Herluf Joensen spyr í bløðunum tveir spurningar í sambandi við Gekkin. Í fyrru atløgu vil hann hava at vita, hví hann slapp í gjøgnum til Gekkin uttan at verða setur í sambandi við studio, og í aðru atløgu, hví spælið helt fram.
Uttan fyri Gekka-studio er ein sonevnd »telefon-slúsa« við átta telefonum. Trý starvsfólk manna slúsuna. So títt og knapt fólk fáa bingo, fara telefonirnar at kima. Tær báðar vinnandi telefonirnar verða fyrsta tiknar av tveimum starvsfólkum sum fara undir at kanna, um fólkini í hinum endanum veruliga hava bingo. Tað triðja starvsfólkið tekur so hinar telefonirnar í rættari røð. Summi verða biðin um at bíða eitt bil, tí tey standa næst fyri at verða sett í samband við studio, um so er at annar av teimum fyrstu ikki hevur bingo kortini. Øll verða spurd um, hvaðani tey ringja, fyri at Sjónvarpið kann gera nøkur hagtøl.
Spælið heldur fram, líka til telefon-slúsan hevur fingið fulla greiðu á, hvørji tey tvey fyrstu at ringja eru, og hon er vorðin púra viss í, at bæði bæði hava bingo. Spælið heldur also ikki fram fyri at finna nakrar aðrar vinnarar enn teir, sum eiga at vinna!
Kanska kundi kontroll-rúmið í onkrum føri steðgað spælinum eitt sindur fyrri, men einasta úrslitið hevði verið tað, at færri høvdu vunnið ávíkavist 300 krónur og 500 krónur.