Brak í fyrsta umfarinum

Longu fyrsta dystin í endaspælinum verður ein kanska av gerandi dystur leiktur, tá TB í Trongisvági tekur ímóti Mjølnir

flogbóltur

Talan verður um stórdyst longu fyrsta umfarið, nú kvinnukappingin í flogbólti fer ígongd aftur. Eftir at KÍF fyrr í heyst misti kanadiska stórleikaran hjá sær, hevur alt bent á, at FM-kappingin verður ein kapprenning millum TB og Mjølnir, og nú sunnudagin hittast júst tey bæði liðini í fyrra innanhýsis dystinum í endaspælinum.
Og nógv bendir ? tíverri ? á, at gullstríðið í stóran mun kann vera avgjørt longu sunnudagin. Tí hóast liðini í løtuni eru jøvn í stigum, so eru tær úr TB fýra sett betri, og tann munurin kann vísa seg at gerast avgeradni. Ikki minst um TB vinnur dystin sunnudagin, tí so kunnu tær í veruleikanum savna kreftirnar um ikki at tveita nøkur býtt sett burtur restina av kappingini, og eydnast hetta, so eru tær meistarar. Líka mikið hvussu leikur fer í Klaksvík í seinna innanhýsis dystinum.

Dráttur vil upp
Tveir aðrir dystir eru hjá kvinnunum hetta umfarið. Á Giljanesi er einki at ivast í, at Dráttur er favorittur, tá KÍF kemur á vitjan. Dráttur megnaði seinasta vikuskifti at vinna Mjølnir kappingina, og tó at tær neyvan fara at leggja seg út í sjálvt gullstríðið, so er einki at ivast í, at tær ætla sær uppeftir á talvuni, og her vil ein sigur lyfta tær eitt pláss upp alt fyri eitt. KÍF er sum nevnt heldur ikki tað, sum tær vóru við kappingarársbyrjan, og tí er einki at ivast í, at tey í Vágunum rokna fyri vist, at stigini ikki fara nakran veg.
Tað rokna tey Kambsdali neyvan heldur við, tá Fleyr kemur á vitjan. Sæð burtur frá heimadystinum móti Drátti tíðliga á kappingarárinum, so hevur Fleyr bara tapt, og tó at framstigini vóru sjónlig móti endanum av grundspælinum, so eigur ikki at roknast við, at tær fara at gera nakað við ÍF.

Greiðir favorittar
Hjá monnunum verða tveir dystir leiktir um vikuskiftið, og felags fyri báðar er, at favoritt-leiklutirnir eru so greiðir, sum teir kunnu vera. Tey bæði havnarfeløgini, Fram og Fleyr, hava ongar sum helst ætlanir um at spæla við í toppinum í ár, og á útivølli móti ávíkavist SÍ og ÍF man vera lítið hjá teimum at gera. Sjálvandi kann sensatiónin ongan tíð útilokast, men tað vildi so verið ein av teimum heilt stóru, um tað óvæntaða skuldi hent.