Í dystinum um vikuskiftið fáa Mjølnirkvinnurnar høvið til at hevna einasta ósigurin í ár. TB kemur á vitjan í Klaksvík og kenna vit klaksvíksdámurnar rætt, so fara tær at gera sítt ítarsta til at fáa hevnd fyri dystin í Trongisvági fyrr í ár.
Síðani tá, er TB viknað nakað og hetta verður undirstrikað av misjøvnum úrslitum higartil í ár.
Mjølnir hevur harafturímóti funnið stevið aftur, og hava tað víst við at vinna allar dystirnar uttan tann fyrsta.
Mjølnirliðið er aftur fullmannað og tí eru tær greiðir favorittar móti TB.
Hin dysturin í kvinnudeildini er millum Drátt og ÍF, og kann fara at gerast sera spennandi tá til stykkis kemur.
Fyrr í ár hittust liðini í einum spennandi dysti, har Dráttur dróg longra stráið, men um tað verður úrslitið hesaferð er óvist, tí ÍF tykist vera komið fyri seg, og mann í grundini vera á nøkunlunda sama stigi sum Dráttur er í løtuni.
Stríðast um aðru rók
Hjá monnum er dystur í Sørvági millum liðini, sum saman liggja á øðrum plássi.
SÍ tapti seinasta vikuskifti móti Mjølni, meðan Fram vann móti Fleyr b.
Grundarlag er ikki fyri at sammeta hesar báðar dystir, men havandi í huga, at Rúni Weihe er á veg aftur sum kantáleypari hjá Fram, betrar munandi um teirra møguleikar.
Sørvingar eru kortini ikki fyri ongum, og tí er spenningurin um úrslitið stórur.
Mjølnirmenninir hava eisini nakað at vísa móti ÍF, sum teir taptu ímóti á Kambsdali fyrr í ár.
Við úrslitinum seinasta vikuskifti í huga eru klaksvíkingarnir favorittar.
Ein dystur varð longu leiktur í gjárkvøldið og var tað dysturin millum ÍF og Fram, sum eftir ætlan skuldi verið leiktur seinasta vikuskiftið. Av ymsum orsøkum kom misskiljing í, og dysturin var av ongum, men hetta varð rætta í gjárkvøldið.