ov lítið, um eg bara hevði heimligu kappingina at hugsa um, og síðani eg tók ta avgerðina, so hevur tað ongan tíð verið aktuelt hjá mær at siga landsliðnum farvæl. Nær fekst tú so at vita, at tú skuldi vera [...] kortini ongan tíð gjørdist aktuel. - Tað sigur seg sjálvt, at tú hevur verið fyrsta val í langa tíð, so gjørt tú tær nakrar tankar, tá tú brádliga verður settur á beinkin. Tað gjørdi eg eisini, men eg [...] tori eg ikki at siga nakað um. Jákup er sera væl fyri, og tað er ein mánaður til komandi dystin. Hesa ferð ivaðust teir til tað allar seinasta, so eg takið í øllum førum ikki nakað fyri givið, sigur Jens
Millum annað segði Dimmalætting soleiðis í eini grein um Anders Fogh Rasmussen. »Heldur ikki vildi hann svara uppá, um danir fóru at taka til eftirtektar, um Føroya Løgting ikki broytti hernaðar samtyktirnar« [...] hesi tilboð til fólkið. Tú vísir á mál sum tú legði fyri løgtingi (løgtingsmál nr. 16/2000) sum var einmælt samtykt. Hettar er óført Katrin »og tað meini eg veruliga«, kanska tú hjálpir okkum í komandi [...] var tað bara hugflogi, ið rann av stað við henni? Ella eitt stórri ynski um?? At í Føroyum skula føroyingar ráða er ongin ivi um, at vit ynskja. So er bert eftir hvussu hetta verður gjørt, og grundirnar
Hagevang váttar, at oljufeløg hava víst áhuga fyri hesum seismikkinum, men soleingi man ikki veit nakað við vissu um 2. útbjóðing, so ávirkar tað sjálvandi eisini verandi áhuga. Eisini tað at boringarnar í [...] á føroyska landgrunninum. At talan er um sama slag av strukturum merkir, at jarðfrøðin er sera meinlík, fellurnar eru eisini av sama slag osfr. Tvs. her hevur tú stóran rygg ella heygg, sum stingur seg [...] metrar. Hesir strukturar eru so mikið stórir, at tað hevði verið sera rímuligt at bora har fyri at vita, um olja ella gass kann verða goymt í teimum heldur norski jarðfrøðingurin. Hann heldur sjálvur, at tað
læknum og serfrøðingum, sum tóku avgerð um fosturtøka skal verða framd ella ikki, heldur enn tann vanligi løgtingsmaðurin, sum í veruleikanum ikki veit, hvat hann tosar um. - Eg haldi, at lógir skulu smíðast [...] sum taka avgerð um tað og ikki politikarar, heldur Anna. Hon gekk í skúla, tá hon fekk fosturtøkuna. Og hon greiðir frá, at tey høvdu um etikk í religión og sjálvandi tosaðu tey eisini um fosturtøku. - Tá [...] Sjúkarsystrar gingu inn til hana alla tíðina og spurdu, um hon nú var vís í, at tað var tann rætta avgerðin, hon hevði tikið. Um hon hevði hugsað um valmøguleikarnar hjá sær. Men Anna hevði tikið sína avgerð
at ferðast. Hetta vælsignaða pláss ? andarholið, sum ber av øllum. So dánt, tú hevur sett fótin á land, fer pulsurin niður, tú andar djúpan, og strongd og onnur óhumska fer við lýggja lotinum út móti Draganum [...] gjøgnum vindeygað um morgnarnar, tá vit svøvnpískut koma niður av loftinum inn í køkin at fáa okkum ein bita. Hetta er ongantíð áðrenn kl. 10.00! Eingin grund til at skunda sær. Tá tú soleiðis fert at ferðast [...] á mær skifti andlitslit nakrar ferðir! Hon visti óivað nakað, eg ikki visti! Hvat var nú til ráða at taka. Skjótt skuldi berast at ? báturin fór um skamma stund, og fyrst skuldi avráðast, hvør skuldi við
