Føroyingar fingið sín egna skipalista

Fyrsti skipalistin við myndum av næstan øllum skipum omanfyri 20 bruttotons er komin á marknaðin. Umframt tað er eisini álmanakki, streymtalvur og streymkort í bókini og tað ger bókina framúrskarandi

Seinnapartin týsdagin buðu teir báðir Magni og Ernst S. Olsen til móttøku í hølunum hjá Tórshavnar Bátafelag, og hølini kundu valla verið betri vald til høvi.

Orsøkin var, at teir báðir undir Forlagnum á Deild hava givið út fyrsta føroyska skipalistan undir heitinum Skipalistin 2000 við myndum av øllum skipum omanfyri 20 bruttotons.

Talan er um eitt vala verk, sum hesir báðir hava greitt úr hondum. Umframt at flest allar myndir av teimum gott og væl 200 skipunum, bátunum, boritornunum, ferjunum og vaktarskipunum eru í litum, so inniheldur Skipalistin 2000 eisini annað, sum ger hann næstan vónleysan at vera fyriuttan hjá einum og hvørjum, sum hevur eitt sindur av hugi til sjógvin.

Har er álmanakki fyri næsta ár og ein minni fyri 2001, har eru streymkort, sum vit hava sæð tey í øðrum álmanakkum, men har eru eisini streymtalvur fyri ár 2000.


Gamal dreymur

Í fororðunum siga teir báðir høvundarnir við Sosialin, at hugskotið um at gera ein myndprýddan skipalista hevur fleiri ár á baki, men ofta er langt millum hugskot og gerðir.

? Tað tekur tíð at fara undir slíkt tí tað er so ótrúliga nógv um at fara. Fyrst skal avgerast hvat skal við í bókina, og síðani skulu upplýsingarnar savnast inn, og tað er eitt stórt arbeiði, siga teir báðir, sum hava fingið góða hjálp.

Eddie Leyni hevur nevniliga tikið meginpartin av myndunum í bókini yvirhøvur, og hann er sum heild komin stak væl frá teirri uppgávuni.

Harumframt hava teir báðir fingið góða hjálp frá øðrum góðum fólki, m. a. frá Petur Hans Dahl, frá Føroya Sjómansskúla, sum hevur roknað streymtøl út og streymkurvarnar.


Gott amboð

Tað tyktist vera breið semja millum teirra, sum møtt vóru til móttøkuna, at bókin, sum á borðinum lá, var eitt framúr gott amboð og at hon fór at gerast líka ring at vera fyri uttan, sum »vanligi« álmanakkin er tað.

Umframt allar tær praktisku upplýsingarnar, sum hava við skipalistan at gera, so er nógv annað tilfar í hesi bókini. Har eru upplýsingar um lógir, sum hava við fiskiskap og veiðu yvirhøvur at gera og har eru hagtøl um kvotur og annað, sum er áhugaverdur lesnaður.

Kortini er tað eingin ivi um, at besti eginleikin við Skipalistanum 2000 er sjálvur skipalistin við myndunum. Upplýsingarnar um hvørt einstakt skip eru sera nágreiniligar, m. a. við øllum teim fyrrverandi nøvnum, sum útgevararnir hava fingið uppspurt, umframt tekniskum upplýsingum.


Dagførast

einaferð um ári

Annar av høvundunum hevði á orði, at við slíkum bóklingum og kanska serliga í Føroyum, har nýggj skip koma í flotan í heilum, er neyðugt, at dagføra bóklingin árliga.

Hetta er eisini málsetningurin hjá teimum báðum, og tað hongur serliga saman við, at nógvar av upplýsingunum í bókini eru av slíkum slag, at tær mugu dagførast eina ferð um árið.

Fyri at lætta um hjá sær sjálvum, og ikki minst hjá teimum, sum skulu senda upplýsingarnar inn, so er eitt dagføringarskjal sett aftast í bókina og á hesum standa allar tær upplýsingar sum høvundarnir skulu hava hendur á frá reiðarunum.

? Vit vóna at teir taka væl undir við tí, og siga okkum frá tá ein broyting fer fram, siga teir báðir.

Nýggi skipskalendarin, sum er 289 blaðsíður, kostar 1 flest øllum bókahandlum kring landið.