EUROPA CUP
Í kvøld fara kvinnuligu meistararnir og steypavinnararnir í KÍ undir størstu avbjóðingina í hesum árinum. Heima á landi hevur eingin staðið teimum kurl, men í kvøld tykist uppgávan at vera næstan ómøguliga stór. Kl. 19.30 skal KÍ spæla ímóti svenska Umeå, sum er á heimavølli. Talan er um nógv tað besta kvinnuliðið í Svøríki, og tað sæst aftur í lokala áhuganum, sum er størri, enn hann er aðra staðni fyri kvinnufótbólti.
Ferðalagið úr Klaksvík kom seint mánakvøldið til Umeå. Tær eru sekstan spælarar, Jón Harald Poulsen og Ove Nysted eru venjarar, Amaliel Jacobsen og Sigrid Andreasen taka sær av klæðunum og Odd Færø og Jóan Magnus Høgnesen ella Manni eru ferðaleiðarar. Fyrioterapeutur hjá KÍ er Eyðvør úr Dímun, sum í nógv ár spældi við HB og í donskum feløgum og var ein av fremstu føroysku spælarunum.
Fyrrapartin í gjár vóru KÍ spælararnir og vandu á stadion, har tær í kvøld skulu spæla:
? Tað er rættuliga heystligt her. Tá vit komu vóru hitastigini ikki fleiri enn fýra, men nú eru tey omanfyri tíggju, segði Jón Harald Poulsen úr Umeå fyrrapartin í gjár.
Hvat veitst tú um mótstøðuliðið, sum tit skulu spæla ímóti í kvøld?
? Í síðstu Europa Cup kappingini komu tær í finaluna, har tær taptu 2?0 ímóti Frankfurt. Tað sigur rættuliga nógv. Undan hesi kappingini hava tær fingið tveir finskar spælarar. Tær eru úr Helsinki, sum vit taptu 4?0 ímóti í fjør. Vit ivast ikki í, at mótstøðan verður fantastiska stór í kvøld, men vit fara at gera okkara ítarsta. Lagið er gott, og eg veit, at okkara lið hevur ein framúr góðan hugburð.
Aftasta mann og ein frammi
Sammett við liðið, sum í fjør var í Europa Cup kappingini, so er KÍ liðið tað sama á flestu plássunum. Tað vil siga, at kvinnurnar hava uppaftur fleiri royndir, enn tær høvdu, tá tær í fjør vóru í Finnlandi. Men tríggir stuðulsspælarar, sum vóru við í fjør, eru ikki við hesa ferð.
? Ragnhild Aas, Kristina Lervig og Anna Müller Jacobsen vóru allar á liðnum, so tað sigur seg sjálvt, at tað hevði komið væl við, um tær hjálptu til. Men vit hava alt hetta kappingarárið vitað, at tær fóru ikki at vera við. Tær, sum hava vunnið steypakappingina og FM heitið, manna liðið hesa ferð. Í flestu førum er púra upplagt, hvør skal manna plássini. Men í onkrum førum eru tað tvær ella tríggjar, sum stríðast um sama plássið. Fyrrapartin mikudagin fara vit at seta liðið, og aftaná døgurða og hvíldina fara vit at hava taktikkfund.
Hvat verður uppleggið?
? Vit fara at spæla við Ragnu Andreasen aftanfyri tríggjar verjuspælarar, og Rannvá Andreasen verður hangandi álopsspælari frammanfyri fýra á miðvøllinum og aftanfyri fremsta spælaran, sigur Jón Harald Poulsen.
Undan dystinum hjá KÍ fara hini liðini í bólkinum ? Sparta Prag og Tallinn ? at spæla. Tann dystin fer Ove Nysted at hyggja at. KÍ skal fríggjadagin klokkan 17 spæla ímóti Sparta Prag og sunnudagin klokkan 15 ímóti Tallinn.
Í fjør legði KÍ í Finnlandi fyri ímóti eysturríkska Landhaus, og tá var tað púra óvæntað, at KÍ vann 2?1.
? Eg rokni við, at vit hesa ferð hava torførastu uppgávuna í fyrsta dystinum. Vit kenna ikki mótstøðuliðini nakað serligt, men vit rokna við, at Tallinn er veikasta liðið. Men tað verður ivaleysa stór avbjóðing hjá okkum, segði KÍ venjarin fyrrapartin í gjár, tá KÍ akkurát var komið aftur á gistingarhúsið eftir fyrstu venjingina, og tey vóru farin undir at fáa alt í rættlag og innrætta seg á staðnum, har tey skulu halda til inntil eftir vikuskiftið.