annan dystin í Golden League kappingini í Tróndheimi í Noregi. Hesaferð er vertstjóðin, Noreg mótstøðuliðið. Okkara leiktu í EM-endaspælinum í 2024 ein minniligan 26-26 javnleik móti Noregi í Mersedes Benz [...] Benz høllini í Berlin. Stutt undan dystarenda var Noreg á odda 26-23. Og tá fingu vit mest minniliga hálvanannan minuttin í føroysku hondbóltssøguni. Í fyrsta umfarinum í Golden League taptu Føroyar tepurt [...] 29-30 (12-14) fyri Niðurlondum, og Noreg tapti 33-38 (13-19) fyri Danmark. Noreg er í dag, eins og teir vóru 14. januar í 2024 greiður favorittur móti Føroyum hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds
eftir einari aðru viðgerð í november mánaði. Síðan í summar hava fyrisiting og politiskar nevndir virkað við málinum, umframt at evnisdagar hava verið hildnir. Á endaligum evnisdegi í Klaksvík – á garði Nólsoyar [...] lunum rullandi. Semja er í býráðnum um, at vit minka um seglføringina í 2026 og kanska í 2027 við, soleiðis, at kommunan aftur kann vera brynjað til eina skilagóða framtíð. Í FÆ2026 er ongin lántøka og [...] ivt ásettar, eisini í mun til hvussu gongdin hevur verið higartil í 2025. Bæði persónsskatturin – bulurin í kommunala búskapinum – og eftirlønarskatturin hava roynst væl higartil í ár, hóast kommunan brúkar
stóran leiklut í álopsspælinum, og í eina løtu hevði føroyski málverjin Pauli Jacobsen gott tak á skjúttunum. At Føroyar í HM endaspælinum fyrr í ár vunnu við einum máli ímóti Niðurlondum í Oslo bar við [...] ið teir togaðu hann í armin. Blóðið kendist vera heitt, og tað hevði føroyski venjarin sína meining um: -Niðurlendingar hava ikki gloymt, at vit vunnu ímóti teimum í Oslo fyrr í ár. Í kvøld spæla teir ógvuliga [...] fram við fyrireikingunum til EM endaspælið í januar, tá ið vit aftur fara at spæla í Oslo. Hjá okkum ræður um at fáa fleiri spælarar, sum hava EM støði, og í kvøld vóru onkrir fyri fyrstu ferð á landsliðnum
Løgmaður talu og leggur síðan ein krans við minnisvarðan í Viðarlundini í Tórshavn. Gudstænastan í Dómkirkjuni kl. 20 fylgir tí almenna minningarhaldinum. Í brátt farna allahalganna ári kravdi sjólívið og yrki [...] at nærumhvørvinum og lagnu fólksins í økinum. Tað almenna minningarhaldið til minnis um føroyingar, ið eru deyðir í yrki á sjónum, verður hildið á Vinnuháskúlanum í Tórshavn kl. 14. Tað er Sjómansmissiónin [...] farin er: Hergar Torbjarnarson Hansen, Leirvík, 34 ára gamal. Doyði 2. januar 2025 av vanlukku umborð á Glyvursnesi, sum lá við bryggju í Hirtshals. Vit lýsa djúpa samkenslu við teimum avvarðandi og lýsa Guðs
Prestur sigur eina søgu í kirkjuni, áðrenn farið verður niður undir í Kirkjukjallaran til eina góða máltíð: lasanju. Øll eru vælkomin, og siðvenjan er, at síðsta mikukvøld í hvørjum mánaði verður bjóðað til
