TB og Fleyr hava beina kós

Fleyr fekk óvæntaða hjálp frá Fram, og nú sær út til, at meistaraheitið hjá monnunum endar í Havn. Hjá kvinnunum hevur TB framvegis beina kós móti gullinum

Flogbóltur:

Nú fer flogbóltsárið so smátt at líða móti endanum, og um ein mánað er alt yvirstaðið. Men longu nú sær landskappingin út til at vera avgjørd hjá bæði kvinnum og monnum.
Hjá kvinnunum kemur hetta ikki so øgiliga óvart á, tí oddaliðið hevur verið tað sama alt árið: TB av Tvøroyri. Sunnudagin vunnu tær aftur, hesaferð 3-1 móti Drátti. Sigurin var ikki so lættkeyptur, tí Dráttur vann eitt sett og kom upp um 20 í øllum hinum. Men eins og øll hini liðini hava gjørt í ár, so noyddist Dráttur eisini at ásanna, at TB-kvinnurnar hava verið tungar at dansa við í ár, og nú restar heilt lítið í hjá teimum at vera 100% vísar í at fáa gullið.
Fyri Drátt merkti ósigurin eisini, at tær duttu niður á fjórða pláss, tí dagin fyri hevði ÍF vunnið ein sera tryggan 3-0 sigur á heimavølli móti Fleyr. Við settúrslitunum 25-19, 25-16 og 25-14 var ÍF-sigurin ongantíð í vanda, og tað sær framvegis út til, at seinasti dysturin í kappingini millum Drátt og ÍF á Giljanesi verður tann, sum avger hvør fær bronsuna.
Hjá Fleyr er ikki so nógv eftir at gera. Teoretiskt kunnu tær enn sleppa undan at enda niðast, men tað er ikki serliga realistiskt, tí av teimum trimum írestandi dystunum hjá teimum eru tveir móti ávikavist TB og Mjølni. Um tvær vikur kemur TB í Gundadalshøllina, og vinna tær tá, koma tær upp á 19 stig, og so hava tær tryggjað sær føroyameistaraheitið. Mjølnir kann eisini koma upp á 19 stig við at vinna allar dystirnar, tær hava eftir, men settmunurin hjá TB er nógv betri, so í roynd og veru er ein sigur afturat nóg mikið.

Fleyr næstan komið á mál
Tað er altso ikki so óvæntað, at kappingin hjá kvinnunum mestsum er avgjørd longu nú. Hinvegin er tað meira óvæntað, at meistaradeildin hjá monnum eisini sær út til at vera avgjørd. Óvæntað, tí kappingin hevur verið so sera jøvn í ár.
Men av tí at Fleyr vann trygt á Kambsdali, samstundis sum SÍ snávaði í Eysturskúlanum móti Fram, skal tað vilja illa til, um Fleyr ikki fer avstað við meistaraheitinum og teimum fínastu heiðursmerkjunum. Fleyr hevur tveir dystir eftir, og vinna teir annan av teimum, er sloppið.
Næsti dysturin verður um tvær vikur í Sørvági, og sjálvt um tað leingi sá út til at kunna gerast ein rein finala, er havnarliðið nú so væl fyri í kappingini, at teir hava ráð til at tapa tann dystin, bara teir so vinna síðsta dystin á heimavølli móti Mjølni.
Fleyr vann leygardagin 3-0 móti ÍF á Kambsdali, men tað var ikki uttan dramatikk. Við støðuni 23-22 í fyrsta setti var hevarin hjá fuglfirðingum, Odd Eliasen, so óheppin at slíta hælsinuna. ÍF kundi ikki skifta meir út í settinum, og tí vann Fleyr tað 25-22. Bartal Eliasen var heldur ikki við, tí hann er við fótbóltslandsliðnum niðri á Kypros, so nú stóð heilt illa til hjá ÍF. So illa, at teir taptu næsta sett 9-25. Í triðja setti sluppu teir fleyrleikararnir, sum vanliga ikki fáa so nógva spælitíð, at royna seg, og tað gjørdi settið javnari enn tað kundi havt verið. Fleyr vann 25-21 og harvið dystin 3-0.
Fram hevði mist sín FM-møguleika, men teir spardu seg ikki í heimadystinum móti SÍ, sum ikki hevði ráð til at tapa dystin. Men tað sá einki serligt út aftaná tvey tey fyrstu settini, tí tey vann Fram 25-21. Sum so ofta fyrr vendist alt á høvdið í triðja setti, sum SÍ vann heili 25-11. Men skriftin kundi longu hómast á vegginum, og tað kom ikki óvart á nakran, at Fram vann fjórða sett ? og júst sum í teimum báðum fyrstu settunum var úrslitið 25-21.
Úrslitið kom sera illa við hjá SÍ, sum nú skal hava hjálp frá Mjølni, skulu teir gerast føroyameistarar. Kravið er einfalt: Teir skulu vinna allar tríggjar dystirnar, teir hava eftir, og samstundis skal Fleyr tapa móti Mjølni á síðsta leikdegi.
Tað er eingin hugalig støða at vera í hjá sørvingum, men tað er fyrst og fremst takkað verið teimum sjálvum, at teir eru komnir so illa fyri, tí í fleiri dystum hava teir havt góðar møguleikar fyri at vinna, men hava kortini tapt.

Steypafinalurnar verða leygardagin
Sjálvt um tað sær út til, at SÍ hevur mist sín FM-kjans, so hava teir nú nakað annað at hugsa um, nevniliga steypafinaluna.
Steypafinalurnar verða nú leygardagin, og lagt er upp til tveir spennandi finaludystir. Hjá kvinnunum eru tað TB og Mjølnir, sum bresta saman, og hetta eru tey bæði klárt bestu liðini í landinum í løtuni, so í so máta kundi tað ikki verið ein betri finala. TB verður favorittur, tí tær hava staðið seg so væl í landskappingini, men tær báðar steypafinalurnar, sum hava verið higartil, eru báðar endaðar við sigri til Mjølnir, og tað hevur sjálvandi eisini sítt at siga. So alt kann henda í kvinnufinaluna.
Tað kann tað eisini í mansfinaluni, sjálvt um tað er ein dyggur smeitur fyri ÍF, at Odd Eliasen ikki fær verið við. Bartal Eliasen hevur fingið loyvi til at koma heim frá fótbóltslandsliðnum eitt sindur áðrenn hinar, so hann fær verið við í finaluni, og tað skulu fuglfirðingar vera glaðir fyri, tí uttan Odd hongur nógv á herðunum hjá Bartali.
Mótstøðuliðið er SÍ, sum á pappírinum sær út til at hava eitt betri lið, men í eini finalu kann alt henda. Sørvingar munnu vera grammir eftir at gera ein góðan figur í finaluni, nú tað sær út til, at føroyameistaraheitið er gloppið teimum av hondum. Teir verða eisini favorittar móti ÍF, men einki er avgjørt fyrr enn dysturin er spældur.
Vit fara seinni í vikuni at gera meira burturúr í sambandi við finalurnar.

Úrslitini um vikuskiftið vóru:
Meistaradaild kvinnur
ÍF-Fleyr 3-0 (25-19, 25-16, 25-14)
TB-Dráttur 3-1 (25-22, 25-22, 23-25, 25-21)

Meistaradeild menn
ÍF-Fleyr 0-3 (22-25, 9-25, 21-25)
Fram-SÍ 3-1 (25-21, 25-21, 11-25, 25-21)