valdi ÍF at taka liðið úr kappingini, tí at ikki ber til at manna liðið. ÍF er triðja liðið sum verður tikið úr kappingini í meistaradeildini í flogbólti. Fyrr í hesum kappingarárinum tók Mjølnir b-liðið [...] og Nøvan tók lið sítt úr kappingini hjá monnunum. Vit hava tosað við Bartal Eliasen, sum hevur vant ÍF-genturnar í ár. Hann sigur, at hann hevur roynt at fáa skavað leikarar saman til dystirnar um vikuskiftið [...] í ár: ?Vit liggja nummar trý, og hava vunnið allar dystirnar í endaumfarinum, uttan dystin ímóti Mjølnir. Sosialurin hevur eisini tosað við ein av leikarunum, Randi Larsen um støðuna. ? Eg haldi tað er
Kappingin hjá kvinnum stóð serliga millum tær tríggjar, Marinu úr Drátti, Tinu Jacobsen úr Mjølnir og Gudrid Nolsø úr TB. Lítið er at ivast í, at fleiri høvdu væntað, at Gudrid Nolsø fór at fáa heiðurin [...] liðini er so mikið hørð, at tú skalt hava eitt gott lið fyri at gerast meistari. Tina Jacobsen úr Mjølnir sníkti seg inn millum tær báðar, og tað er eitt herðaklapp til ein góðan leikara. Hjá monnnum stóð [...] millum teir somu tríggjar leikararnar, sum gjørdust ársins leikarar. Hesaferð var tað Boban Ilic úr ÍF, sum fór avstað við steypinum, og tað valið var í lagið. Samanborið við tvíburðabróðurin, Borco, hevur
duttu niður á fjórða pláss, tí dagin fyri hevði ÍF vunnið ein sera tryggan 3-0 sigur á heimavølli móti Fleyr. Við settúrslitunum 25-19, 25-16 og 25-14 var ÍF-sigurin ongantíð í vanda, og tað sær framvegis [...] leygardagin 3-0 móti ÍF á Kambsdali, men tað var ikki uttan dramatikk. Við støðuni 23-22 í fyrsta setti var hevarin hjá fuglfirðingum, Odd Eliasen, so óheppin at slíta hælsinuna. ÍF kundi ikki skifta meir [...] endaðar við sigri til Mjølnir, og tað hevur sjálvandi eisini sítt at siga. So alt kann henda í kvinnufinaluna. Tað kann tað eisini í mansfinaluni, sjálvt um tað er ein dyggur smeitur fyri ÍF, at Odd Eliasen
móti ÍF. Vinnur TB eisini á Giljanesi, eru báðir teir ? á pappírinum ? truplastu dystirnir í kappingini vunnir, og so hótta tær við at taka allan spenningin úr kappingini, tí um hvørki Mjølnir ella Dráttur [...] móti Mjølni. Og tá tað so endiliga eydnaðist, var tað sera sannførandi. Tað er sera sjáldan, at Mjølnir tapir á heimavølli, men leygardagin kundu tær einki gera móti einum sera vælleikandi TB-liði, sum [...] Og tað hoyrir eisini við til søguna, at hini bæði sterku liðini í meistaradeildini, Dráttur og Mjølnir, eru viknað í mun til seinasta kappingarár. Hjá Mjølni eru Tina Jacobsen og Margit Poulsen ikki við
ÍF ? Fram 3 ? 2 (25-20, 25-20, 14-25, 17-25, 15-12) Flogbóltur Meistaradeild menn ÍF og Mjølnir hava alt kappingarárið givið greiðar ábendingar um, at tey fóru at gerast drúgv hetta kappingarárið. Hetta [...] nakað at seta upp ímóti góða og fjølbroytta spælinum hjá ÍF. Sum ikki einaferð var tað Boban hjá ÍF, sum vann nógv í álopinum, men eisini hinir á ÍF-liðnum sluppu upp í part, tí móttøkurnar lógu væl, og tí [...] miðjuni, sum bitu frá sær. ÍF megnaði tó eisini at vinna hetta settið. Eftir hesi bæði settini kom rættiliga vend í. Fram tók seg saman, og ÍF tóktist steðga upp. Móttøkan hjá ÍF var ikki so góð í hesum settinum
Síðani tá, er TB viknað nakað og hetta verður undirstrikað av misjøvnum úrslitum higartil í ár. Mjølnir hevur harafturímóti funnið stevið aftur, og hava tað víst við at vinna allar dystirnar uttan tann [...] fullmannað og tí eru tær greiðir favorittar móti TB. Hin dysturin í kvinnudeildini er millum Drátt og ÍF, og kann fara at gerast sera spennandi tá til stykkis kemur. Fyrr í ár hittust liðini í einum spennandi [...] spennandi dysti, har Dráttur dróg longra stráið, men um tað verður úrslitið hesaferð er óvist, tí ÍF tykist vera komið fyri seg, og mann í grundini vera á nøkunlunda sama stigi sum Dráttur er í løtuni. Stríðast
ÍF-Dráttur 2-1 So eydnaðist tað. ÍF hevur verið so nær við fleiri ferðir í ár, men sum oftast hava tær kortini verið við undirlutan tá til stykkis kom. Men fríggjakvøldið eydnaðist tað fuglfjarðakvinnum [...] Tað var annars so, at liðini vunnu hvør sín hálvleik. Hetta er ikki óvanligt tá ÍF er annað liðið, men trupulleikin hjá ÍF hevur verið, at orkan ofta er gingin undan móti endanum av dystinum og so hevur [...] dystinum, tá vístu ÍF-kvinnurnar, at tað vóru tær, sum vóru betri fyri. Tær gjørdu bart í seinasta javnbrótaranum og vunnu hann 15-11. Við tí úrslitinum endaði dysturin við 2-1 sigri til ÍF, sum nú bert er
fyri smátjóðir í Evropa. Í finaluni hjá kvinnum møtast TB og Mjølnir, og hesin dysturin byrjar klokkan 14.30. Hjá monnum møtast SÍ og ÍF, og hesin dysturin byrjar beint aftaná ella umleið klokkan 16.
kanadiska stórleikaran hjá sær, hevur alt bent á, at FM-kappingin verður ein kapprenning millum TB og Mjølnir, og nú sunnudagin hittast júst tey bæði liðini í fyrra innanhýsis dystinum í endaspælinum. Og nógv [...] í, at Dráttur er favorittur, tá KÍF kemur á vitjan. Dráttur megnaði seinasta vikuskifti at vinna Mjølnir kappingina, og tó at tær neyvan fara at leggja seg út í sjálvt gullstríðið, so er einki at ivast [...] sjónlig móti endanum av grundspælinum, so eigur ikki at roknast við, at tær fara at gera nakað við ÍF. Greiðir favorittar Hjá monnunum verða tveir dystir leiktir um vikuskiftið, og felags fyri báðar er
Bartal Eliasen, Kenneth Neshamar og Jan Áki Olsen úr ÍF. Andrass Jógvansson úr Fleyr. Thorvald Danielsen og Eyðstein Eyðunsson Elttør úr Mjølnir og Jóhan Petur á Stongum úr SÍ.