ÍF tikið kvinnuliðið úr kappingini

Flogbóltur: Kappingin hjá kvinnunum liggur nú í sorli eftir at ÍF undan dystunum í vikuskiftinum valdi at taka lið sítt úr kappingini

Nú eru bert fýra lið eftir í meitaradeildini hjá kvinnum.

Í vikuskiftinum valdi ÍF at taka liðið úr kappingini, tí at ikki ber til at manna liðið.

ÍF er triðja liðið sum verður tikið úr kappingini í meistaradeildini í flogbólti.

Fyrr í hesum kappingarárinum tók Mjølnir b-liðið úr kappingini hjá kvinnum, og Nøvan tók lið sítt úr kappingini hjá monnunum.

Vit hava tosað við Bartal Eliasen, sum hevur vant ÍF-genturnar í ár.

Hann sigur, at hann hevur roynt at fáa skavað leikarar saman til dystirnar um vikuskiftið, men tað bar ikki til.

? Í síðstu viku fóru tríggir av okkara leikarum til Danmarkar í lestrarørindum, og so vóru bara seks leikarar eftir. Sætti leikarin hjá okkum hevur drigist við skaða í eina tíð, og fekk tí ikki spælt. Tað var orsøkin til at vit ikki kundu manna lið.

? Eg havi roynt tað eg kann, men tað hjálpir onki, sigur Bartal Eliassen.

Bartal heldur tað eisini verða løgið, tað at skula taka liðið úr kappingini nú, tí tær hava klárað seg væl higartil í ár:

?Vit liggja nummar trý, og hava vunnið allar dystirnar í endaumfarinum, uttan dystin ímóti Mjølnir.

Sosialurin hevur eisini tosað við ein av leikarunum, Randi Larsen um støðuna.

? Eg haldi tað er øgiliga keðiligt, at tað endar so, tí tað kann fáa keðiligar fylgjur fyri flogbóltin bæði her í Fuglafirði og eisini kring um í landinum.

? Flogbólturin fær á henda hátt eitt keðiligt navn, sigur hon.

Átti tað ikki at borið til at manna lið í umráðnum hjá tykkum?

? Jú, sjálvandi. Vit hava havt fleiri leikarar, men tað eru onkrir, sum eru falnir frá, tí tað er so bundið bæði at spæla dystir og at døma ymsastaðni í landinum.

? Men tað átti allíkavæl at borið til at manna lið.

Trúgvi Poulsen, kappingarstjóri, sigur, at støðan er sera óheppin.

? Eg haldi, at ÍF skal royna einaferð enn at fáa skavað fólk saman fyri at gera hetta kappingarárið liðugt, og síðani brúka summarið til at fáa skil á støðuni.

Tí, sigur Trúgvi Poulsen:

? Eg eri bangin fyri, at dettur kvinnuflogbólturin í Fuglafirði á gólvið nú, so kemur hann ikki fyri seg aftur, og tað er sera óheppið

Trúgvi hugsar eisini um umdømið hjá flogbóltinum í hesum førinum.

? Umdømið hjá flogbóltinum verður merkt av slíkum sum hesum, og tað hevur hann ikki uppiborið.


Ein keðilig avgerð

Tað tykist sera løgið, tað sum hendi í Fuglafirði um vikuskiftið. Liðið varð tikið úr kappingini, nú tað lá á einum triðja plássi og skuldi til at berjast um silvurmerkini.

Tað kann heilt einfalt ikki verða rætt, at tað er so stór líkasæla í økinum umkring Fuglafjørð, at ongin vil hjálpa teimum at manna liðið, so kappingin kann gerast liðug.

Tað er at vóna, at fuglfirðingar fáa tikið um endan, og endurreist liðið, fyribils í hvussu er.

So má støða takast til hvussu gerast skal til næsta ár.

Føroyskur flogbóltur hevur í øllum førum betri uppiborið enn tað, at kappingin verður latin eftir í sandasorli.

Men soleiðis sær tað tó út til at tað endar nú.

Skammið tykkum í Fuglafirði, Gøtu og Lorvík.