sum tó ikki sat við pallnborðið, at einki var, sum hindraði, at málið fór í gerðarættin. Tað vilja lærararnir fegnir, segði hon. Men treytin er, at lærararnir sleppa aftur til arbeiðis, og at næmingabýtið [...] partur út upp á at siga hvør øðrum, hvussu tvørur Eilif Samuelsen er. Og sum ikki einaferð var tað Óli Breckmann, umboðandi Fólkaflokkin, sum toygdi seg longst. So langt, at orðstýrarin bað um at fáa meira stíl [...] neyðini fyri at vera í politikki,« segði Óli Breckmann. »Hann hevur roynt, men hann fekk ongar.« Og Jenis av Rana, sum umboðaðið Miðflokkin, nýtti møguleikan at siga fundarfólkinum frá, at Eilif Samuelsen
tað og prát við fryntligar tingmenn fríggjadagin siga okkum, at tað er neyðugt at seta nøkur viðurskifti upp á pláss. Aftur og aftur verður endurtikið, at verkfallið hjá Yrkisfelagnum, YF, er ólóglig. Víst [...] hetta kundi lata seg gera. Úrslitið var, at lærararnir hilu frí í eina viku uttan løn á heysti í 1992. Í hesum sambandi eydnaðist YF formliga at fáa sligið fast, at óskilið við stóru flokkunum frá 1991, ikki [...] frívikuna og sparingina, gekk út uppá, at fyri vikuna, sum YF limirnir mistu, gekk LSF við til: 1.»at næmingatalið í einum studentaskúla- og HF-flokki eigur vanliga ikki at fara upp um 24. Í undantaksføri kann
sinum og ansa eftir, at hinir arbeiða, sum teir eiga at gera: ? Tú hevur við arbeiðið hjá nógvum fólki at gera, og eg haldi, at tað er komið væl við, at eg plagdi at føra skip. Uppgávurnar hjá tingformanninum [...] Tingskipanin sigur, at formaðurin ansar eftir, at arbeiði løgtingsins verður væl fyriskipað og úr hondum greitt. Hann stýrir umrøðum løgtingsins og ansar eftir, at alt er í góðum skili, og at viðgerðin er virðilig [...] sum eru av tí áskoðan, at hetta eigur at hava við sær, at formanssessurin verður hildin uttanfyri politiska býtið av sessum, sum verður gjørt, tá kabalin skal ganga upp, eftir at samgonga er skipað. Fram
tí eg minnist, at ein segði okkurt sum, at Tróndur í Gøtu livdi enn í Kirkjubø. Meira skildi eg ikki; men mær var dátt við, tá ið eg hoyrdi hetta. Mundi tað vera satt? Pápi hevði sagt mær, at Sigmundur [...] roykstova kortini, alt var mest sum deydligt harinni. Betri kann eg ikki lýsa hetta enn at siga, at vit tosaðu altíð heima um at fara uttar í roykstovuna, meðani grannfólkini, Mass Berg og Julianna, altíð fóru [...] genturnar ætlaðu at kóka sær ræst kjøt ella ræstan fisk, tí at sovorðið roykilsi torgaði mamma ikki í køkinum. Men heilt lá hon tó ikki fyri eitt eiti, tí at hon var spælirúmið hjá mær og tí minnist eg hana eins
fer at henda. Royndirnar vísa, hvat ið hendir nú, men tær kunnu ikki vísa, hvat ið fer at henda. Fyri tí at sólin higartil er komin til sjóndar hvønn morgun, ber ikki til at prógva, at hon fer at koma [...] spurningur við so at siga allar sannleikar. Øll sansing kann vera svikafull, tað kann vera, at tú droymir, at tú bara ímyndar tær umheimin. Tað er bara eitt sum er vist, og tað er, at hann sum setir spurningarnar [...] grund ber tað til at siga, at tann heimur, sum hann hevur skapað, er bestur av øllum heimum. Viðurskiftini millum Gud og skapningarnar eru soleiðis háttaði, at tað samstundis er galdandi, at menniskjan ger
