin í ”Gatas Gynt” vendir sær ikki bara móti teimum vælbjargaðu, sum halda í so nógv um seg sjálvan. Tí sum Njál Djurhuus minnir á
- Tað býr ein Peer Gynt í okkum øllum í tann mun, at vit øll hava lyndi til at liva uppá eina lívslygn. Eisini misnýtarar, sum í rúsinum halda seg vera heimsmeistarar og verða í øðini, um onkur hevur at teirra atburði.
Heilt ítøkiliga er filmurin eisini ein roynd at fáa gøtubørnini at hyggja kritiskt eftir sær sjálvum. Tí er filmurin kliptur saman av brotum, har gøtubørnini spæla 5.akt í Peer Gynt og síðani brotum, har tey gera viðmerkingar til atburðin hjá Peer Gynt og harvið hjá sær sjálvum.
- Hetta krevur ikki so lítið av teimum, sum eru við í filminum. Tey skulu bæði duga at spæla sjónleik, samstundis sum tey skulu megna at hugleiða um sítt egna lív og so at siga standa til svars fyri teirra atburði, greiðir Njál Djurhuus frá.
Hesin ”sannleikans tími” fekk serliga ein av leikararnum at rakna við, tí tá upptøkurnar vóru lidnar, fór hann í viðgerð fyri sína misnýtslu. Njál Djurhuus er verji hjá honum og veit at siga, at tað í dag gongst honum væl.
Ibsen og tey heimleysu
Hugskotið til ”Gatas Gynt” fekk Njál Djurhuus saman við leikstjóranum Hallvard Bræin. Hesin hevði fyrr gjørt ein stuttfilm um umhvørvið, sum Njál Djurhuus arbeiðir í, og fekk hann hug at taka tráðin upp aftur við einum longri filmi. Teir báðir settu seg í samband við leikskaldið Christopher Grøndahl, sum beinanvegin sá ein áhugaverdan møguleika at byggja handritið á søguna um Peer Gynt.
Grøndahl greiðir frá, at hann byrjaði við at spyrja seg sjálvan, um lívið hjá menniskjunum á gøtuni kundi leggja okkurt afturat tekstinum og geva honum ein nýggjan vinkul. Fyri Grøndahl er møtið millum leikararnar og orðini hjá Ibsen nevniliga ein minst líka týðandi drívmegi, sum orðini í sær sjálvum.
So hóast søgan um Peer Gynt er kjarnin í filminum eru tað dokumentarisku brotini, sum dríva søguna fram.
Hendan snaringin av heimskendu søguni hjá Ibsen man hava rakt okkurt. Í øllum førum hevur filmurin longu nú fingið framúr góð ummæli, eftir at hava verið vístur á eini filmsfestival í Trondheim í farnu viku. Njál Djurhuus sigur, at góðu ummælini sjálvandi kennast sum eitt herðaklapp og at leikararnir eru sera ernir. Men góða móttøkan vísir eisini, at Ibsen framvegis hevur nógv at siga okkum í dag, heldur hann.
- Tað er tann ævigt galdandi boðskapurin um, at ongin hevur rætt til at vraka eitt annað menniskja. Um vit bara gera pláss fyri teimum, sum masjera í takt við tann stóra hópin, verður okkara samfelag ómetaliga trist og litleyst. Vit skulu gera pláss fyri teimum, sum hava mist takfasta ”normala” stevið, tí tað er ímillum tey, vit oftast finna veruligu orginalarnar, sum gera lívið hjá okkum øllum so nógv litríkari, slær Njál Djurhuus fast.
Møta kongi
Gøtubørnini hjá Njál Djurhuus hava ikki bara fingið roynt seg í einum helt nýggjum leikluti í ”Gatas Gynt”. Í annaðkvøld, tá filmurin verður frumsýndur, kemur sjálvur Haraldur kongur at heilsa uppá tey og hyggja at filminum, sum verður vístur uttandura á einum stórum torgi í miðbýnum í Oslo.
- Jú, vit fingu eina uppringing frá kongshúsinum, har tað bleiv sagt, at Haraldur kongur fegin vildi síggja filmin og heilsa uppá leikaranar. Ein slíkur áhugi sigur ikki so lítið um norska kongshúsið, sum altíð hevur sýnt okkara arbeiði stóran áhuga, sigur Njál Djurhuus.
Hann leggur afturat, at norska sjónvarpið NRK nú hevur keypt filmin og fer at vísa hann tríggjar ferðir um páskirnar. Og um alt gongur, sum ætlað, verður filmurin at síggja í Føroyum í summar, tá eisini Njál Djurhuus og leikstjórin Hallvard Bræin koma á vitjan.