Grækaris Djurhuus Magnussen
Tá vit tosa um sjálvtekt, er talan um fólk, sum taka ?lógina³ í egnar hendur á sínum egna øki. Til dømis er talan um sjálvtekt, tá ein maður í staðin fyri at senda boð eftir løgregluni, sjálvur í húsum sínum leggur hond á ein innbrotstjóv.
Tað sigur Bjørn á Heygum, advokatur og formaður í rættarnevndini. Hann leggur annars dent á, at hann ikki vil taka nakra støðu til viðurskiftini millum vágbingar og Fiskavirking sum so. Hann úttalar seg bara generelt um tað løgfrøðiliga í einum slíkum máli.
Men vit kunnu taka útgangsstøði í málinum í Vági (sama hendi í Skopun fyri nøkrum árum síðani), sigur Bjørn á Heygum.
Hann sigur, at orsøkin til at tú ikki kanst tosa um sjálvtekt í slíkum føri sum í Vági er, at tey, ið standa fyri blokaduni, ikki eiga økið (løgfrøðiliga), har blokadan verður framd.
Har er ikki talan um at taka lógina í egnar hendur á egnum øki, men á økinum hjá einum øðrum. Tí kunnu vit ikki tosa um sjálvtekt í hesum førinum, sigur Bjørn á Heygum.
Ein samanbering við tað, sum hendir í Vági, kann vera henda:
Við síðuna av húsum tínum hevur tú ein bilskúrð. Í bilskúrðinum stendur ein frystiboks, sum tú vilt flyta úr bilskúrðinum inn í kjallaran í húsum tínum. Men uttanfyri hurðina til bilskúrðin hava fólk sett ein lastbil, so tú ikki fært flutt frystiboksina.
Tá er heldur ikki talan um sjálvtekt, men um heilt onnur tiltøk, sigur Bjørn á Heygum.
Politiviðtøkurnar
Bjørn á Heygum sigur, at um blokadur verða framdar á økinum hjá einum øðrum, kunnu politiviðtøkurnar fyri avvarandi stað takast í nýtslu. Hinvegin kunnu politiviðtøkurnar vera rættiliga rúmsátt orðaðar, so at týdningurin ella tulkingin ikki er serliga neyv.
Sambært politiviðtøkunum í Havn, kanst tú geva bót fyri at órógva. Samstundis kann løgreglan heita á eina mannamúgvu at flyta seg burtur frá einum øki ella líknandi.
Verður ikki gjørt, sum løgreglan biður um sambært politiviðtøkunum, so kann grein 119 í Revsilógini takast í nýtslu, sigur Bjørn á Heygum.
Sambært hesi greinini í Revislógini kann ein, ið forðar embætisfólki at gera arbeiði sítt, revsast við bót ella hefti og í skerpandi føri kann viðkomandi fáa upp í 6 mánaðar fongsulsrevsing.
Bjørn á Heygum vísir tó á, at í trætum ella blokadum, sum snúgva seg um eitt slag av arbeiðsósemjum, verður vanliga alt gjørt fyri at sleppast skal undan, at løgreglan verður blandað uppí.