Fundurin helt tað vera púra nattúrligt at fáa slíka friðing í lag. Hon kostar ikki sørt, men verður hon framd eftir nøkrum árum, so tyngir hon ikki kommunukassan so nógv í einum. Barnaansingin er eisini eitt [...] verða fram, kosta ikki stórvegis pengar, helt Jákup Dam fyri, og á hin bógvin eigur Kollafjørður sjálvandi sín lut í íløgunum. Orðaskiftið á fundinum var lívligt. Svenning helt, at tað var ein genialur máti [...] rnir Jógvan Arge og Marin Katrina Frýdal høvdu hvør sína frágreiðing. Jógvan um skúlamál og havnarmál og Marina Katrina um teknisk mál. Eitt hitt fremsta mál Jákups Dam er at fá útstykking av grundstykkjum
vóru samd um, at bilurin ikki kundi hava vent. Hevði bilurin havt bakkað og vent, høvdu tey havt sæð hann. Eftir hendingina koyrdi Jens Oliver eitt vet skjótari. Tá tey koma oman móti brúnni um ánna og síggja [...] kanska friður verður, sigur Ann Persdóttir Mikkelsen, sum leggur aftrat, at hon var illa-heitin av hasum grøna bilinum. Og hon endar við hesum orðum: - Skal siga tykkum: Eg signaði meg einaferð eyka, tá [...] tey, at tey vóru einsamøll í Sandslíð hesa løtu. - Har var eingin bilur, tó at vit bæði høvdu sæð hann. Ann vísir á, hvat tey gomlu plagdu at siga um slíkt: - Tey søgdu, at sært tú fjált og gott, goym tað
bendir nógv á, at hetta er eitt stríð, sum hon neyvan fer at vinna. Eitt dømi um tað var tann 11 ára gamla Janjay Gargar, sum doyði fyri nøkrum døgum síðani eftir eina ógvusliga neyðtøku. Men kanska kann [...] vald til forseta í Liberia, og hon lovaði tá at fara í hernað ímóti tí ógvusliga harðskapinum, sum kom í kjalarvørrinum av tí 14 ára langa borgarakrígnum, sum júst var endað. Men nú eitt ár er farið, [...] er í ferð við at breiða seg út um landið. Læknarnir vísa á tað harmiliga í, at í fleiri afrikonskum londum er tað vanlig uppfatan, at menn, sum hava AIDS, verða lektir, um teir hava kynsligt samband við
dag. Annika Olsen hevur drigið á bæði – hon sigur, at hon hevur roynt at gera hvat hon hevur kunnað innanhýsis í samgonguni. Men tað bar ikki til, og tí gjørdi hon í dag av at atkøvða fyri uppskotunum. Og [...] samgonga. Millum annað tí var avtalað í samgonguskjalinum, at samgongutingfólk ikki skulu taka undir við uppskotum hjá andstøðuni, uttan so, at samgongan er samd um tað. Og tað eru tey ikki. Johan Dahl hevur longu [...] Kreppa er í samgongu, eftir at Løgtingið hevur samtykt rættindi til samkynd. Málið snýr seg um trý lógaruppskot um sammóðir, sum gevur børnum hjá samkyndum mammum rættindi sum onnur børn. Miðflokkurin hevur
Hvussu er støðan hjá fólki við lág- og miðalinntøkum í dag, aftur ímóti hvussu hon var fyri tveimum árum síðani? Tað er spurningurin, Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, nú skal svara upp [...] gongdin er hjá fólki við lágum- ella miðal inntøkum. Og ta gongdina skal hon lýsa við nøkrum heilt ítøkiligum dømum, har talan er um pør við einum, tveimum, ella trimum børnum, og har inntøkan hjá foreldrunum [...] barnagarð og í skúla, Í hesum sambandi vil hon eisini hava landsstýriskvinnuna at lýsa, hvussu støðan er hjá fólki í teimum ymsu kommununum kring landið. Hon vísir nevniliga á, at tað eru fleiri kommunur
