, heldur enn at vinna semju um eina yvirtøku. Fjølmiðlarnir hava gjørt nakað burtur úr Javnaðarfloksins leikluti í hesum máli. Var okkara støða í tráð við okkara uppskot um setan av stjórnmálanevnd, var [...] landsfundin seinasta vikuskifti, har semja var um, at nú skuldu Føroyar gerast sjálvstøðugar. Men júst eitt slíkt mál, sum málið um yvirtøku av kirkjuni, er eitt dømi um lítið umhugsaðan sjálvstýrispolitikk. Tað [...] rættarverkið hjá okkum er danskt, og tað ber illa til at tosa um einar sjálvstøðugar Føroyar, har tú mást biðja danir átaka sær at døma okkum, um vit gera eitthvørt revsuvert. Men hetta kostar pengar, og tað
skrivaði hann eina grein um ferðina í sporunum hjá Marco Polo. Granskaði og skrivaði bøkur ? Ein útgevari las hesa greinini og hann spurdi um eg ikki vildi skriva eina bók um ferðina. ? So áðrenn eg var [...] at teir fara at gera eina roynd at skilja hvalirnar. Tað er ikki nakað man hevur hugsað um í meiri enn hundrað ár Hvørjar ætlanir hevur tú so eftir tað? So fari eg aftur til Írlands, heim til mín sjálvs [...] sindur av hvørjum. Hann hevur m. a. fylgt leiðini hjá Marco Polo, ferðast um Atlantshav í skinnbáti og so hevur hann eisini ferðast um Kyrrahavið á einum bambusflaka - úr Kina til Ameriku. Ein part av leiðini
so hava tær ikki betur uppiborið enn at missa hann. Og hvørjar áneyðir havi eg at hugsa um hinar? Nær hevur nakað konufólk havt seg til viks fyri mína skuld? Aldri!«. Eitt sindur seinni er niðurstøðan tann [...] hon tað, og troðka aðrar burtur, galt tað um«. Í bardaganum at fáa mann, er tað the survival of the fittest sum er galdandi. Ein orsøkin til, at Elsba er so út um alt mark altrá eftir at fáa mann, kemur [...] nevnir seg Nýggiflokkur, hóttir við himmali og helviti, um fólk ikki atkvøða fyri flokkinum, so gongst ikki væl til valið. Men Bjarni Berg veit ráð: »Vit skulu verða nationalir«. Tríeindin kapitalur, religión
Tjóðveldisflokkurin uppskot fyri løgtingið um at yvirtaka fólkakirkjuna. Kjakið um fólkakirkjuna var á ógvuliga lágum støði, og aftur her merkti tú spjaðingina. Tú hevði varhugan av, at prestarnir ikki vildu [...] virðing fyri føroyingum, um føroyingar stóðu saman. Vónandi hevur unga ættarliðið eina kollveltandi uppfatan um viðurskiftini við Danmark. Seinastu veljarakanningarnar bera tíbetur boð um hetta. Vagnur Michelsen [...] Ein útvarpssending var eisini um fólkakirkjuna. At Lisbeth Petersen í sendingini einki annað hevði at bera fram, enn at tað kostar pening, kemur ikki óvart á meg. Men tú hevði roknað við, at Hans J. Joensen
ella fløsku, og er nakað ung til at geva av koppi. Og tað er eisini ógvuliga ringt yvirhøvur at fáa nakran at ansa eftir henni. Eg havi spurt á arbeiðsplássinum um longri tíð heima, um tað so skuldi verið [...] ynski er at fáa longri tíð heima hjá lítlu dóttir míni. Frá heilsusystur fær ein at vita, at best er um tú gevur barni tínum bróst í minsta lagi 6 mðr., men farloyvið er bert 24 vikur, t.v.s. til barnið er [...] 1/2 mðr. gomul. Longu har noyðist eg at gera nakað, sum ikki er best fyri barnið. Eg vildi helst givið henni bestu byrjanina upp á lívið sum eg kann. Eg veit væl, at farloyvistíðin er nógv longri í dag
