FYRILESTUR
Í kvøld kl. 19 skipa Javni, Pedagogfelagið og Psykiatriski depilin fyri fyrilestri um fólk við menningartarni og sálartrupulleikum. Fyrireikaranir hava heitt á Anette Løwert, sum hevur arbeitt við fólki við menningartarni og psykiskum trupulleikum í nógv ár, at halda fyrilesturin og ætlanin er, at hon skal virka sum konsulentur fyri Psykiatriska depilin á hesum øki.
Seinastu 17 árini hevur hon verið yvirlækni í psykiatri í Vejle og hevur seinastu 15 árini havt ábyrgdina av viðgerðini av sálarligum trupulleikum hjá fólki við menningartarni í Vejle Amt. Seinastu trý árini hevur hon eisini verið konsulentur á hesum øki í Norðurjútlandi.
Harumframt situr hon í ymsum ráðum og nevndum, sum hava havt við hesi viðurskifti at gera.
Anette Løwert er útbúgvin kliniskur sexologur og hevur undirvíst bæði í psykiatri og sexologi fyri sjúklingar, avvarðandi og fakfólk í Danmark, Noregi og Grønlandi.
Størri títtleiki hjá fólki við menningartarni
Psykiskir trupulleikar vísa seg at koma oftari fyri hjá fólki við menningartarni enn hjá øðrum. M.a. kann talan vera um depressiónir, angist og at tey eru psykotisk. Av tí at munur er, í hvønn mun fólk kunnu hava menningartarni, er eisini munur á. hvussu tey fáa víst hetta.
Í drúgva tíð var fólk við menningartarni ikki eitt evni, ið psykiatriin setti í beinleiðis samband við sálarligar trupulleikar. Hetta gjørdi seg serliga galdandi í sjeytiárunum. Av tí sama datt ein stórur partur av serkunnleikanum á hesum øki burtur, og hetta verður so roynt at byggja upp aftur, og hetta hevur Psykatriski depilin m.a. sett sær fyri at bøta um m.a. við at fáa samsatrv í lag við Anette Løwert.