Flogbóltur
Fyri fyrstu ferð nakrantíð vunnu flogbóltskvinnurnar hjá TB landskappingardyst í Klaksvík móti Mjølni. Og tá tað so endiliga eydnaðist, var tað sera sannførandi.
Tað er sera sjáldan, at Mjølnir tapir á heimavølli, men leygardagin kundu tær einki gera móti einum sera vælleikandi TB-liði, sum uttan iva verður sera tungt hjá hinum at syfta í ár. Serliga teir báðir nýggju útlendsku leikararnir Lili Popescu úr Rumenia og Maja Popovich úr Bosnia-Hersegovina skaraðu framúr, og í teimum báðum hevur TB veruliga fingið tveir kantspælarar á sera høgum støði. Tí er einki at siga til, at vónirnar á Tvøroyri eru stórar. Og tað hoyrir eisini við til søguna, at hini bæði sterku liðini í meistaradeildini, Dráttur og Mjølnir, eru viknað í mun til seinasta kappingarár.
Hjá Mjølni eru Tina Jacobsen og Margit Poulsen ikki við í ár. Tær báðar gjørdust ávikavist Ársins blokaduleikari og Ársins móttøkuleikari í fjør, so tað sigur seg sjálvt, at hetta er sera svárur missur hjá Mjølni.
Men spurningurin er, um tær høvdu gjørt so stóran mun móti TB, sum stýrdi dystinum frá byrjan til enda og vann sera trygt. TB var betri á øllum økjum. Móttøkurnar, servurnar og hevingarnar ? alt riggaði betur hjá suðuroyarliðnum enn hjá Mjølni, ið hevur fingið fleiri ungar leikarar inn á liðið og sum týðiliga ikki hevur somu styrki sum seinastu árini. Bara tað at tapa 3-0 á heimavølli er so óvanligur kostur hjá Mjølni, at tað sæst, at okkurt stórt er á veg á Tvøroyri.
Ov tíðliga?
Tað er sjálvandi alt, alt ov tíðliga at útrópa TB sum føroyameistara, men inntil víðari mugu tær bara finna seg í at vera FM-favorittar. Komandi leygardag spæla tær á útivølli móti føroyameistarunum Drátti, sum vunnu sín fyrsta dyst í kappingini móti ÍF. Vinnur TB eisini á Giljanesi, eru báðir teir ? á pappírinum ? truplastu dystirnir í kappingini vunnir, og so hótta tær við at taka allan spenningin úr kappingini, tí um hvørki Mjølnir ella Dráttur fær gjørt nakað við TB, er ringt at fáa eyga á nakran annan sum kann. Men enn eru nógvir dystir eftir, og sjálvt flogbóltsleikarar mugu duga at hava bæði beinini á jørðini.