biðin um at bíða eitt bil, tí tey standa næst fyri at verða sett í samband við studio, um so er at annar av teimum fyrstu ikki hevur bingo kortini. Øll verða spurd um, hvaðani tey ringja, fyri at Sjónvarpið [...] hvørji tey tvey fyrstu at ringja eru, og hon er vorðin púra viss í, at bæði bæði hava bingo. Spælið heldur also ikki fram fyri at finna nakrar aðrar vinnarar enn teir, sum eiga at vinna! Kanska kundi k [...] bløðunum tveir spurningar í sambandi við Gekkin. Í fyrru atløgu vil hann hava at vita, hví hann slapp í gjøgnum til Gekkin uttan at verða setur í sambandi við studio, og í aðru atløgu, hví spælið helt fram
umbering fyri at fólk ikki tora at standa við sínar meiningar. Ofta og títt sær út sum, at okkara pressa heldur ikki torir, vil, ella dugir at gera nýtslu av sínum rættindum og skyldum til at vera hitt fjórða [...] farið fram, men her var altso mett, at røðan átti ikki at sendast út gjøgnum teir »penu« miðlarnar. Fyri rættiliga at lýsa og vátta, at pressan í mongum førum ber seg at júst sum huldumenninir, gingu bert [...] tí fáur ella eingin tímir at lesa tað, og talan kann ongantíð vera um, at nakar fer at taka huldumannatos fyri fult. Síðani eru nøkur einstøk, sum innast í vitsku síni fata, at øll samfelagsmenning - lívið
tey sær undan at taka ábyrgdina av tí syndarligu støðuni, tey voldu. Alt fleiri stjórnir noktaðu eisini at gera sína skyldu: at verja milliónir av monnum, kvinnum og børnum, sum eru noydd at flýggja orsakað [...] Amnesty International bað um, at altjóða samfelagði sendi umboð til Zaire, Burundi og Rwanda fyri at verja sivilar borgarar, sum vóru í vanda, og fyri at forða øllum stjórnum í at flyta vápn til økið. Í juli [...] fólk at flýggja seinasta ár. Men heilt úr Colombia til Afghanistan vóru misbrot framd á politistøðum, í fangatippum og á gøtunum, soleiðis at ósekir menn, ósekar kvinnur og ósek børn noyddust at liva í
Sofus Poulsen, sigur, at tíðindini um, at Norrøna aftur fer at sigla til Hetlands, eru væl fagnað í Bretlandi. Hann sigur, at enn eru tíðindini ikki komin runt, tí tað var í fyrradagin, at hann sendi út tí [...] heldur ikki so galið, tí har er mangt forvitnisligt at síggja, heldur Sofus Poulsen. Hann sigur, at prísurin er sámuligur, báði at gista í Hetlandi og at sigla til Aberdeen, og hóast bilurin kostar lutfalsliga [...] Á veg til Føroyar er ikki neyðugt at gista í Lerwick. Sofus Poulsen sigur, at bretar eru ikki bara fegnir um at fáa føroyingar tann vgin. Teir eru eisini fegnir um at hava fingið eitt sjóvegis samband
tær at vita, at Tummas var farin, tí okkurt bráfeingis var komið í vegin, og kom ikki aftur fyrrenn mánadagin. Keldur okkara siga, at grundgevingin hjá samráðingarleiðaranum í landsstýrinum fyri at fara [...] siga, at hon átti stóran part av æruni í, at samráðingarnar gingu so væl. Hon leiddi samráðingarnar serstakliga hegnisliga og í einum positivum anda og tað man vera eindømi, at tað er so skjótt at fáa [...] Men so hendi tað fáar dagar undan samráðingunum, at heimahjálpirnar fingu fax úr Nesinum, har boðað varð frá, at tað bar ikki til hjá Tummas Magnussen at samráðast fríggjadagin, tí hann skuldi uttanlands