enn hálva aðru milliard í eginogn og bara í fjør var avlopið 210 mió. krónur. Tað eru umleið 30.000 fólk í arbeiði í Føroyum. Tað vil siga, at hesi og teirra arbeiðsgevarar rindaðu í meðal 7.000 krónur fyri [...] av korona, og í Føroyum hevði ALS ein týðandi leiklut í stríðnum móti hesi álvarsomu kreppuni. Kortini hevði ALS avlop í rakstrinum meðan korona herjaði. Meira enn hálv onnur milliard í eginogn Nú hevur [...] hevði tá í nógv ár verið 1,25 prosent av lønini. Men tað vísti seg, at stýrið fyri ALS hevði eisini hugsað sama tankan, og í semju við tey bleiv eitt uppskot gjørt, sum eg legði fyri Løgtingið í mars 2020
av lofteftirlitsradara verða avgreidd í fyrsta ársfjórðingi 2026. Gongst sum ætlað, verður radarin tikin í nýtslu í 2028. Partarnir í málinum arbeiða við støði í semjuni millum Føroyar og Danmark um f [...] 2022, Sirið Stenberg. Til nr. 2 Í semjuni um verjumál frá januar 2025 vórðu góðar 50 milliónir settar av komandi árini til møguligar íløgur í at menna trygd í breiðum høpi í Føroyum. Av hesum vóru 21 milliónir [...] Avgerðir viðvíkjandi játtanini í semjuni um verjumál frá januar 2025 skulu vera í samsvari við tjóðartrygdarpolitikkin. Til nr. 3 – Fyrimunirnir við at kunna knýta Føroyar upp í ein nýggjan samskiftiskaðal
lagið í 2001 og var forkvinna í nógv ár, í vár gavst hon sum samskipari, tá hevði hon verið í felagnum í 24 ár. Hans Jacob Hermansen var við at stovna Grindamannafelagið í 1992 og var formaður í fleiri [...] Havnar. – Onkur skaffaði mammu innivist og arbeiði í Havn, tí tá var einki fyri eina einsamalla einkju at liva av í Hósvík. Vit komu til Havnar í mai mánaði 1957, og her havi eg verið síðani. ##med2## Hann [...] eg fór aftaná. Í trý ár var hann lærari í Keypmannahavn. Heimafturkomin bleiv hann lærari í Eysturskúlanum, har hann starvaðist frá 1975 til 1984. ##med3## Hann hevur eisini starvast í ferðavinnuni. Tá
Á Riisskoven leikvøllinum í Aarhus var Martin Agnarsson á vøllinum í 88 minuttir, tá hann og liðfelagarnir í Aarhus Fremad taptu 0-1 fyri Esbjerg, ið skoraði sigursmálið í fyrra hálvleiki. Aarhus Fremad [...] sáttmálin hevur gildiskomu 1. januar. Adrian heldur tó fram við at vísa stórspæl fyri Hillerød. Í dag syrgdi Adrian fyri, at Hillerød vann 2-1 á Hobro á útivølli. Longu í øðrum minutti av dystinum sendi [...] Adrian eitt gott fríspark inn í brotsteigin hjá Hobro, har verjuleikarin, Rasmus Møller tók av og stútaði bóltin í netið til 1-0 til Hillerød. Hobro javnaði til 1-1 miðskeiðis í fyrra hálvleiki, men stutt
prestvígd í dómkirkjuni 27. januar 2013. Hennara fyrsta kall var eystan Múla, har hon tók við kallinum í Norðoya eystara prestagjaldi 1. februar sama ár. Maria Jørðdal tók í mars 2015 við kallinum í Norðstreymoyar [...] lýst leyst at søkja í august. Tríggjar umsóknir komu til embætið. Áðrenn løgmaður útnevndi komandi dómpróst vóru trý lið í viðgerðini: Kirkjuráðini, biskupur og landsstýrismaðurin í kirkjumálum. Maria Jørðdal [...] prestagjaldi við sæti í Kvívík. Harafturat hevur hon røkt tað týdningarmiklu tænastuna at vera prestur teirra deyvu. Sunnudagin 25. januar 2026 skipar biskupur Mariu Jørðdal Niclasen í embætið sum dómpróstur