Politiviðtøkurnar

Sambært politiviðtøkunum kunnu fólk, sum blokera ólógliga, fáa bót ella verða dømd hefti ella fongsuls-revsing

Í politiviðtøkunum fyri ?Landkommunerne på Færøerne³ stendur m.a. um skil (og óskil) á økjum í kommununum:

På offentlig vej og på andre steder, hvortil der er almindelig adgang, såsom beværtninger, butikker og forlystelsessteder, må der ikke foregå noget, hvorved andre tilstedeværende eller omboende forulempes, den offentlige orden forstyrres eller færdselen hæmmes, såsom opløb eller sammenstimlen af mennesker, slagsmål, skrigen, råben, højrøstet syngen eller anden støjende, voldsom eller fornærmelig adfærd. Det er ligeledes forbudt uden fyldestgørende grund at banke på porte, døre eller vinduer, ringe på port- eller dørklokker eller foretage lignende handlinger...

Vegir í hesum viðtøkum eru at skilja sum ein og hvør almenn ella privat gøta, vegur, pláss, brúgv, tunnil, skot, rás, trappa ella tílíkt lendi.

Í politiviðtøkunum fyri Tórshavn frá 1975, og seinast broytt við fráboðan 19. oktober 1992, stendur millum annað:

?Bardagi, rópan, geylan, harðmæltur songur, harðskapur ella onnur ólátað, ørkymlandi ella tílík atferð, sum kann hava við sær ólag í almennum reglulag ella ampa øðrum hjástøddum ella fólki, ið býr har um vegir, mugu ikki fara fram á vegnum ella øðrum støðum, har atgongt er fyri almenning, t.d. handlum og almennum skrivstovum, skemtistøðum, baðstøðum, almanna nátthúsum og flutningsførum, teirra millum leiguvognum.³

Sagt verður víðari í 2. petti um ?Gætur eftir reglulag v.m.³, at ?fara slíkir tilburðir fram á støðum, har ikki atgongt er fyri almenning, og hava teir við sær ólag í almennum reglulag, kann politiið áseta, at givið verður uppat við teimum.³

Í grein 5 í politiviðtøkunum fyri Havnina stendur, at bannað er á ella upp at veg ella øðrum støðum, har atgongt er fyri almenning, at tíggja sær ólíkliga, t.d. við ólíkligum orðum ella gerðum.

Í grein 7 stendur: ?Á teimum støðum umrødd eru í grein 3, 1. petti, má tyrping ella mannatrongd, sum kann hava við sær ólag í almennum reglulag, ikki fara fram. Politiið kann siga persónum, ið staddir eru á nevndu støðum, frá teimum ásetingum, ið neyðugar eru til tess at byrgja fyri, at ólag á henda hátt kemur á alment reglulag.³