vinna er soleiðis háttað, at virksemið broytist skjótt frá at vera nógv at gera, til í longri tíð einki at hava at gera. Hetta má ein taka hædd fyri. Hvat viðvíkur ynskinum at vera við í eini oljuvinnu [...] greitt, um vit eru før fyri at vera við ella ikki. Soleiðis sum Sosialurin skilur málið, so er tað ikki bara at biðja lova sær at vera við í hesum útviklinginum. Tú er noyddur at gera tær greitt, hvat tú [...] heilt náttúrligt, at føroysk virki eru við og at hetta krav verður sett oljufeløgunum, tí tað verður gjørt alla aðrastaðni. Men her mugu føroyingar eisini gera sær greitt, at av tí at orkan í Føroyum er
Kortanei at gifta samkynd³. Tað er heitið á grein í Føringinum herfyri. Í greinini tosar Dánjal Højgaard við fleiri føroyskar prestar um evnið at gifta samkynd. Niðurstøðan í greinini er, at stórur meiriluti [...] tessvegna ikki loyva tær at siga hvat sum helst alment³, sigur Heri Eysturlíð í greinini. Hann vísir á, at um Uni Næs sammetir pedofilar og samkynd, so vil hann mæla vestmannapresti at lesa upp á hesi bæði [...] fyribrygdi. Tað kann ikki bera til, at ein útbúgvin teologur ikki dugir so frægt á at skyna, sigur Heri Eysturlíð. Tá vit tosaðu við Una Næs í gjár, hevði hann ongan hug at gera viðmerking til lesarabrævið
teimum.³ Í grein 5 í politiviðtøkunum fyri Havnina stendur, at bannað er á ella upp at veg ella øðrum støðum, har atgongt er fyri almenning, at tíggja sær ólíkliga, t.d. við ólíkligum orðum ella gerðum. Í [...] forbudt uden fyldestgørende grund at banke på porte, døre eller vinduer, ringe på port- eller dørklokker eller foretage lignende handlinger... Vegir í hesum viðtøkum eru at skilja sum ein og hvør almenn ella [...] Gætur eftir reglulag v.m.³, at ?fara slíkir tilburðir fram á støðum, har ikki atgongt er fyri almenning, og hava teir við sær ólag í almennum reglulag, kann politiið áseta, at givið verður uppat við teimum
fyri nøkrum árum síðani), sigur Bjørn á Heygum. Hann sigur, at orsøkin til at tú ikki kanst tosa um sjálvtekt í slíkum føri sum í Vági er, at tey, ið standa fyri blokaduni, ikki eiga økið (løgfrøðiliga) [...] staðin fyri at senda boð eftir løgregluni, sjálvur í húsum sínum leggur hond á ein innbrotstjóv. Tað sigur Bjørn á Heygum, advokatur og formaður í rættarnevndini. Hann leggur annars dent á, at hann ikki [...] sigur, at um blokadur verða framdar á økinum hjá einum øðrum, kunnu politiviðtøkurnar fyri avvarandi stað takast í nýtslu. Hinvegin kunnu politiviðtøkurnar vera rættiliga rúmsátt orðaðar, so at týdningurin
uttan so, at hann hevur konto í banka ella sparikassa í Føroyum. Tað merkir, at henda skipanin eigur at ganga uttan um PBS skipanina, tí talan er ikki um kredittkort, sigur Muldi Monay, og vísir á, at útlendkir [...] Danmarkar at avgreið?. Tað hendir bert tað, at PBS bókar upphæddina á kontoini í Føroyum, og tástani fái eg peningin. Eg kundi eins væl fingið peningin beinleiðis av kontoini. - Veruleikin er, at vit geva [...] avgjørt at avtaka skipanina. Í staðin kunnu handlar o. a. vinnufyritøkur keypa sær terminal, sum kostar frá 4.000 til 12.000 krónur, og á tann hátt fáa peningin bókaðan beinleiðis í PBS. Vansin er, at smærri