í nógv ár, at halda fyrilesturin og ætlanin er, at hon skal virka sum konsulentur fyri Psykiatriska depilin á hesum øki. Seinastu 17 árini hevur hon verið yvirlækni í psykiatri í Vejle og hevur seinastu [...] fólki við menningartarni í Vejle Amt. Seinastu trý árini hevur hon eisini verið konsulentur á hesum øki í Norðurjútlandi. Harumframt situr hon í ymsum ráðum og nevndum, sum hava havt við hesi viðurskifti [...] kann talan vera um depressiónir, angist og at tey eru psykotisk. Av tí at munur er, í hvønn mun fólk kunnu hava menningartarni, er eisini munur á. hvussu tey fáa víst hetta. Í drúgva tíð var fólk við men
Gang. Hvat heldur tú um, at Putin ikki møtti? - Eg haldi, at hetta snýr seg um, at Purtin ræðist sítt egna fólk. Hann ynskir ikki at vera samanborin við Gorbatjov, og hann ynskir ikki, at myndir verða tiknar [...] men russiski forsetin, Vladimir Putin, var ikki við til minnisløtuna. Talsmaðurin hjá forsetanum, Dmitrij Peskov, segði í vikuni, at Vladimir Putin hevði ikki stundir at vera við til jarðarferðina í dag [...] kistuna hjá Mikhail Gorbatjov einsamallur. - Tað er flott, at bíðirøðin var so long fyri at vísa Gorbatjov ein seinasta heiður - og ikki minst, at tað vóru so mong ung. At tey ungu møttu upp, er eftir mínum
vita, at tey ikki fingu grind aftur. Annars hava tey ta skipan, at um onkur avvarðandi kemur við grind, kunnu búfólkini velja, um tey vilja hava grind ella annan mat. Men tá er tað so ikki heimið, sum bjóðar [...] ellis- og røktarheimunum, og í frágreiðingunum frá hesum vitjanum í ár, var viðmerkt, um heimini fylgdu almennu kosttilráðingunum ella ikki. Summi heim søgdu, at tey høvdu grind og spik sum døgurðamat, og tey [...] Ellis- og Røktarheimi. Hon er eisini leiðari fyri sambýlini í Klaksvík. - Eg vænti eisini, at kemur ein grind, fara tey at biðja um at fáa grind til døgurða, og tað kunnu vit ikki nokta teimum, sigur Elspa
stavn um stavn, men so stakk Fípan stavnin framum, og áðrenn tað varð farið undir endaspurtin, var Fípan klárt á odda. Endaspurturin hjá FM favorittunum var sera góður, og nú skal vilja illa til, um Fípan [...] vunnu teir. Tá ið teir fóru um málið, var tað ein stór bátslongd aftur til Koll úr Kollafirði. Fípan legði bragdligast fyri, men Kollur elti favorittarnar úr Klaksvík, og Kollur var ógvuliga treiskur. Eina [...] Fípan Fagra ikki fer at endurvinna FM heitið. Teistin av Argjum endaði á triðja plássi. Tað var tað mesta av einari bátslongd frá Kolli og aftur til Teistan, sum var eina bátslongd undan Sævarmoy úr Klaksvík
leygardagin sum um tær vóru eins fegnar um hetta FM heitið, sum tær hava verið um øll hini. Og royndasti KÍ spælarin, Bára S. Klakstein, er ikki í iva um, at soleiðis er tað. ? Eg hugsaði um tað leygarmorgunin [...] Klakstein. Hóast hon er mamma at tveimum børnum og eisini spælir hondbólt, so hevur hon ikki hugsað um at gevast. ? Burtursæð frá Paulu Mikkelsen, sum er farin av landinum, so tosar eingin um at gevast. Vit [...] tað er langt á mál hjá okkum, um tað kann tosast um at koma á mál, men støðið fyri fimtan árum síðani kann ikki sammetast við tað, sum vit nú spæla á. Tað er heldur ikki so undarligt. Nógvar av gentunum