at missa pengarnar, um fyritøkan ikki gongur. Hans Andrias Joensen sigur, at hann trýr heldur onki uppá, at støðan er so ring, sum nógvir reiðarar vilja gera hana til. Eg veit t.d. um djúpvatnstrolara, [...] at neyð lærir nakna kvinnu at spinna. Men kemur tú ongantíð í neyð, kemur tú heldur ikki víðari. So er bara at liggja á tí sama toginum, tí fært tú ikki fisk, er bara at far í landskassan eftær tí, sum [...] Seinastu dagarnar hava vit javnan hoyrt harmaljóð frá reiðarum, sum gremja seg um, hvussu álvarsligar avleiðingar verða, um John Petersen, landsstýrismaður fær makt, sum hann hevur akt, og fær tikið íl
undan lívinum. Um vit bara fáa tryggleika og eitt gott lív, so er tað einki haldgott grundarlag, um tú ikki hevur Gud við tær. Tað merkir, at vit royna at renna frá pínuni í okkara lívi, men um vit standa [...] rarnar, altjóða nunnufelagsskapin, ið er virkin um allan heim. Systir Maria varð biðin um at fara til Føroyar, og hóast hon ikki hevði hoyrt so nógv um hetta landið, so kendi hon seg heima her beinanvegin [...] og saknaði eg innihald í lívinum. - Hví valdi tú at fara í kleystur? Eg havi ofta hugsað um hetta seinni. Tá eg var ung, var nokk so vill og gjørdi nógv um meg. Einki var óført, og eg var altíð tann sum
talumálinum, at sum oftast ikki ber til at brúka tað. Nú veit eg ikki, hvørji mál hesir málfrøðingar, lærarar og onnur samanbera okkara móðurmál við, men um vit hyggja at donskum og eingilskum, haðani størsta [...] annars, tí minni og minni dentur verður lagdur á málrøkt, soleiðis sum vit kunnu lesa og hoyra. Ja tú ivast í, um nøkur málslig treyt er sett teimum, sum í sínum dagliga yrki skulu bera fram føroyskt í skrift [...] hevði givið okkum eitt greiðari svar uppá, hvussu føroyska talumálið er í dag, og tá høvdu vit nakað at víst á, um broytingar skulu gerast. Annars tykiast tað løgið í eini sjónvarpssending at bera fram, at
O Heinesen, sum skulu avgera, um vit skulu hava loysing ella ei. Hesa avgerð eigur Føroya fólk og Føroya Løgting einsamalt. Tað skulu ikki danskir politikarar spyrjast um, tvørturímóti. Stoltar avgerðir [...] Skalt tú hava politiskt frælsi, so skalt tú eisini hava búskaparligt frælsi. Alt annað er hálvar loysnir. Helena Dam á Neystabø hevði eitt sindur torført við at skráseta tað, sum fór fram rundan um hana [...] tað ger minni, um hon ikki fataði tað, um øll onnur gjørdu tað. Óli Breckmann var, sum hann plagdi. Smartar, stuttligar, men rættiliga ofta heldur plattar formuleringar. Eitt skúladømi um ein politikara
og sjálvsálit. Líksong yvir øllum, sum eitur føroyskt treysti og áræði. Sambandsflokkurin biður um nakað av okkum, kann vera hóskandi framman fyri Gudi, nevniliga at ásanna, at vit eru lítl og veik, ein [...] hann sjálvur hevur. »Vit klára okkum ikki sjálv«, sigur sambandskonan avgjørd. Hvussu veit hon tað? Satt at siga, so veit hon tað ikki. Hon byggir ikki á vitan, hetta er ein trúargrein hjá henni. Tað ringasta [...] Vit klára ikki at føða teg. Vit nytta einki. Okkara land nyttar einki, tað klárar ikki at føða teg. Tú fert ikki at klára at føða teg. Danmark má føða teg.« Fær teirra hugmynd ta undirtøku, sum tey ætla