hvussu hon skal lívbjarga sær. Eins og í bókini um Pandabjørnina eru allir upplýsingar so álítandi, sum til ber. Delfinin er 24 bls. í litum við stívari kápu. Spf. Gramar stóð fyri prentgerðini. Hon kostar kr [...] lítla garðinum í Smålandi. Har trivust øll væl, men arbeiðskonan, Lina, helt kortini, at har var ikki bara gott at vera: »Víst bagir eisini okkurt her. Allur kavin um veturin og allar flugurnar um summarið [...] skyldina í. Mamma Emils vildi nevniliga sleppa at keypa flugufangarar, men tað vildi pápi Emils als ikki. Teir kostaðu jú 10 oyru hvør! Tí mátti Emil taka málið í egnar hendur, og tí gekk tað, sum tað gekk
stovna partafelag, sær tað út til, at pengar ikki tróta. Pengar eru tøkir, pengar leypa av á summum játtanum o.s.fr. Eg vil enn einaferð spyrja Sámal Petur, hvar peningurin, sum ikki bleiv brúktur á Kalsoynni [...] hevur ábyrgdina, um so er, at eitthvørt óhapp hendi inni í tunlinum á Kalsoynni. Okkum vitandi eru tær ikki alment opnaðir.
verður upp í dag klokkan 14.oo, og opið verður til klokkan 18. Leygardagin er opið somu tíðir, meðan tað verður opið eitt sindur longri sunnudagin. Tá letur ikki aftur fyrr enn klokkan 20 á kvøldi. Torbjørn [...] vindeyganum í atelierinum. Nógvar teirra vísa Vágsbotn, sigur hann. Onkur er tó aðrastaðni frá kortini. Til dømis er ein úr Hattarvík.
arbeiðið, ið gjørt varð, var at evna til lógir fyri felagsskapin. Hesar lógir vórðu síðani umsettar til danskt, enskt og franskt, og síðani sendar saman við umsókn um upptøku til IOC. Umsóknin varð viðgjørd av [...] av IOC. Har vórðu lógirnar fyri ONF góðkendar, men síðani hendi ikki meira, tí IOC vildi ikki taka okkum upp sum limir, orsaka av ríkisrættarligu støðu Føroya. ONF hevur hinvegin víst á, at á ítróttarliga [...] Olympisku Nevnd Føroya. ONF kemur framvegis at vera til sum felagsskapur, tí tann felagsskapurin er góðkendur av IOC at søkja um limaskap, og fyri ikki at gera ta umsóknina truplari enn neyðugt, verður hildið
umstøður ikki kunnu líknast saman við umstøðurnar aðrastaðni í Europa. Men tað er ikki vist, at FIFA ger nakað sum helst við bótina hjá Jan Dam, tí bøtur upp til 20.000 sveisarfrankar kunnu ikki kærast, [...] mánadagin viðgjørdi fleiri líknandi mál, góvu teir fyrstu bótina til føroyskan fótbóltsspælarar nakrantíð. Bótin er so stór, at hon verður ikki bara goldin við einum bláum girokorti á Posthúsinum ein fríggjadag [...] altjóða fótbóltssamgongan FIFA, at tað skal hann hava 8.000 sveisarfrankar í bót fyri, og tað svarar til knappar 40.000 føroyskar krónur. Eftir at Jan Dam hevði fingið reytt kort í dysti móti Malta á Svangaskarði
sent feløgunum heitir FSF staðiliga á feløgini um at møta til fundin og koma við málum, sum skulu viðgerast. Vanligt er, at fleiri feløg ikki møta til fundin, og tað heldur FSF verða sera óheppið, tí fundurin [...] 00, og til viðgerðar er fótbóltskappingin 1997, útgreiningar í kappingarreglunum og spælaraavtalur. Fundurin, sum verður hildin á hvørjum ári, tekur saman um farna kappingarár, og fyrireikar til komandi [...] teimum undanfarnu, og tí verður uttan iva nógv at tríva í á fundinum í morgin. Og lagt er eisini upp til, at útgreiningar skulu gerast av kappingarreglunum. Málið um avtalur millum feløg og spælarar fer utan
spennandi, sum lagt varð upp til frammanundan. Umstøðurnar vóru góðar at spæla undir, fleiri enn 300 áskoðarar vóru til dystin, og trummurnar og rópini dundu allan dystin. Ikki minst høvdu áskoðararnir hjá [...] hjá Kyndli gjørt seg út til, at nú skuldi tað verða, og stuðulin Kyndlaliðið fekk, mundi vera viðvirkandi til sigurin. Kyndil betri frá byrjan Kyndil legði harðliga fyri, og fyrra hálvleik vístu tær gott [...] 9 av teimum 15 málunum hjá Neistanum, til 15-15. Men tá Kyndil so fór aftur í álop, eyndaðist tað Ann Hansen at gera forloysandi málið, og tá Neistin síðani ikki kláraði at fáa mál í sínum álopi, kundi
Kyndil fyri fyrstu ferð rættiliga fór fram um, tá teir gjørdu tað til 8-5, fekk Neistin ikki fatur í aftur. Í hálvleikinum var støðan 19-13 til Kyndil, og í seinna hálvleiki øktu teir um leiðsluna. Tá 10 minuttir [...] 10 málum, 29-19, men tá tók Neistin sær um reiggj, og hóast tíðin var ov knøpp og munurin ov stórur til at fáa nakað stig burtur úr dystinum minkaðu teir nógv um Kyndlaleiðsluna seinastu 10 minuttirnar. [...] gjørdi trý mál hendan partin av dystinum, meðan Neistin gjørdi heili 9 mál. Endaliga úrslitið var 32-28 til Kyndil.
løgtinginum. Men harfrá og so til at geva so víttgangandi heimildir til landsstýrið, sum lógaruppskotið leggur upp til, er nakað, sum tingmenn mugu taka støðu til, og tað er ikki vist, at teir halda tað vera [...] bjóða seg til at útvinna teir síðstu droparnar úr feltum, sum tey stóru feløgini hava slept. Har kann tað so vera góð grund til yvirfyri teimum smærri oljufeløgunum, sum ein ikki kennir so nógv til, at vera [...] dent á, at treytir og reglur ikki verða broytt í heilum, tá tey eru farin í gongd. Fær oljuvinnan ikki eina breiða undirtøku bæði politiskt og manna millum, so fær tú ikki tann stabilitet, sum er neyðugur
eitt broytingaruppskot ikki var liðugt skrivað, var fundurin slitin í slakan tíma, og tikin uppaftur kl. 15.45. Eyðun Viderø í Fólkaflokkinum vildi ikki góðtaka, at tingið ikki kundi fáa grannskoðaða váttan [...] ístaðin fyri at konvertera 12,5 mió. krónur, sum uppskotið ljóðaði, til at lækka upphæddina til 9,5 mió. krónur. Løgfrøðiliga ikki væl fráfarið Jóannes Eidesgaard, tingmaður, harmaðist saman við øðrum [...] verður tað keðiligt um neyðugt verður at fara til Danmarkar at finna nevndarformann. - Ikki allar súðir eru syftar við hesi avgerð. Tað kunnu koma fremmand fólk til, so sum vit kenna tað frá Fiskasøluni, ið