Tað hevur fíggjarnevndarformaðurin skyldu at vita. Tá Sune Jacobsen so sigur, at nettouttanlandsuldin vaks uppí 6 milliardir krónir, meðan javnaðarflokkurin sat við stjórnarvaldinum, so skal hetta takast [...] privata skuldin leitað fram. Tí kundi tað henda, at uttanlandsskuldin eftir eini nátt, vaks við hundraðtals milliónum. Tað vil við øðrum orðum siga, at varð hesin uppgerðarhátturin nýttur við árslok 1984 [...] heilt annar við árslok 1988, ber illa til at sammeta gongdina við føroysku uttanlandsskuldini í hesum báðum landsstýrisskeiðunum. Lat meg at enda gera vart við, at eftir míni áskoðan er formanssessurin í
urin fór at fyrihalda sær, nú málið um at seta nevnd at kanna ríkisfelagsskapin skjótt kemur til atkvøðugreiðslu í tinginum. Óli Breckmann segði, at løgtingslimunum hjá Fólkaflokkinum fer at standa frítt [...] síðani. Nú er so stutt til valið, at tingfólkið okkara fer at at standa frítt at velja eftir bestu sannføring. Og nú valið er beint fyri durunum, kann tað gott vera at onkur av okkum tekur kansin og atkvøður [...] hann gjørdi greitt, at hóast hann tók undir við málinum, kundi hann, vildi hann, ella tordi hann ikki at atkvøða fyri uppskotinum, sum tá var til viðgerðar í tinginum um at seta nevnd at kanna heimastýrislógina
arbeitt við at selja smoltstøðina, men nú eydnaðist tað so. Ella eydnaðist er kanska skeivt at siga, tí satt at siga var gravgangur eftir støðini, siga fámjingingar. Fremstir í kappingini um at fáa fatur [...] Jacob Jacobsen, sum sjálvur var við at stovna støðina í 1984, sigur, at tað er ongin ávís orsøk til at teir hava selt støðina. Eg haldi bara, at vit vóru farin at troyttast, sigur hann. Smoltstøðin í [...] fyri seg. Jacob Jacobsen sigur, at støðin hevur loyvi at hava 700.000 smolt . Hann sigur, at tað er við sorgblídni, at teir nú sleppa støðini av hondum. Vit vóru við til at leggja lunnar undir eitt virki
eftir stórum upphæddum. Uppgávan var at meta um engagementini, rætt og slætt. Hann endaði samrøðuna við at siga, at hansara hurð stóð altíð opin, um eg hevði nakað at tosa um. Aftan á tær mongu áheitanirnar [...] Svarið var klárt og greitt, at tað vildi eg ikki. Eg segði honum eisini hví. Fyrst tí at grannskoðaraarbeiðið so avgjørt hevði ikki mín áhuga. Eisini og helst tí, at eg hevði nokk at takast við (var limur í [...] halda uppá, at skuldi teirra banki ikki drenast fyri viðskiftafólk, vóru teir noyddir at spæla við á roulettini. Sum ikki eina ferð er tað rúkandi skeivt av dønum at leggja alla skuldina fyri, at okkara samfelag
menning. Hon er allastaðni og hevur við sær, at drongurin fær kensluna av at verða illa viðfarin av foreldrunum: »Og at eg var eitt satt óargadýr, var einki at ivast í, so mikið varð njelt á meg um dagarnar« [...] og umhvørvi. Helst tí, at jú longur aftur í tíðini ein hending er farin fram, jú lættari er at hava hana á lofti, uttan at alt ov nógv fara upp á gos. Men ivaleyst eisini tí at barnaárini á ellisárum gerast [...] honum dámar at lesa, so er dugur í honum kortini. At sita við bók, varð jú roknað sum tíðarspilla ella tekin um leti. Ein skyldmaður úr aðrari bygd stuðlar honum í at fara til skips, og at hann skal sleppa