Neyðtøkur gerandiskostur í Liberia

Borgarakríggið í Liberia er av, men harðskapurin stendur við, og tað eru sum altíð tey veikastu, sum líða.

Fyri einum ári síðani varð Ellen Johnson-Sirleaf vald til forseta í Liberia, og hon lovaði tá at fara í hernað ímóti tí ógvusliga harðskapinum, sum kom í kjalarvørrinum av tí 14 ára langa borgarakrígnum, sum júst var endað.

Men nú eitt ár er farið, bendir nógv á, at hetta er eitt stríð, sum hon neyvan fer at vinna. Eitt dømi um tað var tann 11 ára gamla Janjay Gargar, sum doyði fyri nøkrum døgum síðani eftir eina ógvusliga neyðtøku. Men kanska kann júst deyði hennara fáa týdning, tí í dag er hon ímyndin av stríðnum ímóti áganginum.

Annie Demen, sum er ráðharri í javnstøðumálum í Liberia, sigur við BBC, at myndugleikarnir noyðast at verja kvinnurnar og børnini. Men tann uppgávan er ovurstór. Børn og kvinnur, sum vóru við barn, hava latið lív orsakað av ógvuligum neyðtøkum, og í kirkjugarðinum í høvuðsstaðnum Monrovia er stutt ímillum gravirnar hjá teimum, sum hava verið offur fyri neyðtøkumonnum.

Undir borgarakrígnum vórðu neyðtøkur brúktar sum eitt amboð fyri at ræða kvinnur og at noyða tær at hjálpa herinum. Sambært eygleiðarum er støðan lítið mætari í dag, hóast borgarakríggið er av. Í dag eru tað ikki bara kvinnur, sum verða neyðtiknar, men eisini børn, sigur BBC.


Eisini smábørn

Felagsskapurin Læknar uttan Landamark sigur í einari frágreiðing, at í Monrovia verða altsamt fleiri kvinnur og børn neyðtikin, og at harðskapurin er í ferð við at breiða seg út um landið.

Læknarnir vísa á tað harmiliga í, at í fleiri afrikonskum londum er tað vanlig uppfatan, at menn, sum hava AIDS, verða lektir, um teir hava kynsligt samband við smábørn, og at hetta er vorðið ein stórur trupulleiki í Liberia og aðrastaðni.