er tað skjótt at gerast passivur. Eingin er, sum togar teg upp úr songini um morgnarnar. Tú kanst sova allan dagin burtur um tú vilt. Tað einasta vit hava at gera er at rippa húkar, men tað loysir seg næstan [...] seta meg inn í, men tað fekk eg so ikki møguleika fyri. Tað er løgið tá tú hugsar um tað. Tú hevur loyvi at skriva brøv, men tú hevur ikki loyvi at skriva tey á teldu. Jógvan heldur, at menniskja eigur [...] stórur á, hvussu fangar eru fyri har og so í Føroyum. ? Um ein maður hevur gjørt nakað galið, so skal hann sjálvandi revsast. Tað er ongin ivi um tað. Men í Føroyum í mun til Danmark ella útlond sum heild
út aftur í Europa. Næstu ferð veit eg í øllum førum, at eg eisini vil hava eitt orð at siga, tá leikarahópurin skal samansetast, um kravið tá eisini er eins stórt. Einki um framtíðina At enda er sjálvandi [...] sjálvandi nærliggjandi at spyrja Frank Skytte, um hann longu nú veit, hvar ella um hann verður venjari komandi ár, men til hetta er tað ikki so øgiliga nógv, sum venjarin hevur at viðmerkja. - Sjálvandi havi [...] seinast, og um so er, so haldi eg, at man gongur í smáum skóm, sigur Frank Skytte, og sipar her helst til grein í Sosialinum fyrr í ár, har hann millum annað segði, at hann og B68 ikki hóskaðu saman. Um sjálva
lærarunum at teir ráðleggja alt árið nú, soleiðis at tað fyriliggur ein nágreinilig ætlan um, hvat teir hava ætlanir um at náa í einum skúlaári. Og tað gera Hanus og hinir lærararnir hjá tíggjunda flokkunum [...] strævið og krevur nógv í tí vikuni, men tá hon so er av, so er friður. Tá kanst tú fara aftur til tað vanliga arbeiðið vitandi um, at tað er ein rúm tíð, áðrenn næsta skeið fer í gongd. Verkætlan Umframt skeiðini [...] sum velja at gevast, tá tey eru liðug í níggjunda. - Eg veit ikki rættiliga, hví tey velja at halda fram í tíggjunda, serliga tá hugsað verður um góðu møguleikarnar í samfelagnum í dag. Men tað eru sum
FILMUR Tankin um at gera ein film um Jens Paula Heinesen birtist eitt oktoberkvøld fyri tveimum árum síðan í Tilhaldinum í Havn, sum var karmur um eitt kvøld við upplestri av skaldskapi hansara. Gulla [...] skjótt vísti seg at gerast rættuliga umfatandi, so hevur Gulla ongantíð mist vónina um, at tað nokk skal eydnast at fáa nakað burturúr. Frá fyrsta degi hevur hon havt Elina Heinesen, dóttir Jens Paula, at ráðgeva [...] mátast út frá, hvussu børnini og tey gomlu hava tað. Eg havi hug at siga, at skalt tú menna eitt samfelag, so mást tú geva skapandi fólki kor at virka undir ? íløgan lønar seg aftur fleiri ferðir, sigur
men nú eru tey omanfyri tíggju, segði Jón Harald Poulsen úr Umeå fyrrapartin í gjár. Hvat veitst tú um mótstøðuliðið, sum tit skulu spæla ímóti í kvøld? ? Í síðstu Europa Cup kappingini komu tær í finaluna [...] vera næstan ómøguliga stór. Kl. 19.30 skal KÍ spæla ímóti svenska Umeå, sum er á heimavølli. Talan er um nógv tað besta kvinnuliðið í Svøríki, og tað sæst aftur í lokala áhuganum, sum er størri, enn hann [...] mótstøðan verður fantastiska stór í kvøld, men vit fara at gera okkara ítarsta. Lagið er gott, og eg veit, at okkara lið hevur ein framúr góðan hugburð. Aftasta mann og ein frammi Sammett við liðið, sum í