Tilmeldingarnar til sangkappingina Ársins songrødd streyma inn, nú fyrireikararnir hava lýst við, at kappingin byrjar um góðar tríggjar vikur.
? Áhugin fyri kappingini er sera stórur, og longu nú byrjar tað at fyllast í onkrum innleiðandi umfari. Vit kunnu í mesta lagi hava 10 fólk við í hvørjari innleiðandi kapping, sigur Mark Joensen, sum er ein av fyriskiparunum av kappingini.
Tað plagdi at verða vanligt, at Ársins songrødd var hildin annaðhvørt ár, tí grundarlag var ikki fyri at hava kappingina oftari, men tað halda núverandi fyrireikararnir er broytt.
? Tað tykist sum áhugin fyri kappingini hevur verið vaksandi seinnu árini, og tað er eisini tí, at hon nú er eitt árligt tiltak, sigur Mark Joensen.
Nógvir sangir at velja í
Tað verða fimm innleiðandi kappingar kring landið. Umførini verða í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Vágum og Suðuroynni.
Tveir luttakarar koma víðari frá hvørjum innleiðandi umfari, og teir 10 luttakararnir skulu so kappast í finaluni, sum verður í Havn 9. juni.
Hesaferð kunnu luttakararnir velja ímillum 53 sangir.
? Vit royna at hava so nógvar sangir sum gjørligt at velja ímillum, so framførslurnar verða eitt sindur fjølbroyttar, sigur Mark Joensen.
? Í fjør høvdu við fleiri sangir at velja ímillum, men tá sungu átta av 10 finaluluttakarum sama sangin, so tí hava vit nógv fleiri sangir at velja ímillum hesaferð, sigur hann. Talan er um kendar popp- og rocksangir frá farna ári.
Samstundis sum Prixið
Ársins songrødd fer fram, samstundis sum stóra tónleikakappingini Prix Føroyuar verður hildin, men fyrireikararnir av songrøddkappingin halda ikki, at kappingarnar fara at fløkjast.
? Vit hava lagt okkara kappingar soleiðis, at tað er fitt av tíð ímillum at kappingarnar eru á teimum ymsu støðunum. Vit royna at lata ein mánað verða ímillum Prix Føroyar og Songrøddina, sigur Mark Joensen.
Hóast báðar kappingarnar verða í gongd samstundis, fer tað kring landið ikki at tykjast ov trongt, tí tað eru altíð fleiri vikur ímillum Prixið og songrøddkappingina.
? Harafturat verður okkara finala ikki fyrr enn fyrst í juni mánaði, meðan Prix Føroyar finalan verður í apríl mánaði. Tí skuldi borið væl til at havt báðar kappingarnar komandi mánaðirnar, sigur Mark Joensen.
Meðan Prix Føroyar er ein kapping fyri tónleikabólkar, er Ársins songrødd ein kapping, har fólk syngja aftur við upptiknum tónleiki.
Gera meiri burturúr
Fyrireikararnir av Ársins songrødd hava fingið sær nýtt ljósanlegg, og tað skal brúkast undir kappingini.
? Vit hava nýggjar ljós- og roykeffektir, og tað skuldi givið eitt betri undirhald, enn tað hevur verið áður, sigur Mark Joensen.
Fimm dómarar fara at meta um avrikini hjá teimum luttakandi í Ársins Songrødd, og teir skulu hvørja ferð finna tveir finaluluttakarar.
? Vit fara at hava dómarar, sum hava góðar fortreytir fyri at meta um avrikini hjá teimum sum luttaka, sigur Mark Joensen.
Fyrsta innleiðandi kappingin verður í Lognbrá í Klaksvík 12.februar, og síðand heldur kappingin fram til 9. juni, tá finalan verður.
Ársins songrødd 2001
Innleiðandi umfør kring landið:
10. februar Lognbrá Klaksvík
17. mars TB-húsið Tvøroyri
31. mars Badmintonhøllin Tórshavn
7. apríl (Helst í Sandavági) Vágum
12. mai Høllin á Kambsdali Kambsdalur
Finalan
9. juni Badmintonhøllin Tórshavn
Luttakararnir fáa 53 sangir at velja ímillum. Tveir sangarar sleppa til finaluna frá hvørjum innleiðandi umfari.