Vestmannaprestur onga viðmerking til grein um samkynt

Grein í Føringinum um samkynt hevur fingið ilt í Hera Eysturlíð, urguleikara og tíðindamann


?Kortanei at gifta samkynd³.

Tað er heitið á grein í Føringinum herfyri. Í greinini tosar Dánjal Højgaard við fleiri føroyskar prestar um evnið at gifta samkynd. Niðurstøðan í greinini er, at stórur meiriluti av føroysku prestunum siga kortanei at gifta samkynd pør.

Ein teirra, ið úttalar seg til Føringin, er Uni Næs, sóknarprestur í Vestmanna. Hann vísir á, at har ein skriða er lopin, er onnur væntandi.

­ Kirkjan stendur á einum álvarsomum vegamóti. Hvat við teimum pedufilu, skulu vit eisini loyva tí, spyr vestmannaprestur.

Tað er hesin seinasti spurningurin, um tey pedofilu, ið hevur fingið ilt í Hera Eysturlíð.

Í einum lesarabrævi í Sosialinum og Dimmalætting spyr Heri Eysturlíð, um Uni Næs er í ørviti.

?Góði Uni! Sum prestur ert tú almennur persónur og kanst tessvegna ikki loyva tær at siga hvat sum helst alment³, sigur Heri Eysturlíð í greinini.

Hann vísir á, at um Uni Næs sammetir pedofilar og samkynd, so vil hann mæla vestmannapresti at lesa upp á hesi bæði fyribrygdi.

­ Tað kann ikki bera til, at ein útbúgvin teologur ikki dugir so frægt á at skyna, sigur Heri Eysturlíð.

Tá vit tosaðu við Una Næs í gjár, hevði hann ongan hug at gera viðmerking til lesarabrævið hjá Hera Eysturlíð.