Miðflokkurin hevur eisini onnur »motivir«

? ella orsøkir til at »loysa«
? ella til TJÓÐARFRÆLSI ?

Jónfinn Olsen
Form. í UfM

Vit mega royna at fáa hetta samfelagið at virka sum best, og flestu Føroyingar ynskja nokk innast inni at ráða í egnum landi, men hetta skal tó gerast við skili.
Eg sat og las viðmerkingar í sosialinum, og tað má eg siga at antin er Javnaðarflokkurin »desperat« eftir at koma uppí samgonguna, ella er Katrin Dahl Jacobsen ófør við hugflogi sínum, tí Katrin veit væl at Miðflokkurin hevur fleiri grundir at stremba eftir tjóðarfrælsi Føroya enn hetta eina útalilsi sum hon er blivin so »firtin« av, ella var tað bara hugflogi, ið rann av stað við henni? Ella eitt stórri ynski um??
At í Føroyum skula føroyingar ráða er ongin ivi um, at vit ynskja. So er bert eftir hvussu hetta verður gjørt, og grundirnar eru nógvar. Millum annað segði Dimmalætting soleiðis í eini grein um Anders Fogh Rasmussen. »Heldur ikki vildi hann svara uppá, um danir fóru at taka til eftirtektar, um Føroya Løgting ikki broytti hernaðar samtyktirnar«. Her síggja vit virðingina fyri føroyinginum ella Føroyum »her bestemmer vi...« ella hvussu skal hetta skiljast. Jú her er ein onnur grund (saman við fleiri ørðum) fyri at »oysa« ella arbeiða fyri einum Tjóðarfrælsi fyri og í Føroyum. Vit ynskja nemliga eisini at byggja land sum føroyingar í egnum landi við egnum avgerðarætti, sjálvsagt í felagsskapi við aðrar tjóðir (sum vit eisini søgdu í valskrá okkara til løgtingsvali).
Góða Katrin ongin vil heldur ómynduggera kvinnur, sum tú vilt verða við í dimmalætting 31. august 2002, men heldur hjálpa henni so størri ágangur og skaði ikki verður gjørdur á kvinnuna og børnini, men heldur minka um hesa vandamiklu gongd í samfelagi okkara. Ikki ákæra okkum í Miðflokkinum fyri at misbrúka millum annað kvinnur (dimmalætting 31. august 2002), tá vit í veruleikanum royna at loysa upp fyri einum trupulleika og royna at finna eina loysn.
Í 1997 legði Miðflokkurin fram uppskot um eina fosturtøkunevnd, har ein minniluti millum annað við limi úr javnaðarflokkinum segði millum annað soleiðis, eg siteri: »Læknarnir í Føroyum klára hesa uppgávuna eftir teirri skipan, sum er galdandi í Føroyum í dag«.
Ein spurningur kann so verða, hvssu nógvar fosturtøkur verða gjørdar um árið?
Ein annar spurningur kundi verði, er hetta tað besta vit kunnu bjóða, ella kundi tað verði nakað betur?
Eg siteri víðari frá minniluta í trivnaðarnevndini í 1997 »Ein almenn nevnd við tilboðum og ongum loysnum skapar bara falskar vónir«, sitat slut.
Eg veit ikki, um tað er her frá tað kemur, at man heldur ein feil verða gjørdan, og tí vil leggja onnur undir at misbrúka millum annað kvinnur bara til partapolitiskta profilering (dimmalætting 31 august 2002). Nei Katrin lat tað sum er fari liggja, og lat okkum saman líta frammeftir og síggja møguleikar og royna at finna loysnir.
»Ein handil hevur tilboð uppá eina vøru, tú fer til handils at keypa hesa vøru, og jú mín sann har var ein loysn, tú fekk tína vøru og fert glað heim aftur við vøruni«. Eg vil bara siga við hesum at har tilboð eru eru møguleikar fyri loysnum ella var onki at bjóða tilboð til, men vit mega útvega hesi tilboð til fólkið.
Tú vísir á mál sum tú legði fyri løgtingi (løgtingsmál nr. 16/2000) sum var einmælt samtykt. Hettar er óført Katrin »og tað meini eg veruliga«, kanska tú hjálpir okkum í komandi tíðum við einum lógaruppskoti um fosturtøku og hvør veit, møguliga verður hetta »einmælt samtykt« í Løgtinginum, til bata fyri tær kvinnur, ið enda í slíkari støðu at teimum tørvar hjálp á hesum øki, og vónandi so fáa tær ta bestu hjálpina teimum tørvar.